mikudagur 6. februar 2008síða 20
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 26 - 6. februar 2008
tíðindi
Um ein mánað byrjar
15 ára gamli Levi
úr Miðvági í einum
donskum skúla, sum
kann bjóða honum
tað, sum føroyski
skúlin ikki megnar.
- Eg græt, tá ið eg fekk
at vita, at hann kundi
fara niður. Græt av
gleði tí nú fær hann
endiliga hjálp, og av
sorg tí tað er so tungt
at lata hann fara,
sigur mammam
Børn og ung
Dorit Hansen
dorit@sosialurin.fo
Myndir: Jens Kristian Vang
Í skjótt eitt ár hava 43 ára
gamla Selma og maður
hennara Tórður Jóhannesen
úr Miðvági stríðst fyri at
fáa 15 ára gamla sonin á
danskan serskúla, og um
ein mánað fer hann avstað.
Niður til ein skúla, sum
bjóðar serkøna hjálp, og
sum kann at taka sær av og
stuðla børnum við ADHD
og líknandi trupulleikum.
- Hóast tað er hart, so
gleðast vit, tí tað hevur ver-
ið ómetaliga tungt at sæð,
hvussu hann er steðgaður
upp í menningini og spaku-
liga hevur mist hugin til lív-
ið, sigur mamman.
Selma og maðurin eiga
fýra børn, tveir dreingir og
tvær gentur. Í mun til vin-
konuna Evy, hvørs elsta
barn hevur ADHD, so varð
Selma skjótt greið yvir, at
Levi var øðrvísi. Levi hevði
brúk fyri stuðli í barnagarði-
num, tí hann dugdi ikki at
spæla sum hini og endaði
ofta í samanstoytum. Hann
var buldraligur og ógvuslig-
ur, og hann hoyrdist og sást,
har hann var.
Hóast tað var ringt at góð-
taka diagnosuna, so er Sel-
ma glað fyri at hon var
noydd at fyrihalda seg til
hetta so tíðliga í lívinum
hjá soninum.
- Hetta hevur givið okk-
um møguleika at venja okk-
um við tankan, soleiðis at
vit í dag fullkomiliga hava
góðtikið støðuna, og tí ikki
bara lata standa, men kempa
fyri, at hann fær tað hjálp,
honum tørvar.
Frá at vera útreagerandi
sum lítil, er Levi í dag mei-
ra passivur og er farin meira
inn í seg sjálvan.
- Tað er, sum glíður lívið
fram við honum, sigur Sel-
ma.
Óhóskandi skúli
Selma lýsir samstarvið við
skúlan hjá Levi sum positivt
og konstruktivt, men fíggj-
arliga játtanin hevur ikki
rokkið til at geva Levi tað,
honum tørvar.
- Tá ið hann gekk í barna-
garði fekk hann góða hjálp
og hevði stuðul 40 tímar
um vikuna. Men tá ið hann
kom í skúla minkaði hjálpin
og seinastu árini hevur hann
fingið fýra tímar serundir-
vísing um vikuna. Restina
av tíðini hevur hann verið
noyddur at klára seg sum
frægast í einum vanligum
skúlaflokki, greiðir Selma
frá.
- Vit hava møtt forstáilsi
og hjálpsemi frá flest øllum
foreldrum og lærarum. Og
Miðvágs-Sandavágs skúli
hevur virkiliga víst vilja og
ynski at hjálpa. Men fólka-
skúlin hevur bara ikki
umstøður til hetta, staðfestir
Selma. Hon undrast yvir, at
børn sum fáa dyggan stuðul
í barnagarðinum, skulu mis-
sa hann sum eldri.
- Børn við ADHD hava
brúk fyri minst líka umfat-
andi hjálp í skúlanum, tí tey
orka als ikki at vera í so
stórum flokki. Tey hava ikki
bindindi til at savna seg um
undirvísingina so leingi, og
tey megna ikki kaotisku frí-
løturnar og enda tí ofta í
konfliktum. Tí er tað so
syrgiligt, at tey bara verða
slept upp á fjall, sigur Sel-
ma.
