mikudagur 6. februar 2008síða 13
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 26 - 6. februar 2008
13
nøvn
»Tann vakrasta tøkkin fyri Guds
gávur er at geva tær víðari.«
Tað er ikki lætt at finna orð fyri alt tað sum
omma hevur verið fyri okkum systkin.
Men orðini omanfyri vísa hvussu omma
var - gávumild og gevandi alt lívið. Líka-
mikið hvat tað var, so var tað trygt og gott
at koma til ommu. Vit kenna einki menn-
iskja so gevandi sum hana.
Tað vóru tung boð at fáa fyri nøkrum
mánaðum síðani, at omma var farin á
sjúkrahúsið við blóðproppi á heilanum. Vit
minnist tann leygardagin, sum um alt stóð
stilt eina løtu og vit vóru so bangin fyri, at
vit fóru at missa hana. Tó hjálpti tað eitt
sindur, tá vit dagin eftir fingu at vita, at
hon var vakin og royndi at tosa. Vit hugsaðu
at tað mátti vera ræðuligt hjá henni ikki at
kunna tosa, tí hon var eitt menniskja, sum
man altíð hoyrdi. Hon tosaði bæði nógv og
hart, og tá man var saman við henni, fylti
hon fyri fleiri onnur.
Hon var altíd glað og hon elskaði síni
ommubørn og langommubørn yvir alt á
jørð. Vit kunnu ikki ímynda okkum eina
betri ommu og langommu. Tað er ikki nemt
at halda tárunum aftur, meðan vit skriva
hetta, tí vit sakna hana. Men tað er ein stór
troyst at vita, at hon hevur tað gott nú
millum síni kæru. Henni longdist heim
eftir abba, eftir sínum foreldrum, sínum
systkjum og øllum teimum mongu trúføstu
vinum, sum fóru undan henni, og sum hon
var so góð við.
Omma var altíð sterk og kom seg eisini
væl eftir blóðproppin, hóast hennara tala
og skil aldrin gjørdist tað sama aftur, men
hon royndi alla tíðina. Men tað var longu,
tá hon gjørdist sjúk, at vit mistu eitt sindur
av henni og tað er sagt í allar bestu meining,
at hennara sjúka gjørdi tað nemmari fyri
okkum at góðtaka tað, at hon doyði nakrar
mánaðar seinni. Hon viknaði nógv, og vit
sóu eftir nakrar vikur, at hon ongantíð fór
at gerast tann sama aftur, hóast vit vónaðu
tað besta.
Omma var á ellisheiminum í Vágum tann
síðsta mánaðan av lívi sínum, har hon
treivst væl og hevði tey nærmastu rundan
um seg hvønn einasta dag. Tað var nakað
hon var glað og takksom fyri. Tey nærmastu
vóru hjá henni líka til hennara síðsta anda-
drátt.
Omma var altíð ein trúgvandi kona og
tað var nemt at síggja í tí menniskja hon
var. Hon fylti so nógv og tað verður so
nógvur saknur í ikki at kunna fara inn til
hana, tí hon var altíð heima og bíðadi til
onkur av børnunum ella ommubørnunum
kom inn at vitja um dagarnar. Altíð var
drekka klárt og okkurt gott afturvið, meðan
hon sat í sofuni ella stólinum og bant okk-
um sokkar.
Tað er tómt hjá tær Bjarki, og tað tekur
sína tíð at koma yvir sorgina, men tann
tíðin ger okkum eisini sterkari, hóast tað til
tíðir er svárt. Men vit hava so nógv góð
minnir í hjartanum, sum eingin kann taka
frá okkum. Tey minnini eru verd at hava í
huga.
Góða omma, vit sakna og elska teg so
nógv. Takk fyri at tú elskaði lítlu Alisu so
nógv.
Friður verið við minninum um kæru
omma okkara. Takk fyri alt.
Lennard, Nora, Vivi, Sunneva,
Jórun og lítla Alisa
Minningarorð um okkara
høgt elskaðu ommu
Noru Beder Johannesen
Frá hósdegnum 7. februar
til mikudagin 13. februar
hevur Verkhúsið Stíggjur í
Saltangará málningafram-
sýning í Smiðjuni í Lítluvík.
Málningarnir,
ið
verða
vístir fram, eru myndir, sum
listamaðurin Magni Mikkel-
sen av Toftum hevur teknað.
Magni, ið er 40 ár, hevur
Down Syndrom, hann er
ein av teimum 22, sum hava
sína dagligu gongd á Verk-
húsinum Stíggi. Magni hev-
ur altíð teknað. Hann teknar
tað hann leggur merki til,
tað sum er inni í rúminum,
gjarna í trívídd. Alt hetta
setir hann hegnisliga saman.
Myndirnar eru allar teknað-
ar við penni og litaðar við
vatnlitum. Framsýningin let-
ur upp við fernisering hós-
dagin 7. februar kl. 17.00.
Framsýningin er opin
hesar tíðir: Hósdagin 7.
februar verður fernisering
kl. 17 og opið er til kl. 20.
fríggjadagin 8. februar er
opið frá kl. 11-17, leygar-
dagin 9. februar er opið frá
kl. 10-14, sunnudagin 10.
februar er opið frá kl. 15-
18, og frá mánadegnum 11.
februar til mikudagin 13.
februar er opið frá kl. 11-
17.
Magni í Smiðjuni
í Lítluvík
Dagurin
7. februar. Rikard, deyður umleið ár 720. Enskur
kongur, sum gjørdi pílagrímsferð til Róm og Heilaga
landið, men doyði longu á útferðini.
Magni Mikkelsen av Toftum hevur framsýning í Smiðjuni frá 7.
til 13. februar
Diamantbrúdleyp
14. februar 2008 kunnu
Mathilda og FríðrikPoulsen
Klaksvík
halda 60 ára brúdleypsdag
Dagurin verður hildin á Klaksvíkar Sjómansheimi
frá kl. 18-23. Øll eru hjartaliga vælkomin.
Tíðin rennur sum streymur í á ...
Tøkk
Tøkk yri sýnda samkenslu, tá maður og pápi
okkara
Ove Laursen
doyði.
Beinta og børnini
nýggjur
lýsingarmiðil
40” lýsingarskíggjar kring landið
Skíggjarnir hanga á hesum støðum:
• Kiosk Vár í Klaksvík
• Postverkinum í Klaksvík
• Kiosk Vár í Saltangará
• Haraldsen í Fuglafirði
• Mylluni í Miðvági
• FK í miðbýnum í Tórshavn
• 2 skíggjar í Handilskjarnanum í Tórshavn
• 2 skíggjar í Statoil á Argjum
Tel 34 18 00 s-lysingar@sosialurin.fo