Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-06, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. februar 2008síða 16

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 26 • 6. februar 2008 MIÐvIkaN 16 ➙ Menninir vóru allir fegnir og gleddu seg til at sleppa at royna fongríka grønlendska havið, so at teir kundu forvinna til lívsins uppihald hjá konum og børnum. Fyristøðumaður í Ravnsoynni var Birtu Lias úr Miðvági, sum helt til í Kontrollørvíkini. Í Tovkuqussak var tað Johan Samuelsen, úr Sumba, seinni kendur sum navigatiónsskúla­ lærari. Teir báðir høvdu verið á hesum plássum fyrr. Birtu Lias hevði samband við Føroyingahavnina. Haðani fingu teir tað, sum teir annars høvdu brúk fyri, og sum teir ikki høvdu havt yvir við. Hann var ógvuliga fittur. Komið verður til Grønlands Teir komu fyrst til Tovqussak, og her var lossað upp tann partur av lastini, sum skuldi higar. Her lógu teir í hálv triðja samdøgur, og ravnsoyggjamenninir hjálptu hinum at seta skúrarnar upp. Afturfyri skuldu hesir hjálpa ravnsoyggjamonnum at skipa fiskin umborð til heimferðina. Útróðurin í Tovqussak byrjaði 21. juni, og teir fingu gott veður alt summarið. Teir høvdu 102 dagar til útróðurin, og av teimum vóru bert tveir uppløgudagar. Teirra veiða gjørdist tilsamans 717 tons. So var farið suður í Ravns­ oynna. Veðrið var so gott, at teir fyri tað kundu sovið úti. Her skuldi so eisini knossast í land. Helmað var ikki í í hálvtriðja samdøgur, sum hetta arbeiði tók. Teir fingu bert hvíld eina løtu uppá fýra tímar. Síðani fóru teir at seta skúrar­ nar upp. Teir vóru soleiðis innrættaðir, at í aðari helvtini var kókað og sovið. Í hinari var saltið, og her skuldi fiskurin saltast. Tá ið skúrarnir vóru komnir upp, varð saltið koyrt í land. Alt gekk annars gott. Men fiskaríið var mislukkað, serliga har suðuri, har var lítið av fiski. Mest varð róð við línu. Til agn høvdu teir steinbít, lira (eitt slag av steinbíti) og kalva. Viðhvørt var farið suður um oyggjarnar sunnanfyri Ravnsoynna. Her var nakað av fiski ta einu tíðina. Annars varð róð bæði norður eftir og beint úteftir. Eina viku fingu teir nakað av flatfiski. Tá fingu teir tríggjar ella fýra ferðir uppí bátin. Teir fingu post eina ferð fyri summarið og kundu í gomlu bløðunum frætta »seinasta nýggja«. Tá komið var til ólavsøku sóu teir, at her fór lítið at koma burturúr, og tá komið var út í august var tað greitt, at árið var miseydnað. Tað einasta teir vistu við vissu vóru útreiðslurnar, sum ikki slapst undan. Ringasti mánaði var september. Tá var veðrið so ólagaligt, at teir høvdu bert tveir ella tríggjar útróðrardagar um vikuna. Ravnsoyggjamenninir fingu 660 t. Hjá teimum var fiskurin størri enn í Tovqussak og gav hetta hægri miðalprís. Í miðal fingu bátarnir 170 skippund. Útróðrardagarnir høvdu verið 60. Tann besti báturin við seks monnum fekk umleið 285 skip­ pund í saltfiski. Hetta var báturin Valarin hjá Paula Johannesen. Báturin hjá Óla Groth Johannesen úr Dali, har Axel var við, fekk 255 skippund ella væl oman fyri miðal. Tann lakasti fekk 125 skippund. Justines í Oyndarfirði, sum var supercargo við Niels R Finsen, helt at fiskaríið hevði gingið væl eftir umstøðunum. Men fiska­ gongdin hevði júst hetta árið verið meira óvanlig, tí fiskurin hevði ikki staðið so nógv inni við land sum vanligt. Tá ið teir fóru heim, blivu skúrarnir standandi eftir saman við sjey bátum. Teir roknaðu við at koma yvir aftur árið eftir, men her kom heimsbardagin ruddiliga í vegin. Óttaðust fyri ikki at sleppa heim Meiningin var, at Niels R. Finsen skuldi koma aftur eftir teimum í september, men tá er tað, at 2. heimsbardagi er byrjaður. Hetta merkti, at skipið varð seinkað. Hetta var eitt sindur kritiskt sum heimsstøðan var, og tað vóru menn sum óttaðust fyri, at teir als ikki fóru at sleppa til hús. Teir fylgdu væl við, og hvønn dag fingu teir eina maskinskriv­ aða radioavís frá kontrollørinum. Tá vóru teir nógv meira spentir uppá