Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-06-08, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 8. juni 2001síða 13

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 107 - 8. juni 2001 25 gult25 cyan25 magenta25 svart25 25 gult24 cyan24 magenta24 svart24 Nr. 107 • fríggjadagur • 8. juni 2001 • 75. árgangur • www.sosialurin.fo At dysturin móti Sveis enn sat í bein- unum, var ein av orsøkunum til, at teir føroysku leikararnir ikki vóru klárir til eina so stóra upp- gávu, helt føroyski landsliðsvenjarin eftir dystin LANDSLIÐIÐ Stefan í Skorini Tíðindafundurin eftir dyst- in millum Føroyar og Jugoslavia, sum gestirnir vunnu so dyggiliga við seks málum móti ongum, fór fram á trimum ymiskum málum, enskum, jugo- slaviskum og donskum, so bara málslig flogvit høvdu møguleika at fylgja øllum, sum fór fram. Allan Simonsen segði, at teir føroysku leikararnir vóru munandi seinni á bóltinum og í nærdystum enn mótstøðuliðið, meðan jugoslavarnir vóru sera kvikir runt á vøllinum. Orsøkin til hetta kundi vera, at leikararnir enn merktu dystin móti Sveis leygardagin í beinunum. – Um vit ikki órógva teir á miðvøllinum, so endar galið, og tað sóu vit. Vit hava í dag sæð munin á yrkisleikarum og amatør- um, segði ein vónsvikin Allan Simonsen. Hann legði dent á, at jugoslaviska liðið var heilt einfalt nógv betri enn tað føroyska, og tí er alneyð- ugt, at føroyingar eru 100 prosent til reiðar, tá upp- gávan skal loysast. – Hetta var eitt kollektivt vánaligt avrik, og jugoslav- arnir fingu ein alt ov lættan dyst. Stórur saknur Fýra spælarar, sum vanliga hava fast pláss á liðnum, vóru ikki við móti jugo- slavia, og saknurin í teim- um var stórur. Jens Kristian Hansen, Óli Johannesen, Pól Thor- steinsson og Todi Jónsson vóru ikki við, og tað merkt- ist týðuliga. – Vit sóu úrslitið í dag. Tað er ringt at missa fýra so royndar spælarar, og tað er ikki lætt at fáa eins góðar menn ístaðin, segði Allan Simonsen, ið tó vísti á, at øll vóru greið yvir hetta áðrenn. Hann vísti hinvegin á, at ungir leikarar nú hava fing- ið týdningarmiklar royndir í altjóða dysti, sum verða teimum góðar seinni. Onkur av útlendsku tíð- indamonnunum vísti á nummar 4 og 6 hjá føroy- ingum sum teir frægastu. Tað vóru vongbakkarnir Øssur Hansen og Jákup á Borg, sum teir mettu vóru teir bestu á føroyska lið- num. Trúgva enn uppá tað Venjarin hjá Jugoslavia, Dejan Savicevic, ið fyri stuttum tók róðrið á lands- liðnum, var fegin um stór- sigurin. – Vit vistu, at vit vóru betri enn Føroyar, og mínir leikarar vóru professio- nellir á vøllinum. Eg eri errin av mínum liði, sum vísti sína styrki, segði landsliðsvenjarin. Hendan undankappingin hevur ikki eydnast væl hjá jugoslaviska liðnum, ið hevur skift venjara á leiðini. Liðið hevur tapt ein dyst, spælt tríggjar javnt, og vunnið tveir. Hóast teir ikki liggja ser- liga væl fyri, so heldur venjarin, at teir enn hava góðan møguleika at spæla seg fram til endaspælið í Korea og Japan um eitt gott ár. Sveis dysturin sat enn í beinunum Allan Simonsen, landsliðsvenjari vísti eftir dystin á, at tað var væla jugoslaviskt lið, sum føroyingar møttu mikukvøldið, men hinvegin metti hann, at dysturin móti Sveis kanska enn sat í beinunum á leikarunum