Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-06, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. februar 2008síða 11

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 26 - 6. februar 2008 11 Felagið Ferðavinnan í Norð­ oyggjum vil fyrst ynsk­ ja øllum Føroya fólki eitt av Harranum signað nýggjár við tøkk fyri alt í farna ári. Lítandi aftur um bak, er tað nokk gott at greiða eitt sindur frá um byrjan felagsins. Ferðavinnan í Norðoyggj­ um var stovnað 12­04­1994 í Klaksvík, og í fyrstu nevnd felagsins vóru vald: John B. Hansen, formaður Veronika Petersen, næstformaður Tróndur Fuglø, kassameistari Emma Heinesen og Gerda Arge, tiltakslimir. Primusmotor vóru tær báðar, ferðaleiðarnir, Súsanna Olsen og Emma Heinesen. Eftir stovnan felagsins vóru tær báðar bodnar á fund við táver­ andi borgarstjóran í Klaks­ víkar Kommunu Jógvan við Keldu. Á skránni var evnið Ferðavinnan í Norð­ oyggjum. Borgarstjórin bjóðaði ferðavinnuni at nýta partar av býráðshøllini til Kunningarstovu. Hetta var eitt sera gott tilboð, sum var móttikið við tøkk. F.I.N. byrjaði sítt virki tá, og skjótt var Norðoya Kunningarstova ein veruleiki. Felagið fekk nakað av stuðul frá Klaksvíkar Kommunu, umframt hølið, men at byrja við var ongin stuðul latin hesum stovni frá Ferðaráð Føroyar. F.I.N. og N.K. høvdu eitt ógvuliga gott samstarv við leiðarnar av hinum feløgunum runt i landi­ num, og var tað serliga spennandi og mennandi at samstarva við Ingigerð á Trøðni, Kunningarstovan í Tórshavn, Peter Martin Petersen, Kunningarstovan í Fuglafirði, og Poula Strøm, Suðuroy, Niels í Vágum og Àlvur í Eysturoy. F.Í.N. royndi at skipa fyri tiltøkum, ið kundu fíggja virksemið Norðoya Kunn­ ingarstovu, líka frá Føroya­ kvøldum við Norðoya Dansifelag og Fornminna­ felagið. F.Í.N. skipaði eis­ ini fyri útferðum og einkult­ um gongutúrum, Bingo og útleigan av summarhúsum og íbúðum. Emma Heinesen var settur leiðari av Norðoya Kunningarstovu og fekk hon hjálp av formanni felagsins. Tað koyrdi ógvuliga tungt fíggjarliga, og eina tíð starvaðust bæði leiðari og formaður í N.K. fyri so at siga onga løn. Tey skift­ ust at arbeiða aðru hvørja viku. Lønin var umleið 1/3 av vanligari arbeiðaraløn. Í 1995 frættist, at Lands­ verkfrøðingurin hevði keypt nøkur hús/skúrar, sum hann vildi selja. Vit keypti 6 stk. Hetta keyp var so fíggja við láni, og tað gekk. Húsini stóðu omanfyri Kvívík, og F.Í.N. fekk tey transporterað til Klaksvíkar víð Smyril. F.I.N. hevði gjørt eina leigusáttmála við Føroya Jarðarráð um eitt lendi, sum Karl Heri Joensen, bóndi, hevði havt eitt vak­ strarhús á, Úti í Grøv. Ferðaráð Føroyar vístu okk­ ara projekti um tjaldpláss úti í tað náttúru vakra Grøv, stóran áhuga. Tað var sjálvsagt, at stuðul skuldi ikki mangla, hvørki frá grunnum ella stovnum undir Føroya Landsstýri. Ja, sjálvt Ùtvarp Føroya var her norðuri og hugdi at økinum og gjørdi eina samrøðu við formannin Í F.I.N. Alt sá ljósareytt út, men ak, tað vístu seg heilt skjótt, at tað vóru hóp­ in av forðingum, um tað ið stuðlast skuldi lá uttanfyri Tórshavn. Vit fingu ikki eitt oyra í stuðul. Bygningarnir, sum nú stóðu á betonfundamentum á tjaldplássinum, byrjaðu at forfalla. Okkara lokali arkitektur, Tróndur Fuglø, teknaði eitt ógvuliga vak­ urt tjaldingarumhvørvi, men vegna okkara peningatrot mátti tað bíða. Vit fingu góðan stuðul frá fleiri virkjum og eisini Klaksvíkar Kommunu stuðlaði, og tað eru vit framvegis takksom fyri. Árið 2002 var tørvurin á barnaansing í Klaksvíkar Kommunu sera stórur. F.I.N. og Klaksvíkar Kommuna gjørdu ein leigu­ sáttmála, sum gjørdi tað møguligt, at kommunan fekk eina