týsdagur 5. februar 2008síða 31
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 25 - 5. februar 2008
31
Tvøroyrar kommuna ætlar í næstum at
lata upp ungdómshús í pakkhúsi nr. 3 í
tí søguliga bygninginum á kaiini á
Tvøroyri. Í hesum sambandi verður søkt
eftir leiðara til húsið, at byrja 1. mars
2008.
Talan er um eitt starv upp á 30 t./v.
Arbeiðstíðirnar verða í høvuðsheitinum
seinnapartar og um kvøldið. Húsið
verður opið 3 gerandisdagar um vikuna,
harafturat má roknast við at tiltøk av og
á verða í vikuskiftinum. Afturat leiðara
num verður sett 1 hjálparfólk.
Dagarnar verða býttir sundir soleiðis, at
børn fra 4. 7. flokki verða tann fyrra
partin av degnum eftir skúlatíð, og
børn/ung frá 8. flokki og upp til 18 ár
verða tann seinna partin.
Leiðarin skal í samráð við kommununa
og tey ungu sjálv/ur skipa og leggja
virksemið í ungdómshúsinum til rættis.
Leiðarin má tí:
• Vera nýhugsandi og megna fjøl
broyttum avbjóðingum.
• Vera ein eldsál og hava áhuga fyri at
arbeiða við børnum og ungum.
• Megna at samskifta við allar aldurs
bólkar og skipa fyri tiltøkum, ið eru
hóskandi fyri øll.
• Kunna arbeiða sjálvstøðugt og taka
avgerðir.
• Hava hug og áræði at skapa ein
tryggan og fjølbroyttan gerandisdag,
við virðing og umsorgan fyri tí
einstaka.
• Síggja møguleikar heldur enn vansar.
• Hava evni og áræði at ganga
nýggjar leiðir.
• Duga væl at samskifta bæði innan
og uttanveggja.
• Hava teldukunnleika á brúkarastøði,
• helst meira.
Kommunan bjóðar:
• Eitt áhugavert starv í einum
spennandi og søguligum
nærumhvørvi.
• Eitt spennandi og fjølbroytt arbeiði
við nógvum avbjóðingum.
• Møguleika fyri sjálvstøðugari
støðutakan innanfyri avtalaðar
karmar.
• Møguleika fyri eftirútbúgving innan
leiðslu o.a..
• Løn sambært avtalu við avvarandi
yrkisfelag.
Skrivlig umsókn við møguligum prógvum
og viðmælum skal sendast til: Tvøroyrar
Kommunu Tvørarv. 37, 800 Tvøroyri.
Mrk. Leiðari til ungdómshús, og skal
verða kommununi í hendi í seinasta lagi
hin 8. feb. 2008 kl. 12.00.
Um ivamál eller spurningar eru vinaligast
setið tykkum í samband við Susanne
Madsen ella Jónleyg B. Petersen á tlf.
371085,
ella
susanne@tvoroyri.fo,
jonleyg@tvoroyri.fo.
T
V
Ø
R
O
Y
R
A
R
K
O
M
M
U
N
A
Leiðari til ungdómshúsið á Tvøroyri
Dátueftirlitið skipar fyri
almennum fundi í Miðlahúsinum
mikudagin 6. februar kl. 19.00
Bóklingurin sum Dátueftirlitið hevur gjørt um ung og
elektroniskar samskiftismiðlar verður almannakunngjørdur.
Eisini vera framløgur, kjak og pallborðsorðaskifti, við m.a. hesum evnum:
Goyma fjarskiftisveitarar innihaldið í sms boðum og teldupostum?
Er tað í lagi at alt fleiri vakmyndatól halda eyga við tær?
Er tað í lagi at onnur senda myndaboð av tær uttan títt samtykki?
Kanst tú fáa óynsktar upplýsingar á netinum um teg sjálvan strikaðar?
Verða børn og ung ofta happaði og útspilt á internetinum ella við sms boðum?
Eins og blaðstjórin hevur ábyrgdina av sínum blaði, so hevur tú eisini
ábyrgdina av tí, sum tú leggur út á internetið ella sendir við fartelefonini.
Tú ert ikki anonymur á netinum!!
Luttakarar við pallborðið eru:
Turið Debes Hentze, forkvinna í Dáturáðnum
Magnus Tausen, formaður í Føroya Lærarafelag
Anna S. Dalsgaard, trivnaðarráðgevi
Annlis Bjarkhamar, verkætlanarleiðari fyri www.eg.fo
Postboks 300 • FO-110 Tórshavn • Tel: 309100 • Fax: 309101 • post@datueftirlitid.fo • www.datueftirlitid.fo
lýsingar
S e r n á m S d e p i l i n
Mikudagin og hósdagin, 5. og 6. mars
kl. 9 til 16 skipar Sernámsdepilin saman
við Økispsykiatriini fyri skeiðinum ADHD
/DAMP hjá børnum og ungum.
Tá fer Christopher Gillberg, barna- og
ungdómspsykiatari og heimskendur
granskari við Universitetssjúkrahúsið í
Gøtuborg, at hava skeið, sum er ætlað
lærarum, pedagogum, heilsurøktar-
frøðingum, læknum, sálarfrøðingum
og øðrum, sum hava við børn og ung
at gera.
Tilmelding kann fara fram við at ringja
til Sernámsdepilin tlf. nr. 314522 (Eleina
Mikkelsen, skrivari)
Endalig tilmelding er, tá skeiðsgjaldið
á 1.200 kr. er flutt á giro nr. 61891.
Seinasta freist at melda til er fríggja-
dagin 22. februar 2008.
Íroknað skeiðsgjald er kaffi, te og mid-
dagsverður.
Um avboð verður givið eftir 27. februar,
verður skeiðsgjaldið ikki afturgoldið.
ADHD/DAMP v/Christopher Gillberg, professara
Sernámsdepilin
Frælsið 32 · Postrúm 2036
FO 165 Argir · Tlf. 314522 · Fax 310196
e-postur: sernamsdepilin@snd.fo
Sernámsdepilin og Økispsykiatriin skipa fyri skeiði
í Læraraskúlahøllini 5. og 6. mars 2008 um