mikudagur 6. februar 2008síða 25
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
tíðindi
Nr. 26 - 6. februar 2008
økið hava vit eina stóra
uppgávu fyri framm
an. Har má støðið
hækka munandi, og
tað skal millum annað
gerast við at lyfta
læraraútbúgvingina
upp á kandidatstig.
Eisini skulu vit hava
KT nógv meiri inn í
undirvísingina.
Fróðskaparsetrið skal
styrkjast og mennast,
og støðið innan
útbúgving skal hækka
generelt, sigur Kristina
Háfoss.
Men mentanin skal
heldur ikki gloymast,
at eitt ítøkiligt mál,
sum nýggi mentamála
ráðharrin longu hevur
sett sær er eitt nýtt
Tjóðleikahús.
Mentanin hevur
ikki altíð havt bestu
karmarnar at arbeiða
undir, og tað ætli eg
mær at betra munandi,
sigur ristina Háfoss,
sum gleðir seg at fara
til arbeiðis.
Kristina Háfoss lovar eitt nýtt Tjóðleikahús
Ein rúgva er fingin
frá hondini, men tað
liggur eisini ein rúgva
á láni, og Hans Pauli
Strøm er fegin um
at fáa møguleikan at
gera arbeiðið liðugt
NÝTT LANDSSTÝRI
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Tað lá alla tíðina í luftini, at
Hans Pauli Strøm fór at
halda fram sum landsstýris
maður
í
almanna
og
heilsumálum. Men sjálvur
var hann ikki vísir í sessi
num.
Javnaðarflokkurin legði
alla tíðina stóran dent á at
fáa júst almanna og heilsu
mál at umsita í nýggja lands
stýrinum, og tað er væl
soleiðis, at eg hevði roynd
irnar og innlitið í júst hesum
sessi, sigur Hans Pauli
Strøm.
Ein rúgva av málum fullu
burtur, tá val varð útskrivað,
og hesi ætlar Hans Pauli
Strøm at tríva í beinan
vegin.
Tað er greitt, at tá tað nú
er ein nýggj samgonga,
mugu hesi málini fáa eina
nýggja politiska viðgerð,
men eg rokni við, at tey
flestu
kunnu
avgreiðast
rættiliga skjótt, sigur Hans
Pauli Strøm.
Hann hevur góðar vónir
um
samstarvið,
serliga
innan vælferðarøkið.
Tað er væl soleiðis, at
hjørtini sláa meiri í takt hjá
hesum trimum flokkunum
innan júst almanna og
heilsuøkið, og tað er ein
øgilig rúgva av málum, sum
liggja á láni. Og eg eri sera
fegin um, at fáa møguleikan
at gera arbeiðið liðugt, sum
eg byrjaði undir seinastu
samgongu, sigur Hans Pauli
Strøm.
Hann sigur, at á summum
økjum ætla teir at bróta
heilt burtur úr nýggjum.
Eitt nú skal sosiallóggávan
endavendast og eldraøkið
kannast nærri.
Og so skal eg eisini seta
meg niður við og saman við
umsitingini lýsa allar upp
gávur, sum skulu loysast,
og síðani saman við sam
gonguni raðfesta tey, sigur
Hans Pauli Strøm.
Gera arbeiðið
liðugt
Hans Pauli Strøm heldur fram sum
landsstýrismaður
Rumblið um,
hvør skuldi gerast
fiskimálaráðharri
fyri Tjóðveldi hevur
ikki ført til ringan
stemning í flokkinum,
sambært Torbjørn
Jacobsen. - Heini
verður mín fremsti
ráðgevi í truplum
málum, sigur hann
NÝTT LANDSSTÝRI
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Tað endaði, sum tey flestu
væntaðu. Tórbjørn Jacobsen
var tikin fram um Heina O.
Heinesen sum fiskimála
ráðharri fyri Tjóðveldi.
Eg vil fyrst siga, at eg
eri glaður fyri, at løgmaður
vísti mær tað álit at lata
meg umsita alt tað tilfeingi,
sum er grundarlagið undir
øllum tí føroyska vælferð
arsamfelagnum, sigur Tor
bjørn Jacobsen.
Hann hevur ongar beiskar
kenslur mótvegis kapping
areytanum um ráðharra
sessin.
Eg havi sitið á tingi sam
an við Heina í nógv ár og
júst hann hevur lært meg
ógvuliga nógv um politiska
spælið, sigur Torbjørn Ja
cobsen.
Hann sigur seg tó ikki
skilja, at útnevningin av
nýggjum fiskimálaráðharra
skuldi fara fram á einum
portali, sum verður umsitin
av formanninum í Norðoya
Sambandsfelag.
Heini O. Heinesen hevur
drúgvar royndir innan fiski
vinnuøkið, og eg vænti, at
hann verður mín fremsti
ráðgevi í teimum truplu
málum, sum altíð stinga seg
upp innan økið, sigur Tor
bjørn Jacobsen.
Nýggi fiskimálaráðharrin
vil ikki úttala seg um, hvørt
settur verður á stovn ein
fiskivinnubanki ella ein til
feingisbúð.
Fyrsta boð í øllum polit
iskum útmeldingum er at
signalisera ein stabilitet, so
vinnan kann kenna seg full
komiliga trygga langt fram
í tíðina, sigur Torbjørn
Jacobsen, sum ætlar at seta
eina nevnd at koma við
einum uppskoti um, hvussu
fiskivinnan kann liberali
serast.
Heini mín fremsti
ráðgevi
Eingin greið útmelding um ein fiskidagabanka frá nýggja
fiskimálaráðharranum