útibarnagarð, sum eitur Fjallafípan. Hetta hevði so við sær, at F.I.N. kundi fara undir at gera eitt nútímans tjalding­ arpláss. Hetta tjaldingar­ pláss hevur nú verið opið summarmánaðirnar í nøkur ár. Á tjaldingarplássinum eru 3 hús, sum geva tjald­ arum atgongd til køk, mat­ stovu, wc og brúsu. Møgu­ leiki er eisini at yvirnátta í einum av húsunum. Á grasfløtuni er pláss fyri umleið 10­15 tjøldum. Hetta tjaldplássið er á einum tí vakrasta staði tá hugsa verður um útsýnið og umhvørvið. Emma Heinesen gavst, sum leiðari av N.K um hálvan februar 2001 eftir at hava gjørt eitt megnar avrik og F.Í.N. er Emmu ógvuliga takksom fyri hennara tænastu til frama fyri N.K. og F.I.N. Tann 1 mars 2001 fingu N.K. og F.I.N. eitt tættari tilknýtið til umsiting Klaksvíkar Kommunu. T.d. kom bókhaldi hjá F. Í.N. at verða lagt saman við tí hjá klaksvíkar Kommunu. Tað var um hetta mundi, at Christian Olsen bleiv settur sum leiðari av N.K. Nú byrjar eina nýggj tíð hjá F.I.N. sum fær meira av peningi, bæði sum stuðul frá Ferðaráði Føroya og Klaksvíkar Kommunu, eis­ ini frá hinum kommunu­ num í Norðoyggjum. Leiguinntøkurnar veksa eisini, tí nú er undirsjóva­ tunnil komin og við honum nógv fleiri vitjandi úr øllum Føroyum. Á vári 2007 lat nýggjur stovnur upp í Klaksvík, og er her talan um Miðlan. Hetta førdi við sær, at Norðoya Kunningarstova stóð uttan høli, ein fyribils loysn var funnin á hesum trupulleika, ið bert skuldi varða nakrar fáar mánaðir. Enn hava vit bert eitt lítið høli. Klaksvíkar Kommuna arbeiðir við at skaffa okkum eini størri og meir sjónlig høli. Klaksvíkar Kommuna. sum hevur stuðlað okk­ um ótrúliga væl fíggjarliga, eigur stóra takk, somuleið­ is stóra tøkk til umsiting­ ina, sum hevur veit okkum hjálp tá ið á hevur staðið. D.D. tann 1 februar 2008 er nevndin í F.I.N. mannað við fylgjandi: John B. Hansen, formaður Olivar Askham, næstformaður Henrik Thøgersen, nevndarlimur Erikka Eltør, nevndarlimur Gunvá við Keldu, nevndarlimur Jórun Høgnesen og Anna Lassen er eykalimir Gunvá og Jórun umboðað Klaksvíkar Kommunu. Um hálvan december 2006 mistu vit okkara dugnaliga leiðara í N.K. Christian Olsen, og var tað ein dyggur smeitur. Ærað verið minnið um Christian. Í dag starvast 1 ½ fólk á Norðoya Kunningarstovu Á Norðoya Kunningar­ stovu er Maiken Steinberg settur leiðara frá 01­03­ 2007 Og Unn Joensen arbeiðir hálva tíð. Arbeitt hevur verið mið­ víst við at kunna veita og bjóða kundum okkara eitt meir fjølbroytt úrval av tænastum, og hevur hetta merkt at F.I.N. og Norðoya Kunningarstova hava økt um sínar inntøkur, eins og nógv fleiri ferðafólk gera brúk av tjaldplássi okkara. Onnur spennandi projektir eru eisini væntandi at fara av bakkastokki innan stutta tíð. Samanum tikið so gong­ ur tað móti ljósari tíðum, ikki bara í okkara vøkru náttúru, men eisini fyri Ferðavinnuna í Norðoyggj­ um og Norðoya Kunningar­ stovu, sum í dag eru púra óheft av Klaksvíkar Kommunu, og standa á egnum beinum. Vónandi fær F.Í.N. eisini fleiri nýggjar limir í nærmastu framtíð. Vit síggjast í Norðoyggjum Við heilsan og vón um eitt eyðnuríkt gott ferða­ vinnuár í 2008. Nýggjársheilsan frá Ferðavinnuni í Norðoyggjum Formaður í F.