Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-06, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. februar 2008síða 24

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 tíðindi Nr. 26 - 6. februar 2008 Føldi eg mátti taka ábyrgd Av tí at Annita ikki ynskti at gerast landsstýrisfólk, og av tí at eg gjørdi eitt so gott val, føldi eg eina ávísa ábyrgd at gerast vinnumálaráðharri, sigur Bjørt Samuelsen NÝTT LANDSSTÝRI Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Skuldi Bjørt Samuelsen valt millum ymsu lands­ stýrissessirnar, so hevði hon valt sessin sum vinnu­ málaráðharri. ­ Tað var tann sessurin, sum eg hevði bestan hugin á, sigur hon. Hon ætlar sær at leggja stóran dent á at føra føroyskt vinnulív fram uttan fyri landoddarnar. ­ Eitt tað besta, sum Jó­ annes Eidesgaard hevur gjørt sum løgmaður, eru átøk fyri føroysku vinnuna uttanlands, og tað er avgjørt nakað, sum Vinnumálaráðið fer at eggja til verður gjørt meira við. Og tað eri eg vís í, at vinnan er samd við mær í, sigur Bjørt Samuel­ sen. Málið, sum verður mest umrøtt í vinnuni, er vantandi arbeiðsmegin og trupulleik­ arnir við at fáa útlendska arbeiðsmegi inn í landið. ­ Tað verður nakað av tí fyrsta, eg fari í holt við. Hetta má gerast í samstarvi við løgmálaráðið, tí málið hoyrir partvís undir tað ráð­ ið, sigur Bjørt Samuelsen. Eitt annað, sum nýggi vinnumálaráðharrin fer at leggja dent á er, at stuðla meiri undir íverksetan. Bjørt Samuelsen sigur, at hon føldi seg noydda at taka ábyrgd, nú Annita ikki ynskti at gerast landsstýris­ kvinna. Góða valið gjørdi, at hon tók av, tá sessurin sum vinnumálaráðharri stóð henni í boði. Tað verður ein kvinna, sum skal umsita vinnumál komandi fýra árini. - Og tað fer kanska at merkjast, heldur Bjørt Samuelsen Hóast Karsten Hansen nú umboðar Miðflokkin og ikki Tjóðveldi er einasta broytingin hon, at hann nú er vorðin fýra ár eldri enn hann var, seinast hann var fíggjarmálaráðharri NÝTT LANDSSTÝRI Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Karsten Hansen hevur nú sett seg aftur í sama stólin, hann sat í fyri fýra árum síðani. ­ Eg veit, at tað er eitt gott team í fíggjarmálaráð­ num, so eg eri ótrúliga spentur, at fara til verka, sigur Karsten Hansen. Hann sigur, at tað ræður fram um alt at hava ein tryggan búskap í samfelag­ num. ­ Hevur búskapurin tað gott, hava vit øll tað gott, sigur fíggjarmálaráðharrin. Spurdur, um tað fer at verða førdur ein øðrvísi politikkur nú, enn tá hann sat sum fíggjarmálaráðharri í seks ár undir sjálvstýrisla ndsstýrinum, tá umboðandi Tjóðveldi, men nú umboð­ andi Miðflokkin, segði hann, at tað verður tað ikki. ­ Karsten Hansen er einki broyttur uttan tað, at hann er vorðin fýra ár eldri. Sjálv­ stýrissamgongan var samd um ein sjálvberandi búskap, og tað er hendan samgongan eisini, sigur Karsten Hansen. Karsten Hansen er einki broyttur frá tí hann umsat fíggjarmál fyri Tjóðveldi, til hann nú umsitur sama málsøki fyri Miðflokkin Bara fýra ár eldri Útbúgvingarstøðið á øllum stigum skal hækka, og karmarnir hjá mentanini skulu betrast munandi. Tað lovar ýggi menta­ málaráðharrin, Kristina Háfoss NÝTT LANDSSTÝRI Leo Poulsen leo@sosialurin.fo - Tað var ikki mín skuld, at tað dró so leingi út við avgerðini um at finna ein mentamálaráðharra. Tað segði Kristina Há- foss við Rás2, tá móttøk- an var fyri nýggja lands- stýrinum. Sjálvt um tað ikki var long tíð hon fekk at umráða seg í, ivaðist hon onga løtu í at taka av tilboðnum um at gerast mentamálaráðharri. - Hetta er ein spenn- andi møguleiki, sum tú ikki fær á hvørjum degi. Her fái eg møguleika at skapa ting, sum kunnu hava avgerðandi týdning fyri alt samfelagið, sigur Kristina Háfoss. Og hon er ikki bangin fyri heldur baldruti søguni hjá Tjóðveldinum í at umsita mentamál. - Eg havi avgjørt ætlanir um at halda út øll fýra árini, sigur hon. Og nóg mikið er at tríva í. - Innan útbúgvingar- Hækka støðið generelt