Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-06, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. februar 2008síða 19

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 26 - 6. februar 2008 19 tíðindi ini tamarhald á støðuni. Men tá børnini verða eldri, verða trupulleikarnir eisini størri, og børnini og foreld­ ur teirra hava tørv á størri hjálp, sigur Evy. Evy hevur søkt um umlætt­ ing eitt vikuskifti um mánaðan, so at hon kann hava eitt sindur meira tíð til hinar døturnar, men hetta hevur enn ikki eydnast. ­ Eg eri ótrúliga glað fyri, at tað nú gongur tann rættan vegin. Men vit stríðast fram­ vegis, og Jónhild fyllir ótrú­ liga nógv heima hjá okkum. Í dag dugi eg at síggja, at vit sum familja mugu fáa hjálp, so at eg eisini kann vera mamma hjá hinum døtrunum. Vónin hjá Evy er, at før­ oysku politikararnir síggja álvaran í hesum málið og broyta umstøðurnar so børn, sum ikki megna vanliga fólkaskúlan, kortini kunnu trívast og mennast í Før­ oyum. ­ Eg ynski so inniliga, at vit sleppa undan at senda børn okkara av landinum, sigur hon at enda. anmarkar Skúlastjórin á Mið­ vágs­Sandavágs Skúla, Hans Jørgen­ sen hevur skotið upp eina nýggja sam­ skipaða lóg fyri alt barnaøkið, har vit skipa umsiting og ábyrgd í eina og somu ráðharrastovu Børn og ung Dorit Hansen dorit@sosialurin.fo Undir yvirskriftini »Tíðar­ andin spælt fallitt«, skrivar Hans Jørgensen grein í Skúlablaðnum, um skerdu møguleikarnar hjá einstøku skúlunum at hjálpa børnum við serligum tørvi. Hann staðfestir, at hugskotið við at flyta ábyrgd og myndug­ leika út í sokallaða nærum­ hvørvið langt síðan er farið á heysin. ­ Vavstur av ymsum lóg­ um og sundurbýti av fleiri skerja virkismøguleikarnar í samfelag okkara. Hetta merkja vit ikki minst í skúla­ verkinum. Skúlalógin, kommunulógin, almanna­ lógin og viðhvørt eisini fyri­ sitingarlógin eru mangan so samantvinnaðar, torskild­ ar og mótsigandi, at upp­ løgd mál gerast trupul og ofta ómøgulig at loysa, sig­ ur Hans Jørgensen og held­ ur fram: ­ Persónliga gleddist eg, tá ið teir báðir, okkara fræg­ astu landsstýrismenn Hans Pauli Strøm og Jógvan á Lakjuni, longu í byrjanini av landsstýrisskeiðinum boðaðu frá, at teir fóru at tosa saman regluliga til tess at gera tað lættari at greiða málini hjá teimum nógvu, sum detta niðurímillum, tí skúlalóg og almannalóg ikki samvirka. ­ Bara í okkara skúla upp­ liva vit ferð eftir ferð, ja, á hvørjum ári, at næmingar og foreldur koma í svára neyð, tí myndugleikarnir eru ikki førir fyri at hjálpa teimum. Skúlaleiðslur, Ser­ námsdepilin og Almanna­ stovan royna at finna loysn­ ir, men illa gongst at náa úrslit og forstáilsi, tí lógar­ grundarlag og játtan sam­ svara ikki við tørvin. Ótolandi og óvirðiligt Hans Jørgensen sigur, at hóast stig eru tikin positiva vegin, so eru kortini alt ov mong, sum als ikki fáa nøkt­ andi tilboð um eitt sámiligt lív tey týdningarmiklu skúlaárini. ­ Vit kunnu øtast og rópa upp um PISA­úrslitini; tey eru ov vánalig, og sjálvsagt skulu tey betrast, men ússa­ lig er tjóð okkara, um vit ikki eisini geva pláss fyri teimum, sum ikki teljast millum teirra, ið uttan tru­ pulleika megna at taka ímó­ ti vanligari umsorgan og undirvísing í siðbundna fólkaskúlanum. ­ Tað er ótolandi og óvirði­ ligt ferð eftir ferð at senda børn og foreldur heimaftur í vónloysið, tí vit, skúlin og almannaverkið, fáa ikki umstøður at viðvirka, sigur hann. Størsti trupulleikin er, sambært skúlastjóranum, at ábyrgdarbýtið millum myndugleikar ikki er greitt, og tí heldur hann, at skúla­ verkið, alt sum tað er, eigur at koma undir somu leiðslu og myndugleika. Niðurstøða hansara í Skúlablaðnum er tí: Gerið nýggja samskipaða lóg fyri alt barnaøkið frá 0 – 18 ár og skipið umsiting og ábyrgd í eina og somu ráðharrastovu. Ein vavstur av ymsum lógum og ráðum Bókstavirnir ADHD standa fyri Attention­Deficit/Hyperactivity Disorder. Tað vil siga trupulleikar við uppmerksomheit, yvirvirkni og impulsivitet. Í Norðurlondum hevur hetta fyrr verið kallað DAMP. Børn við ADHD eru sera ymisk, men yvirskipað eru trý ymisk sløg býtt eftir hvørjir trupulleikar eru ráðandi. • ADHD serliga við uppmerksomh eitstrupuleikum • ADHD serliga við yvirvirkni og impulsitiviteti • ADHD har allir tríggir trupulleikar eru uppií Kanningar vísa, at trý til fimm prosent av øllum børnum uppfylla treytirnar fyri ADHD. Tað vil siga, at eitt barn við ADHD er í hvørjum flokki. Hetta merkir aftur, at heilt nógv børn, foreldur og lærarar eru í samband við børn við ADHD. Trupulleikarnir hjá hesum børnum gera, at tey ofta kenna seg so øðrvísi og býtt, og at tey altíð verða kritiserað – uttan veruliga at vita, hvat tey hava gjørt galið. Tey halda seg vera strævin og trupul, at tey hava skuldina, tá ið okkurt hendir. Tey skilja ikki sosiala spælið og hava ikki álit á sær sjálvum. Ofta missa tey hugin at liva. Øll hesi eyðkenni kenna Selma og Evy aftur frá sínum børnum. Tey orka ikki tað sosiala, men syrgja um sítt egna einsemi. Og tey skilja ikki, hví júst tey skulu hava tað so trupult, geva sær sjálvum skuldina og missa hugin at liva. Børn við ADHD Ússalig er tjóð okkara, um vit ikki eisini geva pláss fyri teimum, sum ikki teljast millum teirra, ið uttan trupulleika megna at taka ímóti vanligari umsorgan og undirvísing í siðbundna fólkaskúlanum, staðfestir skúlastjórin í Sandavágs-Miðvágs skúla, Hans Jørgensen - Eg haldi, tað er deiligt, at foreldur finna skúlar í Danmark til børnini, tá ið tey onga hjálp fáa her. Men sjálv ynski eg at sleppa undan at enda í tí støðu. Eg vil so gjarna, at dóttir mín skal vaksa upp í Føroyum, sigur Evy, mamma at 12 ára gamlari gentu við ADHD