Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-06, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. februar 2008síða 12

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 26 - 6. februar 2008 Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Er tað nakar, ið kann geva upplýsingar um eftirkom­ arar hjá Maren Frederikku Hansen (Hansdatter) úr Koltri og Hans Paula Joen­ sen, undir Kletti, í Havn? Eitt av børnum teirra var kendi handilsmaðurin í Havn, Hans Joensen, undir Kletti Hesir upplýsingar eru tøkir: Í fráflytingarlistanum fyri Suðurstreymoy sæst, at Jógvan fór til Keypmanna­ havnar 14. mai 1866, og hann er komin aftur onkun­ tíð millum 1870 og 1880, tí í 1880 er hann aftur heima og stendur at vera keypmað­ ur eins og pápin. Helst hev­ ur hann verið uttanlands og fingið sær handilsútbúgv­ ing. Kennir nakar eftirkomarar eftir Jógvan? Hans Joensen stendur at vera ”handels­ betjent” í 1880. Í 1870 eru øll børnini heima uttan Jógvan, sum tá var í Danmark. Í 1880 eru trý av børnu­ num ikki heima: Maria Anna Katrina, Nickels og Hanna Elisa. Í 1890 er Hans Pauli einkjumaður, og trý børn eru heima: Maria Anna Katrina, Hans og Andrea Karolina. Í 1901 er Hans Joensen einsamallur í húsi, og tá býr hann ikki undir Kletti. Í 1911 er hann giftur mað­ ur við Annette, ættað úr Noregi, og tá búgva tey í Niels Finsensgøtu og hava fingið sonin Hansemann. Jens av Reyni býr eisini hjá teimum. Ólavur Clementsen hevur kannað hvørji deyð eru í Havn fram til 1892, og ong­ in av børnunum hjá Hans Paula eru har at finna. Eis­ ini hevur hann hugt at lista í kirkjubókini yvir tey, ið fráflutt eru, og har fann hann heldur einki av hesum børnum. Men fráfaringar­ listarnir eru neyvan full­ fíggjaðir. Í 1901 búgva tríggjar av systrunum hjá Hans Joensen í húsunum undir Kletti: Maria Anna Katrina, Maria Elisabet og Andrea Karo­ lina. Maria Restorff, dóttir Hans Joensen, segði at tvær pápasystrar fluttu til Amerika. Hvørjar vita vit ikki. Eingir upplýsingar eru um møguligar eftirkomarar teirra ella hjá hinum systkju­ num hjá Hans Joensen. Birgit av Lofti, tlf. 312045, og Kirstin Lindberg, tlf. 314202 ella á teldupost: lofti@post.olivant.fo høvdu verið sera fegnar um onkur kundi givið teimum upplýsingar um langabba­ og langommu teirra, Maren Frederikku Hansen (Hans­ datter) ættað úr Koltri og Hans Paula Joensen, undir Kletti í Havn og systkini hjá abba teirra, Hans Joen­ sen, undir Kletti. Undir Kletti í Havn: Kann nakar hjálpa við upplýsingum? Hans Pauli Joensen, undir Kletti f. 30.12­1809 í Havn Marin Frederikka Hansen (Hansdatter) f. 07.01­1825 í Koltri Tey giftust í Havnar kirkju 14. oktober 1847 Hans Joensen og systkin hansara: Jógvan Joensen (Joen Joensen) f. 17.08­1848 Maria Anna Katrina (Marie Anne Cathrine) f. 09.02­1850 Marin Elisabet (Maren Elisabeth) f. 01.03­1852 Hans Joensen f. 25.09­1854 Johannes Joensen f. 09.10­1855 Nickels Joensen f. 20.03­1858 Hanna Elisa (Hanne Elisa) f. 09.02­1861 Poulina Fredrikka (Pouline Frederikke) f 13.04­1863 Mikal Joensen (Michael) f. 04.06­1865 Andrea Karolina (Andrea Caroline) f. 22.07­1867 Hans Pauli Joensen, undir Kletti, úr Havn Marin Frederikka Hansen, í Koltri Hans Joensen, undir Kletti og kona hansara Anette, ættað úr Noregi Børnini hjá Anette og Hans Joensen, f.v.: Maria Restorff, Rudolf Joensen, Anna Dal- Christiansen og Hans Joensen, vanliga nevndur Hansemann Føðingardagur Mikudagin 6. februar fylla tvíburarnir Eli Petersen í Havn og Petrina Rasmussen í Gørlev á Sælandi, ættaði úr Kvívík, 80 ár. Andlát og jarðarferðir Kitty Ziska Kryger, fødd Niclassen, ættað úr Klaksvík, búsitandi í Keypmannahavn, andað­ ist leygarmorgunin, 77 ára gomul. Jarðarferðin verður úr Nathanels­ kirkjuni, Holmblads­ gade 19 á Amager hós­ dagin kl.12. Jørna Sólgerð Grett­ ursdóttir Mikkelsen, ættað úr Skúvoy, andað­ ist á Ringkøbing Sjúkra­ húsi sunnudagin, 47 ára gomul. Jarðarferðin verður lýst seinni. Andlát og jarðarferðir