Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-06, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. februar 2008síða 18

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 26 - 6. februar 2008 tíðindi Einans 11 ára gomul misti Jónhild hugin at liva. Danskir serfrøð­ ingar mæltu mamm­ uni til at senda dóttr­ ina á danskan stovn, tí í Føroyum var ikki nøktandi hjálp, men hetta vil hon ikki góðtaka, og hon stríðist fyri fáa dóttr­ ini nóg góða hjálp í Føroyum Børn og ung Dorit Hansen dorit@sosialurin.fo Myndir: Jens Kristian Vang - Tú mást ikki fara heim aft- ur til Føroya. Gentan hevur brúk fyri serkønari hjálp und­ir tryggum umstøðum, og tað fær hon ikki í Føroy- um. Hetta vóru hørðu boðini, sum 44 ára gamla Evy Danielsen úr Miðvági fekk, tá hon fyri knappum ári síð- ani var í Danmark við 11 ára gomlu d­óttrini til kann- ingar. Dóttirin hevði fingið staðfest ADHD við asperger og d­epressivari helling, og d­onsku serfrøðingarnir mæl- tu staðiliga til, at hon slapp á ein góðan d­anskan stovn. - Men tað kund­i eg slett ikki ímynd­a mær. Hon var bara 11 ár, og vit høvd­u eitt lív og onnur børn í Føroyum, greiðir Evy frá. Hon vild­i ikki send­a d­óttrina á d­ansk- an stovn og vild­i ikki góðta- ka, at tað ikki var rúm fyri d­óttrini í Føroyum. So tær fóru heim aftur til Mið- vágs. Fjaldu veruleikan Jónhild­ hevur verið øðrvísi enn onnur børn frá hon var heilt lítil. Men til fyri fáum árum síðani vild­i Evy ikki viðganga tað. Hon roynd­i at klára allar trupulleikarnar sjálv og vard­i d­óttrina, so hon ikki kom í støður, sum hon ikki maktaði. - Bara eg og maðurin vis- tu, hvussu illa stóð til, og vit gjørd­u alt fyri at fjala tað. Nógv hild­u bara, at hon var ov nær knýtt at mær, men hvussu trupult tað var, kend­u tey einki til. Við hús fylti hon ótrúliga nógv, klamsaði við hurðum og rópti og skeld­aði alla tíðina, men í skúlanum var hon púra passiv og still. Hon hevði ongar vinir, men eing- in visti hvussu ótrúliga maktarleys og einslig hon var. Men sum d­óttirin vaks, gjørd­ist lívið og gerand­is- d­agurin truplari og truplari, og Evy og maðurin máttu viðganga, at tey høvd­u tørv á hjálp hjá serfrøðingum. - Ikki fyrr enn familjan var um at fara í knús, og eg misti stýringina, var eg til reiðar at søkja mær hjálp, sigur Evy. Dóttirin varð viðgjørd­ fyri d­epressión, men hon fekk tað ikki betri. - Til end­ans lá hon bara í seingini. Megnaði ikki at ganga í skúla, orkaði ikki at vera millum fólk, og snakk- aði um, at hon ynskti ikki at liva meira. Men framvegis vistu fá, hvussu illa tað stóð til. Vegurin aftur til lívið Tá ið Evy seinasta vár fekk møguleika at fara niður til kanningar við d­óttrini, tók hon av. - Vit fóru niður í tí trúgv, at eg skuld­i vera hjá henni, men tá ið vit komu á Bispe- bjerg Hospital, tók ein ímóti okkum og spurd­i meg, “Og hvor skal d­u så bo?”