Í.N. John B. hansen Aftursvar til millum­ spælið hjá Kára Davidsen Takki fyri svarið, ið gjørd­ ist øðrvísi og drúgvari, enn eg væntaði, og eri eg ikki sørt bilsin. Fari tí fyrst og fremst at royna at ansa eftir, hvussu eg málberi meg, so at tað verður ikki misskilt. Sjálvandi hevur tú tín fulla rætt til at gera av, hvør ið er tín “vinur”, men var eg so góðtrúgvin at halda, at eg kundi loyva mær at skriva tað. Rætt er, sum tú sigur, at vit eru ikki komnir á gátt hjá hvør øðrum, men vit hava kort­ ini kenst frá barnsbeini, uttan at kinkur hevur verið á tí kenn­skapinum. Gott er. Hugsaði meiri um orðið vinur, sum tað verður lýst í Ordbog over det danske sprog, tí týðningurin, nevndur í Móðurmálsorða­ bókini, er í mínum eygum sera avmarkaður. Tó so, bókin nevnir eisini onnur dømi um orðið vinur, t. d. “..hann er vinur, ið vomm sær..” Hetta vísir kanska, hvussu torført tað er at skriva orðabøkur, so at tær eru nýtiligar. Tú sigur, at “man merkt die Absicht, und wird verstimmt”. Har hava vit báðir kanska sitið við somu kenslu, eftir at hava lisið greinina hjá hvør øðrum. Orsøkin til, at eg sendi spurningar mínar og viðmerkingar til Dimma­ lættingar, er, at eg helt greinina beint fyri valið um Kára á Rógvi, har stundir vóru ikki at verja seg, vera óhóskandi álop á tann politiska flokkin, sum tú, púra rætt, sigur: “, tú, vart og ert eitt gamalt umboð fyri”. Var eg yngri, hevði eg kanska gjørt meiri fyri flokkin, men árunum ráði eg ikki yvir. Ikki gong­ ur okkum altíð soleiðis, sum vit vóna. Tað manst tú sjálvur sanna. Annað, ið tú sigur í tí sambandi, fer aftur við borðinum. Jú, eg var sera harmur um, at tín grein kundi vera við til at fáa fólk at venda sær frá tí politiska flokki, sum, haldi eg, kann vera fólki og landi at gagni. Serliga haldi eg, at løtan, tá ið grein tín stóð í Dimmalætting, var sera óheppin fyri flokkin, tí ikki vóru stundir at svara aftur fyri valið. Um grein tín, ið spratt úr politiskum orða­ skifti á Rás 2, var til for­ mannin fyri Orðabóka­ grunnin, kundi hon havt bíðað til eftir valið, og so hevði eg latið tykkum báðar gjørt upp tykkara millum. Takki fyri viðmerkingar tínar annars, tær eru sum heild upplýsandi, men søguliga tørvar nakað, soleiðis at skilja, at nøkur árstøl verða nevnd, men onnur viðkomandi árstøl eru ikki at finna: Lesarin veit ikki, nær stuðningur er veittur teimum ymisku orðabókunum, ið tú nevnir, um tað skal setast í sam­ band við sitandi nevnd og avrik hennara. Tað sagda hevur ofta eins stóran týðning og tað tagda. Men sumt av tí, tú nevn­ ir, hevur týðning fyri orðabókaútgávu: Manna­ gongdir fyri orðabøka­ arbeiði, reglugerðir eiga at verða fylgdar, tørvur á dygdargóðum føroyskum orðabókum osfr. Kortini skilji eg ikki reiðiliga tínar viðmerkingar um aðrar orðabøkur, ið tú samanbert við tína. Tjúktin á bókum er ikki altíð tað sama sum dygdin. Í mínum eygum er gleðiligt, at okkara lítla mál hevur vinir, ið geva øðrum høvi at læra tað. Eingin fer væl av, at annar fer illa. Øðrum enn lesandi tørvar ivaleyst orðabøkur. Ivist onga løtu í, at navni tín, Kári á Rógvi, dugir at svara fyri seg, og skal hann eisini sleppa at gera tað fyri mær, men vóru spurn­ ingar og viðmerkingar mín­ ar sum áður nevnt grund­ aðar á ta fatan, at grein tín skaddi Sjálvstýrisflokkin meiri, enn hon gagnar orðabókaútgávu. Ta hólm­ gonguna skulu tit báðir sleppa at eiga. Rætt er, at skjótt er at seta nakrar reglur saman, tá ið á stendur, men munur man vera á, tá ið ein bara hevur seg sjálvan at hugsa um ­ sum í hesum føri vit báðir ­ og ikki eina nevnd, har fleiri skulu standa við ábyrgdini, kundi eg hugsað mær. Um eg havi loypt øði í grindina, lati eg onnur av­ gera. Undir rakstri er tað maðurin, sum prikar, ið plagar at eiga tann heið­ urin. Vanliga hevur mín leiklutur í tí sambandi heldur verið at kyrra ­ bæði mann og hval. Hetta verður finala fyri mítt viðkomandi til títt intermezzo, og ynski eg tær alt tað besta. Vóni millum annað, at tú fært ta fragd og frægd at síggja títt lívsverk í nýtslu millum manna. Finala hans J. hermansen viðmerkingar