mikudagur 6. februar 2008síða 14
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14 tíðindi
Nr. 26 - 6. februar 2008
Vit hava frætt seinastu
tíðindi frá Kára við Stein,
okkara manni í Grønlandi
Hann greiður frá:
17. januar
Í dag er stilli og – 14 stig.
Akamalik er inni í Nuuk. Hann
landar og skiftir fólk. Frætt er at
Markus manglar lítið í fulla last.
Teir skulla til Íslands at landa og
bunkra tungolju. Frá Atlantic
Enterprice er frætt, at teir mangla
um 70 tons í last. Teir mistu allan
reiðskapin og fóru so inn í ísin at
rigga eitt trol til. Teir koyrdu so
trolið út aftur. Tað var ófantaligt
veður og lítið at fáa. Dagin eftir
varð betri veður. So riggaðu teir
dreggið til, og tað lukkadist at
fáa alt inn aftur, sum teir høvdu
mist. Hetta var ein góður fongur.
Gongur alt, sum tað skal,
skulla teir landa St Anthony her
sunnudagin, og fer hann so til
Harbour Grace at skifta fólk.
Ocean Tiger hevur verið inni í
Íslandi herfyri og landa rækjur úr
Eysturgrønlandi. Sum skilst
høvdu teir troffið við nakað av
rækjum á Billini, sum teir kalla,
tá tað var komandi at fyri á ísi,
sum nógv er av. Tað sigst, at tað
er óvanligt fyri hesa tíðina.
21. januar
Í dag eru -6 stig og stilli. Lómur
kom inn at landa í morgun. Teir
hava gott 90 tons inni. Teir skulla
sigla í morgin árla. Rækjuvirkið
varð stongt 19. desember. Tað
opnaði aftur fyri avreiðingum 2.
januar. Nú hava teir so funnið
útav, at teir skulla steingja virkið
frá 27. januar til 4. februar, tí
teir skulla skifta valsar á
pilkimaskinuni. Tískil fær
rækjuflotin aftur eina eyka feriu.
Polar Natarnaq var inni í
Aasiaat og landadi. Teir fóru út
aftur leygardagin nýggjan túr.
22. januar
Í dag eru – 7 stig og vindur av
vestri. Qaqatsiaaq kom inn at
landa í morgun. Teir hava knappa
fulla last inni. Søgur siga, at
rækjufiskiskapurin pr. dag er
minkaður í tonsatali hjá
trolarunum, og er hetta galdandi
fyri øll fiskimið.
23. januar
Í dag er vindur av vestri, kava-
ælingur og – 8 stig. Qaqqatsiaq
var liðugur at landa í nátt kl
0200, og teir loystu nýggjan túr
kl 0800 í morgun. Regina C er
inni í Nuuk og landar. Teir hava
gott 200 tons inni. Teir skulla
skifta fólk nú eisini. Akamalik
kom inn til Nuuk eftir nýggjum
trolgreiðum. Natarnaq kemur inn
til Nuuk í morgin at landa. Nú
verður sagt, at trolararnir liggja
her útfyri í Holsteinsborgdýpin-
um og royna.
Toskabátarnir har suðuri havi
so at siga ikki verið úti fyri
veður. Ein línubátur hevði sett
gott 30 stampar inni á onkrum
fjørði. Teir fingu eini 800 pund,
bara skrambul av fiski. Tað var
so at siga eingin toskur. Tað var
mest uvaq, eitt slag av toski, og
onnur fiskasløg.
27. januar
Mesti kavi í nærum 40 ár
Í dag eru -15 stig og lot av
norði. Lómur kom inn at landa í
morgun. Teir hava gott 50 tons
inni. Tað hevur ikki verið
roynandi fyri ísi hjá teimum.
Tad er ein øgiligur kavi, sum
vit hava fingið her. Eg minnist
ikki, at vit hava haft so nógvan
kavi, síðani eg kom her yvir
fyrstu ferð í 1970. Tað hevur
eisini komið kavi so at siga
hvønn dag í langa tíð. Eg veit
ikki, hvussu nógvar
kubikkmetrar av kava, sum eg
havi varpað út úr mínum garði,
men tað eru heilt nógv. Eg havi
keypt mær eina kavamaskinu, og
hon sproytar kavan langa veg.
Skuldi tað havt verið gjørt við
hond, so vóru armanir blivnir
langir av at kasta kavan.
28. januar
Í dag er – 18 stig og eitt lítið lot
av eystri. Polar Nagtoralik landar
í Nuuk í dag og Polar Amaroq
kom inn higar at landa í morgun.
Har var alt fult hjá teimum.
29. januar
Í dag eru – 17 stig. Polar Amaroq
var liðugt landaður og sigliklárur
um 0300 tíðina. Teir máttu tó
bíða eftir fólki, sum skuldi koma
vid flogfari um døgurðatíð.
Lómur loysti nýggjan túr. Sum
skilst, skulla teir landa í Pamiut
nakrar túrar. Ocean Tiger kom
vesturum í gjár. Har var so at
siga ikki rækja at fáa í Eystur-
grønlandi og ísviðurskiftini vóru
stak vánalig.
30. januar
Roktúrur hjá føroyskum skipi
Í dag eru – 17 stig og stilli.
Artic Viking kom til Reykjavík í
morgun at landa frá Flemish
Cap. Teir hava haft ein óføran túr
hesaferð. Sum skilst hava teir
bert fiskað í 18 dagar. Óført.
Í morgin 31. januar skal
Tasermiut landa í Nuuk.
Grønlandstíðindi
Kári við Stein
Roktúrur hjá Arctic Viking
Sunnir dagstovnar í Klaksvík
Dagstovnarnir og dagrøktin í Klaksvík varpa nú ljós á sunnan kost. Í hesum
sambandi eru stig tikin til, at børnini í ansingarskipanini fáa frukt dagliga.
Børnini í dagrøktarskipanini fáa frukt, tá tey eru í spælistovuni. Hanna
Thøgersen, samskipari fyri ansingarskipanini sigur við heimasíðuna hjá
Klaksvík, at dagstovnarnir við hesum átaki vilja vera við til at ganga á odda
fyri at varpa ljós á sunnan lívsstíl og tryggja, at børnini verða víst á tann sunna
hugburðin. Í samband við at Klaksvíkar Kommuna fyllir 100 ár, fara
dagstovnarnir harumframt at skipa fyri ymsum forvitnisligum tiltøkum í ár.
Artic Viking