radioávísuna enn uppá fisk. Teir vóru sum rímiligt er sera spentir uppá gongdina í krígnum. Men her var ikki talan um hugalig tíðindi, so væl sum tað gekk týskarum at byrja við. Tað var eisini liðið so nógv út, at fiskurin hevði undir øllum umstøðum minkað av sær sjálv­ um. Hetta vóru spennandi og keði­ ligir dagar at bíða til damparin kom. So upprann tann dagur, tá ið tað frættist, at Niels Finsen var komin til Tovqussak, og tá ið hann var liðugur har, kom hann til Ravnsoynna. Teir skipaðu umborð tað, sum skuldi heim við. Teir sigldu úr Ravnsoynni 16. oktober. Ein slík seinkan kann merkja nógv fyri veður hesa tíðina á árinum. Axel sigur, at honum dámdi sera væl at rógva út burtursæð frá tí, at ov lítið var av fiski. Hetta hevði dámað honum nógv betri enn at vera við slupp. Á ferðini heim vóru 250 mans, 34 útróðrarbátar og 1325 tons av saltfiski. 11 bátar vóru á dekki­ num, so teir saman við teimum trimum bjargingarbátunum hjá skipunum kundu taka alt fólkið, um illa vildi til. Á dekkinum vóru eisini 109 full lýsiføt umframt mong ásett bensin­ og oljuføt. Alt, sum var á dekkinum var væl og virðiliga surrað. Á lasta­ lúkurnar vóru lagdar tríggjar presendingar, hvør oman á aðra at tryggja, at menninir skuldu vera turrir í lastini. Tvær lúkur vóru at ganga upp og niður av dekkinum Buldrasliga heimferðin Axel sigur, at teir høvdu gott veður fyrst á ferðin. Tann 18. á midnátt, tveir dagar aftaná fráferðina, vóru teir á Kappanum nærindis landi. Tað var nærum sum á gólvinum so slætt, og tað var fullmáni. Men tað var nógvur streymur. Axel mintist, hvussu tað holaði á sjónum av berum streymi. Tað var á sama hátt sum á ferðini yvir, at teir búðu á millum­ dekkinum. Tey kokkahúsini, sum høvdu verið umborð á ferðini yvir, høvdu verið tikin burtur, men vóru nú sett aftur uppá pláss. Axel minnist, at onkur tók til, tá teir fóru úr Grønlandi, at tað var munur á at vera við einum slíkum stórum fartoyi, og so við eini lítlari slupp. Tað var eisini givið, at man føldi seg nógv tryggari. Men teir fingu annað at síggja. Men kl. 6 um morgunin vóru teir í eini orkan. Skipið sigldi upp við Eysturgrønland alla náttina. Tað segðist, at skiparin sigldi tann vegin, tí hann var bangin fyri at koma inn á rutuna hjá Amerikalinjuni. Kríggið var jú byrjað, og skip­ arin var bangin fyri kavbátum. Tað var eisini frætt frá bumbaðum skipi á hesum leiðum. Axel sigur frá, at nakrir mans fóru upp á dekkið, og vóru sera bilsnir at síggja, hvussu veðrið var. Tá lá hann og andøvdi og hevði lagt upp ímóti vindinum. Men hann hevði so lítla kraft, at hann var ikki mentur at halda honum uppi. Tá ið Axel kom uppá dekkið hevði hann fingið ein sjógv, so annað kokkahúsið, tey vóru sum hjallar so stór, var farið úr surringini og lá skorað millum ruffið og lúnningina. Allir bátarnir á lúku 1 og 2 vóru í sori. Kommandobrúgvin var eisini brotin í bakborð. Ein av føroyingunum varð settur upp á brúnna at varskógva fyri sjógv. Axel minnist, at hann hitti Óla Groth, sum hann róði út saman við. Hann segði, at “nú restaði lítið í hjá sær”. Men Axel spurdi ikki meira. Hann skilti seinni, at Óli varð slongdur av brúnni fram í gron og síðan aftur eftir móti brúnni, men hann fekk ikki eitt prus. Teir blivu liggjandi, men so fór skipið at lensa, tað vil siga at sigla undan vindinum. Men tá ið teir høvdu siglt nakað komu teir í ein sjógv, sum var eitt grunnbrot. Nakrir útróðrarmenn vóru á dekkinum, men tíbetur ikki nógvir. Sjógvurin hevði fylt uppá brúnna. Teir vóru nakrir, sum stóðu framvið verandaini beint undir stýrihúsinum. Tá er tað, at teir komu í hendan sjógvin. Tað var ikki brot, sum ein van­ liga sær úti á havinum. Hetta var boðabrot. Tað vóru jarnstúttur, sum stóðu framvið hesi niðaru brúnni upp undir stýrihúsið, har menn stóðu og stýrdu. Axel Hetta kortið vísir rutuna hjá Niels R. Finsen, og plássini har teir róðu út Tann fyrri sjógvurin knústi kommandobrúnna stýriborðsmegin og tók eisini telegrafstøðina fyri borð