Mynd: Jonhard Hammer John heldur ikki, at tað var ein av barnasjúkunum, sum var orsøkin til stórtapið móti Jugoslavia LANDSLIÐSPRÁT Jákup Mørk Eftir at hann í fjør heyst hevði ein rættiliga lakan enda á landsliðsárinum, tykist John Petersen att vera komin rættiliga fyri seg aftur á føroyska landsliðnum. Spælið í teimum fýra landsdystunum í ár hevur verið nógv betri enn í fjør, og mikudagin taldist hann avgjørt mill- um bestu føroysku leik- ararnar. Sjálvur tóktist hann eisini at vera væl nøgdur um persónliga avrikið, tó at hann ikki var serliga errin um úrslitið. - Fyrst og fremst haldi eg, at vit í dag fingu væl meira av plássi at spæla á, enn vit fingu eitt nú leygardagin. Hinvegin haldi eg ikki, at vit í nóg stóran mun gjørdu okk- um dælt av plássinum, sum vit høvdu. tá vit royndu at spæla upp á miðjuna, so sóu vit, at hetta væl bar til. Serliga í fyrra hálvleiki, men tað var eisini sjónligt í seinna. Ov leysir At Føroyar so hóast alt tapa við tennistølum kundi kanska bent á, at leikararnir framvegis eru ov naivir í spælihátti sínum. At barnasjúk- urnar enn ikki eru burt- ur, men John var tó ikki heilt samdur í hesum. - Eg haldi ikki, at málini bara stava frá, at vit verða revsaðir, tá vit hava mist bóltin. Tað er heldur soleiðis, at teir sleppa ov væl at spæla seg ígjøgnum, hóast vit eru komnir upp á pláss í verjustøðu. - Teir spæla sera skjótt, og eru vit ikki heilt til reiðar at taka ímóti teimum, so verða vit revsaðir. Sjálvur haldi eg eisini, at vit lógu ov langt frá monn- unum í markeringunum. Ikki bara í verjuni, men alla staðni á vøllinum, soleiðis at teir í ov stórum mun fingu loyvi at spæla sítt kombina- tiónsspæl. Slíkt kann henda Tá eitt slikt úrslit stingur seg upp, verður altíð vent aftur til sama spurningin, og hendan settu vit eisini John eftir dystin. Eru Føroyar framvegis bert við fyri at læra? - Nei, tað vóni eg ikki. Sjálvandi skulu vit eisini læra av hesum, men hetta er tað, sum kann henda. Jugoslavar hava eitt sterkt lið, og eru vit ikki á toppinum, so er altíð vandi fyri slíkum úrslitum. Tað vita vit av, og tíverri var hetta ein av teimum døgunum. - Tíbetur er komandi dysturin hjá okkum eisini móti jugoslavum, so tá hava vit møguleika at reisa okkum aftur, sigur John Petersen at enda. Savo Milosevic telist avgjørt ikki millum teirra, sum halda at pinkutjóðir einki hava at gera í altjóða høpi LANDSLIÐSPRÁT Jákup Mørk Í skjótt fleiri ár hava hópin av jugoslaviskum leikarum gjørt um seg í Føroyum. Ein teirra er núverandi KÍ- venjarin, Tomislav Sivic, sum undir dystinum hevði til uppgávu at hjálpa einari jugoslaviskari radiostøð at siga frá landsdystinum. Eftir dystin var hann so- mikið beinasamur at hjálpa okkum fram at jugo- slavisku stjørnunum, so- leiðis at vit fingu ein teirra úr skiftingarrúminum at fáa eitt lítið prát um lands- dystin. Sær betri út nú Savo Milosevic, sum í dag spælir við Parma í italsku seriu A, er tann av núver- andi leikarunum, sum hevur skotið flestu málini á jugoslaviska landsliðnum, har hann hevur skorað í nærum øðrum hvørjum dysti. Saman við fleiri av viðleikarunum hoyrir hann til sonevnda gylta ættar- liðið á landsliðnum. Hóast vakra eyknevnið hevur byrjanin hjá Jugo- slavia í undankappingini verið