mikudagur 6. februar 2008síða 2
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 26 - 6. februar 2008
SAMBAND
jákup Mørk
jAkup@SoSiAluriN.fo
tlf. 341800
tíðindi
Tíðindaskriv
Faroe Petroleum boðar frá,
at felagið hevur keypt 14 %
av norska leitiloyvinum
PL289 frá Gaz de France
Norge. Á loyvinum er stóra
prospektið Marsvin, sum
ætlandi skal borast í apríl
mánaða í ár.
Loyvið PL289 liggur á
markinum millum Noregi
og Danmark, og nær við
loyvi PL147.
Trym gasskeldan er á hes
um loyvi, sum væntandi
verður útbygd til fram
leiðslu.
Faroe Petroleum keypti
fyri stuttum 10% av hesum
loyvi frá Shell.
Umframt Marsvin, sum
er eitt oljuprospekt, eru
tvey onnur prospektir á
loyvinum, og liggja øll hesi
nær við Trym.
Hini oljufeløgini, sum
eiga
PL289
eru
Dong
Energy (40%), Talisman
(30%) og Gaz de France
16%. Dong Energy er fyri
støðufelag.
Marsvin prospektið verð
ur borað á norskum øki, og
er tað boripallurin Mærsk
Guardian, sum skal bora.
Dýpið er bert 65 metrar,
og tað fer at taka umleið 60
dagar at bora niður á ta
væntaðu oljukelduna.
Keypið av PL289 er í tráð
við strategi felagsins, sum
er at byggja eina portifølju
av virðisskapandi loyvum á
norskum øki, og at luttaka í
boringum av munagóðum
brunnum.
Faroe Petroleum hevur
nú 11 loyvir í Noregi.
Avtalan er treytað av góð
kenning
frá
avvarandi
myndugleikum, eins og olju
feløgunum, sum eiga í loyv
inum.
KEV leitar eftir góðum lærlingum innan el.
Ert tú opin og erligur, hevur rímiligan kunnleika
til teldu og hug at arbeiða innan el, ynskja vit
at frætta frá tær.
Fyrimunur er, um tú hevur SIT.
Send okkum eina skrivliga umsókn við avriti
av prógvum v.m.
Umsóknin skal verða okkum í hendi í seinasta
lagi 12. februar 2008.
Hevur tú okkurt at spyrja um, kanst tú ringja
til Oddur á telefon 505882.
Lærlingur
Kongshavnar El-Virkið
Gulasteinsvegur 30 · FO-610 Saltangará
t-postur: kev@kev.fo
Faroe Petroleum hevur keypt
14 % av norskum leitiloyvi
Nýggi fólkatingsmað
urin hjá Tjóðveldi
num ætlar at kasta seg
yvir fólkatingsarbeiði
og røkja tað sum eitt
fulltíðarstarv
FÓLkaTinG
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eg havi sagt tað so ofta
fyrr, og eg siga tað nú, og
eg fari altíð at siga tað, at
tað ber ikki til at sita í løg
tinginum og fólkatinginum
í senn. Bæði størvini eru
fulltíðarstørv, og so eru tey
í hvør sínum landi.
So greiður er Sjúrður
Skaale, sum fyrsta dagin
verður fólkatingsmaður fyri
Tjóðveldi.
Hann er nývaldur løg
tingsmaður, og hann er
nummar trý á fólkatings
listanum hjá Tjóðveldinum.
Høgni Hoydal, sum er
valdur fólkatingsmaður, fer
í farloyvi nú. Annita á Fríð
riksmørk, sum er næst á
listanum er við barn og
kann ikki flúgva, tí hon skal
eiga í næsta mánaði. Hon
sigur, at hon fer í farloyvi
frá nú av og til juni, tá
Fólkatingið fer í summarfrí.
Tá tekur hon sæti aftur.
Sostatt
verður
Sjúrður
Skaale bert fólkatingsmaður
fram til summarfrítíðina.
Eg sigi tingsessin frá
mær beinanvegin og kasti
meg yvir fólkatingsarbeiðið,
sigur Sjúrður Skaale, sum
ikki hevur tosað við floks
felagarnar um tað enn og
tískil ikki veit, hvussu
leingi hann skal sita í Fólka
tinginum.
Finnur og Olaf
koma á ting
Annita á Fríðriksmørk
forkvinna Tjóðveldi
sins á ting
Sjúrður Skaale:
Man kann ikki sita í løgtingi
num og fólkatinginum í senn
FÓLkaTinG
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Tingmanningin Tjóðveldi
sins hevur valt Annitu á
Fríðriksmørk til forkvinnu í
tingbólki floksins.
Annita á Fríðriksmørk
varð vald á ting í 1998 og
hevur verið afturvald tríggj
ar ferðir síðani. Hon verður
fólktingsumboð Tjóðveldi
sins í summar, tá hon hevur
verið í barsli.
Tá verður Annita á Fríð
riksmørk
løgtingskvinna,
fólkatingskvinna og for
kvinna floksins á tingi.
Annita á
Fríðriksmørk
FÓLkaTinG
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Sjúrður Skaale fer fyrsta
dagin at biða løgtingið um
farloyvi so leingi hann
verður fólkatingsmaður. Á
ting fyri hann kemur Finnur
Helmsdal, sum ikki varð
afturvaldur á valinum 19.
januar.
Tá Annita á Fríðriksmørk
fer í barnsburðarfarloyvi
kemur Olaf í Garði Joensen
á ting fyri hana. Finnur og
Olaf
verða
partar
av
tingmanning Tjóðveldisins
til í juni, tá Annita á
Fríðriksmørk aftur tekur
sæti á fólkatingi.
Finnur Helmsdal og
Olaf í Garði Joensen
Sjúrður Skaale, sum fyrsta dagin verður fólkatingsmaður fyri Tjóðveldi