Hon hevur roynt at givið
soninum tað eykahjálp hon-
um hevur tørvað, men seina-
stu árini hevur tað bara
gingið niður á bakka. Fyri
einum árið síðani komu
hon og maðurin tí til ta
niðurstøðu, at tey máttu lei-
ta sær serkøna hjálp uttan
fyri landoddarnar.
Danskur glotti av vón
Á internetinum fann Selma
ein skúla í Danmark, sum
var skræddaraseymaður til
næmingar við ADHD og
líknandi diagnosum. Hon
gjørdist hugtikin av hug-
burðinum og arbeiðinum
hjá hesum stovni, og tey
avgjørdu at søkja um at fáa
sonin inn har.
- Sjálvandi var tað ikki
bara lætt at koma til ta nið-
urstøðu at senda Levi niður.
Manni mínum dámdi tað
einki í byrjanini. Trý tey els-
tu børnini eru tøtt og verða
skjótt vaksin. Tann elsti son-
urin hevur fingið bjóðað
lærupláss, og dóttirin fær
ongar trupulleikar at sleppa
víðari í lívinum, men hvat
skal Levi? Um nøkur fá ár
eru syskini mitt í einum
spennandi lívi, meðan hann
situr maktarleysur eftir, tí
hann kemur ikki víðari utt-
an hjálp, sigur Selma.
Frá danska skúlanum fin-
gu tey at vita, at pláss var
fyri soninum eftir heystferi-
una, og umsókn varð send
Almannastovuni í juni sein-
asta ár. Men viðgerðin í
Almannastovuni dró út, og
einki svar kom.
Ógreið og
skiftandi boð
Í desember høvdu tey fram-
vegis einki svar fingið frá
Almannastovuni. Í neyðini
klagaðu tey til umboðs-
mannin. Fyrst í januar fingu
tey at vita frá Almannastov-
uni, at tað var rættast, at
Levi gjørdi níggjunda flokk
lidnan í Føroyum og síðani
fór niður eftir summarfrítíð-
ina.
Men hetta kundu Selma
og maðurin ikki góðtaka, tí
Levi hevði brúk fyri hjálp
sum skjótast, og eingin
grundgeving
varð
givin
fyri, hví tað mátti bíða til í
summar.
- Vit fingu einki at vita
um hvat metingin bygdi á,
og tí kundu vit ikki góðtaka
tað. Levi má fáa hjálp nú,
og hann mennist ikki meira
við at halda fram í føroyska
skúlanum,
sigur
Selma
avgjørd.
Hálvan januar fingu tey
so boð um, at Levi allíkavæl
kann byrja 1. mars.
Græt av gleði og sorg
Selma leggur dent á, at hon
ikki vil finnast at einstak-
lingum hvørki í Almanna-
stovuni ella í skúlanum. Tað
er einki galið við fólkunum,
men skipanin er ótrúliga
tung, heldur hon.
- Hetta seinasta hálva árið
hevur verið øðiliga tungt,
og vit hava havt so nógv
vónbrot, at nervarnir sita
uttaná, sigur Selma. Tí græt
hon eisini, tá góðu boðini
komu úr Almannastovuni.
- Eg græt fyrst av gleði –
og so av sorg. Eg veit, at
hetta er tað besta fyri Levi.
Men tað er ómetaliga hart
at sleppa honum. Hann er
bara 15 ár.
Sjálvur er Levi spentur at
fara niður, greiðir mamman
frá.
- Hann er so glaður, at tað
er stuttligt at síggja. Og eg
veit eisini um onnur børn,
sum hava somu diagnosu,
og hava fingið røttu hjálpina
í líknandi skúlum.
Dreymurin hjá Levi er at
sniðgeva telduspøl. Hann
er ein úrmælingur innan
alla tøkni, men um hann
ikki fær stuðul til sosiala
menning, verður hann ikki
førur fyri at savna seg um
eitt arbeiði ella at samstarva
við onnur.
Í Føroyum kundi hann
ikki fáa neyðugu hjálpina
til hetta, og tí verður hann
nú sendur av landinum.
Senda sonin til Danmarkar
- Hetta seinasta hálva árið
hevur verið øðiliga tungt, og
vit hava havt so nógv vónbrot,
at nervarnir sita uttaná, sigur
Selma, sum endiliga hevur
fingið sonin inn á góðan
danskan skúla