alt annað enn góð, men áleyparin tóktist tó sannførdur um, at vend nú er komin í hesum viðvíkj- andi. - Tað er ikki soleiðis, at vit hava spælt so øgiliga illa í hinum undankappingar- dystunum, men úrslitini hava so ikki verið nakað serlig. Vit mistu 7 stig í trimum teimum fyrstu und- ankappingardystunum, men bæði móti Sveis og Slovenia vórðu stigini tapt í evstu løtu av dystinum. Móti Russlandi spældu vit beinleiðis illa, og tá tú soleiðis missir nógv stig tíðliga í undankappingini, so fært tú sjálvandi trupul- leikar. - Vit hava síðani skift venjara, og eftir at hava fingið javnleik úti móti Russlandi og so vunnið í dag, haldi eg, at sjálvsálitið aftur er um at vera í rættlag, og at nú sær tað nakað væl betri út. - Sjálvandi verður fram- vegis torført at vinna fremsta plássið í bólkinum, men eg haldi sjálvur, at vit hava møguleikan at gerast næst bestir. Vit hava fram- vegis fimm dystir, og vinna vit nakrar av hesum, so eru vit á øðrum plássi. Hvør veit, kanska kunnu vit røkka fram um Russland, men tað veldst so um úr- slitini hjá teimum. Tey smáu skulu við Sum spælari hevur Savo Milosevic fleiri ferðir roynt seg móti Føroyum. Einum pinkulingi í altjóða høpi, men fryntligi áleyparin telist so avgjørt ikki millum teirra, sum halda at slíkar pinkutjóðir ikki skulu sleppa at royna seg í Før- oyum. - Lat meg fyrst siga, at føroyingar altíð týkjast so blíðir. Her er so deiliga róligt, at alla staðni tykjast fólk at góðtaka okkum sum gestir, so vit kenna okkum vælkomnar. Mær hevur í øllum førum dámt sera væl at verið her tær báðar ferðirnar, vit hava vitjað. Tað, sum mær eisini dámar so væl í hesum smáu lond- unum er eisini, at fólk ganga so høgt upp í fót- bóltin. Hóast Jugoslavia fyri tað mesta hevur vunnið stórt móti Føroyum, so fær hetta heldur ikki leikaran at skúgva føroysku avrikini til viks. - Tað er altíð vandi fyri at sterkari lið kunnu brenna seg av smærru tjóðunum. Í einum slíkum dysti hava tit einki at tapa, meðan tað hinvegin kann verða sera dýrt hjá okkum, um talan verður um ein javnleik. - Eg haldi so avgjørt, at lítlu tjóðirnar skulu hava hendan møguleikan. Tað er einasti hátturin, sum lítlu londini kunnu menna síni lið enn meira. Eitt gott dømi um hetta er dysturin hjá tykkum móti Slovenia, og lat meg at enda siga takk fyri ta tænastu, sum tit gjørdu okkum tá, sigur Savo Milosevic. Vandin er altíð til staðar - Tíbetur er komandi dysturin hjá okkum eisini móti jugoslavum, so tá hava vit møguleika at reisa okkum Mynd: Álvur Haraldsen Tit eru sjálvsagdir luttakarar - Tað er einasti hátturin, sum lítlu londini kunnu menna síni lið enn1 meira, sigur Savo Milosevic um hetta at pinkutjóðir dystast móti teimum stóru Mynd: Álvur Haraldsen Visti tú at: Savo Milosevic er tann leikarin, sum hevur skotið flest mál móti Føroyum. Colin Clarke (Norður- írland), Pavel Kuka (Kekkoslovakia og Kekkia), Florin Raduciou (Rumenia), Ian Rush (Wales) og Mark Wilmots (Belgia) hava allir skotið fýra mál móti Føroyum. Málið hjá Milosevic mikukvøld var hansara fimta landsliðsmál móti Føroyum. Jugoslavia er eisini landið, sum hevur skotið flest mál móti okkara. Av teimum 193 málunum, sum eru farin í føroysku meskarnar, eru 26 skotin av jugoslavum. ie C M Y K 24