týsdagur 5. februar 2008síða 30
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
Nr. 25 - 5. februar 2008
lýsingar
Kunngerð
um framløgu av broytingaruppskoti í
býarskipanini og byggisamtyktini fyri
Leirvíkar Kommunu.
Við heimild í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954
við seinri broytingum hevur kommunustýrið á
fundi tann 17. desembur 2007 samtykt at gera
broyting í býarskipanini og byggisamtyktini fyri
Leirvíkar Kommunu.
Broytingin er løgd fram til almenna eftirskoðan
í vanligu upplatingartíðum frá 14. januar til 14.
februar 2008.
Broytingin fevnir um økið við Bólagerði, ið er
lagt út til bústaðarøki B, sum verður broytt til
ídnaðarøki C.
Møgulig mótmæli og/ella broytingaruppskot
skulu skrivliga verða kommunuskrivstovuni í
hendi í seinasta lagi 17. apríl 2008.
Leirvíkar Kommuna
Postboks 42 · 520 Leirvik
FTS Timbur
Alt timburarbeiði verður gjørt.
Serkønir í DECRA tøkum.
FTS Timbur
Tel 28 12 82
ftstimbur@ftstimbur.dk
Lærarastarv
í Sørvágs skúla
Søkt verður eftir lærara í tíðaravmarkað starv
fyri lærara, sum fer úr starvi.
Setanin er frá 3. mars til 30. juni.
Talan er um eitt fult starv við 26 undirvís
ingartímum.
• 1. flokkur:
Rokning
• 3. flokkur:
Føroyskt
• 5. flokkur:
Náttúra og tøkni
• 7. flokkur:
Føroyskt
• 9. flokkur:
Enskt
• Starvið umfatar eisini flokslæraravirksemi
í 1. flokki.
Starvið er lønt sambært avtalu millum Før
oya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið í lønar
flokki 18.1 – 27.4
Nærri kunning um starvið fæst við at ringja
til Andrass Henriksen, skúlastjóra, á tel.
363222 ella 233222, ella Eyð Niclasen, vara
skúlastjóra, á tel. 223670
Umsóknir við avriti av prógvi, CV og møgu
ligum viðmælum skulu verða skúlanum í
hendi í seinasta lagi 15. februar kl. 12
Sørvágs skúli
Skúlavegur 13 . FO-380 Sørvágur
Tlf. 36 32 20 & 36 32 22
Fax 36 32 21 · sor@skulin.fo
Í Sørvágs skúla eru 145 næmingar og 16 lærarar
Lýsing eftir
dagrøktarum
Søkt verður eftir dagrøktarum til kommunalu
dagrøktina í Fuglafjarðar kommunu at byrja
tann 01. mars 2008 ella skjótast tilber.
Ein treyt fyri at søkja starvið er, at dagrøktar
heimið skal verða barnavinarligt innrættað,
har rúm er til børnini at spæla, og at eitt
hóskandi trygt spæliøki er uttanfyri.
Lønin verður ásett sambært sáttmála mill
um Starvsmannafelagið og Kommunala Arb
eiðsgevarafelag Føroya fyri dagrøktarar.
Nærri upplýsningar um størvini fáast við at
ringja til Eyðgerð A. Petersen, dagrøktarleið
ara á telefon 73 77 94, ella sosialdeildarleiðaran
á telefon 73 77 56.
Møguligar umsókinir, ið skulu verða skrivligar,
skulu verða Fuglafjarðar kommunu, Postboks
30, 530 Fuglafjørður í hendi í seinasta lagi
leygardagin tann 16. februar 2008.
Kommunan skilar sær rætt til at velja millum
innkomnar umsóknir ella onga at taka.
Fuglafjarðar
Kommuna
Nólsoyar skúli
Søkt verður eftir fólki til Nólsoyar skúla
at byrja 15. februar til:
7 stuðulstímar um vikuna
2 t/v í handaverk og list
leysar vikartímar
Áhugað fáa nærri at vita við at venda sær til
skúlaleiðaran
Tlf. 282465 ella 302465
Umsóknir skulu verað skúlanum í hendi í
seinasta lagi 10. februar
Gunnvør Joensen, skúlaleiðari
Nólsoyar skúli
FO-270 Nólsoy
ReingeRðaRfólk
Hervið verður søkt eftir einum fólki at gera reint
nakrar tímar um vikuna.
Reingerðast skal í vanligari arbeiðstíð í hølunum
hjá frítíðarstovuni, í ungdómshúsinum Staðið
og á havnarskrivstovuni.
fyribils er talan um
• 5 tímar um vikuna í Frítíðarstovuni (kann
økjast til 7 tímar)
• 2 tímar um vikuna í Ungdómshúsinum Staðið
(4 tímar eftir at tiltøk hava verið)
• 2 tímar um vikuna á Havnarskrivstovuni
Viðkomandi, sum settur verður, skal kunna átaka
sær aðrar reingerð hjá kommununi.
Starvið verður lønt eftir sáttmála ímillum Kom
munala Arbeiðsgevarafelag Føroya og Føroya
Arbeiðarafelag.
Skrivlig umsókn skal verða Vestmanna Kom
munu, postboks 91, 350 Vestmanna, í hendi í
seinasta lagi 18. februar 2008, kl. 1200.
Vestmanna Kommuna
Frá Urguleikarafelagnum:
Evnisdagur og
aðalfundur í
Hoyvíkar kirkju
Leygardagin 23-2-08 kl.13 hevur Urguleikara-
felagið aðalfund í Hoyvíkar kirkju.
Skrá sambært viðtøkunum.
Uppskot til aðalfundin eiga at vera nevndini í
hendi 7 dagar áðrenn aðalfundin.
Áðrenn aðalfundin skipar Urguleikarafelagið, frá
kl.10-12, saman við lærarunum í Musikkskúlanum
fyri evnisdegi um frálæru í urguspæli. Kunnað
verður um frálærumøguleikar í urguspæli.
Vit hava 6 lærarar í Musikkskúlanum sum geva
frálæru í urguspæli í hesum økjum:
Norðoyggjar: Petur Martin Johannesen
Streymoy, Eysturoy: Ann Kristin Nilsson
Eysturoy: Heðin Kambsdal
Suðurtreymoy, Sandoy: Gudmund Mortensen
Suðuroy, Suðurstreymoy: Lars Mensonides
Vágar: Cindy van der Leden
Urguleikarafelagið vónar, at nógvir urguleikarar
fara at leita sær til Havnar henda dagin.
Vegna nevndina í Urguleikarafelagnum
Jens Mortan Mortensen, formaður