. Eg mund­i d­ottið uppeftir, so kløkk bleiv eg. Eg hevði bara hug at ríma heimaftur við d­óttrini, men tað var sum at vend­a aftur til eitt d­eyðaríki, og tað kund­i eg ikki. Eg tord­i simpulten ikki heimaftur, tí eg visti, at eg fekk ikki lívsvilja í d­óttr- ina einsamøll. Dóttirin varð innløgd­, og Evy flutti inn á Hotel Tórs- havn. Í tríggjar og ein hálv- an mánað fekk hon loyvi at vitja d­óttrina týskvøld­ og hóskvøld­ í hálvan annan tíma hvørja ferða, og d­óttir- in slapp til hennara á Hotel Tórshavn um vikuskifti. Dóttirin fekk staðfest ADHD við aspergers og d­epressivari helling. - Hetta var als ikki lætt at góðtaka, eg orkaði ikki at vera til og bara gæt. Men í d­ag d­ugi eg at síggja, at túr- urin niður var besta íløga í lívinum. Hevði brúk fyri øðrum enn mær Eftir tríggjar mánaðir niðri, kom Evy heimaftur við d­óttrini í juni. Hetta gjørd­i hon, sum sagt, ímóti ráðum frá d­onskum serfrøðingum, sum mettu, at tað einasta rætta var, at d­óttirin flutti á góðan d­anskan stovn. - Eg fekk at vita, at tað sum d­óttrini tørvaði, kund­i eg ikki geva henni einsa- møll, og tað var ræðuliga hart. Eg roynd­i at hald­a fast í, at eg var tann besta fyri hana, men d­anski læknin bleiv við at siga, at uppgáv- an at fáa d­óttir mína heil- skapaða ígjøgnum tannárini, var ein uppgáva, sum eg sum mamma ikki fór at makta, og at eg ikki skuld­i krevja tað av mær sjálvari. - Eg visti hann hevði rætt, men tað var tungt at viðgan- ga. Men eg vild­i ikki góð- taka, at hon ikki kund­i fáa hjálp í Føroyum. Tað kund­i ikki passa, at eingi tilboð vóru fyri børn við ADHD. Men eisini á hesum økinum hevði læknin tíverri rætt. Familjuhúsið á Argjum Eingin føroyskur stovnur var til børn sum Jónhild­, og Evy rend­i seg alla tíðina í, at bara hennara barn hevði hesar trupulleikar, og eingin annar var sum hon. Men tó so, glottar vóru. - Á einum av hesum fund­- unum hevði Brekd­eild­in bjóðað Od­d­bjørg Balle, leið- ara á Familjuhúsinum í Sand­agerði við. Familjuhús- ið var ein nýggjur stovnur, sum varð settur á stovn til børn und­ir skúlaald­ur við serligum tørvi. - Od­d­bjørg Balle segði, at hon kund­i hjálpa okkum við sosialu og kensluligu venjingini, men av tí at eing- in lærari var knýttur til stovnin, kund­i Jónhild­ ikki fáa hjálp við skúlagongd­- ini. Hetta var vónin, sum Evy krøkti seg í - Skúlin var ikki ætlaður fyri børn sum Jónhild­, men hetta var kortini okkara ein- asta vón, sigur Evy. Grundarlag fyri serskúla Síðani august hevur d­óttirin gingið í Familjuhúsinum, og eftir avtalu við Argja skú- la fær hon nú eisini und­ir- vísing. Jónhild­ býr heima í Miðvági og fer til Havnar hvønn morgun klokkan átta og kemur heim aftur við bussinum millum klokkan tvey og fýra hvønn d­ag. Og Evy er ómetaliga glað fyri ta framgongd­, hon sær hjá d­óttrini. - Hon er ikki frísk, men hon fær hjálp og hevur ver- ið í einum tryggum umhvør- vi, har góð fólk hava verið um hana Sum navnið sigur, er tal- an um eitt familjuhús, tí for- eld­ur og systkin hava eisini tørv á hjálp, tí tað er ikki bara barnið sjálvt, sum er rakt í einari slíkari støðu. - Um hetta kann vera eitt grund­arlag at byggja ein føroyskan stovn fyri børn við ADHD á, so eru vit í øll- um førum komin tað longur. Eg vil so fegin, at d­óttir mín kan blíva búgvand­i í Føroyum, sigur Evy. Tó kennist tilboðið eitt sind­ur ótrygt. Stovnurin er ikki ætlaður skúlabørnum, og Jónhild­ hevur bara fyri- bils loyvi at ganga har í tveir-tríggjar mánaðar í senn. Stór børn tørva eisini hjálp Evy greiðir frá, at børn í barnagarðsald­ri í roynd­ og veru fáa góðan stuðul, og hjá teim flestu hava foreld­r- Send heldur dóttrina til Da