mikudagur 6. februar 2008síða 23
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 26 - 6. februar 2008
23
tíðindi
hann svam
”
Mangt broytist á mansins ævi. Tá Maria
svam teinin, brúkti hon ein tíma longri
enn eg. Men hygg nú. Teir sum svimja
um fjørðin í dag, brúka ein tíma styttri
enn eg”
Tað hevði verið spennandi at roynt
Suðuroyarfjørð, úr Skúvoy til Sandvíkar.
Men hvussu tað verður at gera hug til
verk, tað veit eg ikki
Tað er jú ikki á
hvørjum degi, at
fólk soleiðis leypa
á bláman við tí fyri
eyga at svimja um
ein fjørð
Bragd
Snorri Brend
Tá, eins og verið hevði í
dag, vóru fjølmiðlarnir
stórliga bilsnir av hesum
bragdinum. Fyri Bjarna
stóðu tí bæði tíðindamenn
og myndamenn, tá hann
kom aftur at landi.
Eitt av blaðfólkunum á
Dimmalætting - tann so
vælkendi -n. - skrivar lør-
dag 10. februar 1968 undir
yvirskriftini „Hann svam
um
Nólsoyarfjørð“,
at
Bjarni nú hevði gjørt
Mariu kunstin eftir. Fyrsti
spurningurin var, um tað
ikki var kalt av svimja um
fjørðin á vetrardegi?
„Undir vanligum viður-
skiftum, ja, men í frosk-
mannabúna
bilar
ikki,
heldur tvørtur ímóti. Eg
kendi tað heldur í heitara
lagi undir ferðini av hesi
grund; við svimjifótum og
schnorkel bilaði annars
ikki at koma fram“, segði
Bjarni við blaðið, og legg-
ur aftrat at hann mangan
hevði droymt um at gera
eina slíka ferð.
Maltøl á bakinum
Næsti spurningurin frá
blaðmanninum á Dimma-
lætting var, um nakað
dramatiskt hendi á ferð-
ini?
„Á, nei, ikki til tað. Eitt
sindur øvugt kom fyri, at
undir svimjingini komu
bæði „Tjaldur“ og „Trónd-
ur“ ov nær, og skóru mær
kósina. Drabbut kendist
heldur ikki sørt, tá ið eg
var einar 1000 metrar frá
brimgarðinum í Havn,
men tað gekk.
„Ein lítlan støðg gjørdi
eg á vegnum, men ikki í
samband við bátin, ið
fylgdi mær; eg kendi meg
eitt sindur svangan, og so
tók eg, meðan eg helt mær
uppi, eina fløsku av malt-
øli, sum eg hevði við mær
(á bakinum) og drakk
hana. Hon styrkti meg
væl, og eg kom fram í øll-
um góðum“, greiðir hann
víðari frá.
Seinasti
spurningurin
frá -n. á Dimmalætting er,
um hann kundi hugsað
sær
at
gjørt
ferðina
umaftur?
„Ja víst, og eg kundi
hugsað mær, at ungfólk
fóru undir fyri álvara at
lykkja kappsvimjing um
Nólsoyarfjørð á hvørjum
ári upp í ítróttina á sama
hátt, sum vit áður hava
kappróður og aðrar kapp-
ingar“.
Næsta
málið var
Suðuroyar
fjørður
Í Sosialinum 10. februar
1968 verður staðfest stutt,
at Bjarni var í froskmanna-
búna og svam bert við
einum stuttum íhaldi uppá
2 minuttir og leskaði sær
eina maltøl. Lagt verður
aftrat, at hetta bragdið hev-
ur ikki verið innt fyrr av
mannfólki.
14. september hevur
samrøðu við Bjarna eftir
svmimjitúrin, og greiðir
hann her frá, at hann hevði
ikki iltfløsku og svam
omaná alla tíðina, skiftvíst
bringu- og ryggsvimjing.
Spurdur um, hann hevði
havt hug at roynt okkurt
annað strekki, er hann ikki
avvísandi fyri tí. Hann
tekur soleiðis til:
„Tað hevði verið spenn-
andi at roynt Suðuroyar-
fjørð, úr Skúvoy til Sand-
víkar. Men hvussu tað
verður at gera hug til verk,
tað veit eg ikki!“
Í dag, 40 ár eftir minni-
liga svimjitúrin staðfestir
Bjarni bert stutt yvirfyri
Sosialinum
- Eg gjørdi tað, bara fyri
at gera tað!
Eg gjørdi tað
bara, fyri at
gera tað
Fyri eygað er teinurin langur um Nólsoyarfjørð.
Fyri tann tá 26 ára gamla Bjarna Bjarnastein
tók tað slakar 2 tímar og 17 minuttir at svimja.
- Eg gjørdi tað, tí eg hevði hug at gera tað, sigur
hann
Mynd: Jens Kristian Vang
tørra, bragdið,
Á ferðini úr Nólsoy til Havnar hevði Bjarni ein bát í fylgi við sær. Umborð á honum vóru
- vinstrumegin Jónsvein Joensen, vitnið Hákun Jacobsen, og dómararnir báðir Tummas Juul
Joensen og Olevinus Hansen