mikudagur 6. februar 2008síða 15
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
miðvikan
Siðsøguligt tilfar
í Sosialinum mikudagar
Tað hevur ofta staðið á
hjá føroyskum sjómonn
um. Fleiri ferðir hevur
tað verið tætt við teim
um heilt stóru vanlukku
num. Eitt dømi var
Waagen í 1888 á veg
heim úr Íslandi við nógv
um útróðrarmonnum.
Eitt annað dømi um
hetta er ferðin í 1939
heim úr Grønlandi hjá
Niels R. Finsen við fleiri
hundrað útróðrarmonn
um. Niels J. Arge hevur
frásøgn um hesa hend
ing í hansara bók Teir
tóku Land. Men í 1972
hevði Eyðun Andreassen
samrøðu við Axel Dals
gaard úr Skálavík, sum
eisini var við. Tað sum
Axel ikki hevur tikið við,
hava vit úr frásøgnini hjá
Niels Juel. Tær flestu
myndirnar eru eisini úr
hansara bók “Teir tóku
land”
Grønlandsútróður hevði stóran
týdning fyri Føroyar í mong
ár. Hann var eisini ein partur
av politiska orðaskiftinum. Ein
tann fremsta grundgeving fyri
samband við Danmark var, at
uttan ríkisfelagsskap mistu vit
rættin til hendan útróður. Men
hetta er so alt søga.
Fyrstu royndirnar hjá føroying
um undir Grønlandi vóru í 1906.
Fiskiskapur við skipum byrjar
rættiliga í 1920unum, og hann
kom at hava sera stóran týdning
fyri okkara samfelag í nógv ár.
Her var eisini talan um útróður frá
skipum.
Tað var í 1934, at føroyingar
av álvara byrjaðu at rógva út
frá landi í Grønlandi. Tann fyrsti
sum royndi hetta var Elias
Johannesen, Birtu Lias (1877
1954), sum var úr Miðvági.
Í 193536 varð gjørd ein
stórsligin roynd við eini flótandi
útróðrarstøð, og var hetta Anana,
har manningin tilsamans var 160.
800 mans søktu til
Grønlands
Men fyrstu ferð føroyingar í
stórum tali fara til Grønlands
at rógva út frá landi var í 1939.
Nú varð loyvi fingið umframt í
Føroyinghavnini eisini at rógva út
í Ravnsoynni og Tovqussak.
Í samráðingum, sum høvdu
verið í Keypmannahavn hetta
árið, hevði stjórnin játtað at virka
fyri, at føroyingar fingu tvær,
kanska tríggjar støðir á landi.
Tað var lýst í bløðunum eftir
monnum, sum høvdu áhuga, og
hann var stórur. Heilir 800 menn
søktu. Hetta sigur nakað um,
hvussu stórt arbeiðsloysi var tá.
Kanska var tað eisini hugurin at
royna nakað nýtt.
Ætlanin var at taka til í stórum
og at loyva 500 monnum at fara.
Til tess at stuðla hesum varð
tann 17. mars stovnað lutafelagið
Útróðrarfelagið Grønlands.
Millum nevndarlimirnar var
Poul Juel Djurhuus, Havn, ið
tá var formaður í Føroya Fiski
mannafelag. Hann var beiggi
Hans Andrias Djurhuus, sum var
umrøddur í seinastu Miðviku.
Ætlanin var, at hvør maður
skuldi inngjalda kr. 25. Teir vóru
spurdir, um bátaløgini kundu
veita vissu fyri, at teir høvdu ræði
á góðum, rúmligum bátum við
motori, og um teir kundu skaffa
skúrar til goymslu og at búgva í.
Ætlanin var at leiga tvey skip
at fara til Grønlands við fólki og
útgerð.
Tað gekk tó ikki so væl at fáa
fígging. Hetta var ein verkætlan,
sum var ætlað at kosta kr.
400.000, og hetta var ikki smá
pengar tá í tíðini.
Tá ið avtornaði var “bert” møgu
ligt at geva 225 monnum hendan
møguleikan at fara til Grønland,
men hetta var framvegis eitt
stórt tal. Menninir vóru úr øllum
landinum, úr Svínoy til Mykinesar
og Sumbiar.
Útróðrarfelagið noyddist at læna
kr. 60.000 til hesa ætlan. Síðan
leigaði felagið danska damparan
Niels R. Finsen hjá felagnum
DanskNorsk at flyta menninar við
bátum og útgerð fyri summarið.
Skipið skuldi so eisini koma eftir
teimum tíðliga um heystið.
Bátsmanningarnar vóru 41
í tali og vóru býttar við 21 til
Tovqussak og 20 til Ravns Stóroy.
Fíggjarliga var skipað soleiðis
fyri, at menninir skuldu gjalda sín
part av kostnaðinum fyri at fáa
hetta í lag, og kostnaðurin varð
so tikin burtur av úrtøkuni.
Farið var av Havnini til Grøn
lands seinnapartin í mai.
Við sær yvir til Grønlands høvdu
teir allar bátarnar og annars alla
útgerð, sum kravdist. Tað var salt,
proviantur, bensin, olja og ikki
minst tilfar til skúrarnar, sum hvør
bátsmanning skuldi hava.
Tað hevði ikki verið róð út í
hesum plássum fyrr. Tí høvdu teir
skúrarnar við úr Føroyum. Teir
vóru gjørdir í Havn og settu teir
upp har yviri.
Túrurin gekk gott yvir, og teir
høvdu tað gott, men umstøðurnar
umborð vóru vánaligar. Skipið
var als ikki útgjørt til so nógv
ferðafólk. Menninir lógu allir á
millumdekkinum, har koyggjur
vóru settar upp, og her var eisini
skaffað. Vaskirúm og toilettir
funnust ikki. Teir høvdu gjørt tvey
hús á dekkinum, sum vóru nýtt til
kokkahús. Onkrir av føroyingunum
vóru kokkar fyri føroyingarnar
umborð á túrinum.
Axel á Mølini:
Dramatiska ferðin við
Niels Finsen í 1939
Óli Jacobsen
olij@sosialurin.fo
Elias Johannesen í Miðvági, 1877-1954, var tann fyrsti sum fór til Grønlands
at rógva út frá landi.Hann var formaður í Ravnoynni í 1939.
Soleiðis búðu útróðrarmenninir. Hesin skúrur var í Ravnoynni.