mikudagur 6. februar 2008síða 22
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 26 - 6. februar 2008
tíðindi
Svimjibragd
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Nólsoy/Tórshavn: - Eg
hevði hug at royna okkurt,
sum eingin annar maður
hevði gjørt frammanundan,
sigur 66 ára gamli Bjarni
Bjarnastein við Sosialin.
Seinnapartin henda dagin
í 1968 legði hann frá landi
við bryggjuna í Nólsoy í
froskmannabúna og setti
kós ímóti eystara molhøvda
í Havn.
Í fylgi við honum var ein
bátur við trimum monnum
og einum smádrongi, sum
kundu eygleiða hann, með-
an hann skiftvíst svam við
bringuni upp og við rygg-
inum upp.
Tað var nakað av vindi av
landnyrðingi eystri, fittligt
av brotum og sjóvarfall,
men hetta tyktist ikki forða
Bjarna í at fremja ætlan
sína í svimjing.
Ferðin vardi í slakar tveir
tímar og 17 minuttir og á
ferðini steðgaði hann bert á
ta einu ferðina: Á bakinum
hevði hann bundið fasta
eina maltøl, og kom hon
sera væl við her miðskeiðis
í Nólsoyarfirði.
- Eg steðgaði á einar tveir
minuttir, meðan eg tømdi
fløskuna, og helt síðani leið-
ina fram, heilt til eg kom á
mál, greiðir Bjarni frá.
Hann var ungur og í sera
góðari venjing, og í sam-
røðu við eitt av táverandi
føroysku bløðunum - 14.
september - svimur hann
uppundir eina aðra ætlan:
At gera bragdið hjá Sig-
mundi umaftur, nevniliga at
svimja úr Skúvoy til Sand-
víkar. Henda ætlanin varð
tó av ongum.
Eftir stendur kortini, at
tríati
ár
frammanundan
Bjarna hevði ein ung kvinna
av Glyvrum svomið sama
teinin. Týsdagin 6. februar í
1968 var tað hansara túrur.
Fyrst ein kvinna
Tað var ikki av besta veðri,
henda kalda týsdagin fyri
júst 40 árum síðani.
Fyri tann 26 ára gamla
Bjarna høvdu veður og vind-
ur kortini einki at týða: Dag-
urin var nú umsíðir komin,
har hann skuldi inna mann-
dómsbragdið.
Um morgunin hevði hann
gingið spentur í bygdini og
bíðað eftir røttu løtuni og
rætta
sjóvarfallinum
at
kunna leypa á bláman í
froskmannabúna sínum. Og
nú klokkan var farin av
tvey, vóru seinastu fyrireik-
ingarnar gjørdar.
Onkur
annar
hevði
kanska bíðað í nakrar mán-
aðir aftrat til meiri hiti kom
í sjógvin. Men Bjarni legði
líka í tað: - Eg havi vant til
tað nú, og nú skal tað altso
verða!
Hetta var kortini ikki
fyrstu ferð, at nakar svam
um fjørðin. Júst 30 ár framm-
anundan hevði eitt konu-
bragd - Maria Jacobsen,
sum seinni varð gift Joensen
og var mamma tað so kendu
stríðskvinnuna
Ingeborg
Vinther - gjørt tað sama.
- At Maria svam um fjørð-
in var eitt veruligt bragd.
Eg var í búna, men tað var
hon ikki. Tað var ótrúliga
flott gjørt av henni, sigur
Bjarni.
Ein tími á muni
Nú var túrurin komin til
hansara. Hann hevði fyri-
reikað seg væl við at svimja
nógv á Fuglafirði, sam-
stundis sum hann sá fram
móti degnum, tá Nólsoyar-
fjørðurin skuldi inntakast.
Hjálparfólkini vóru nú til
reiðar, og tað var Bjarni
eisini, og tá klokkan var
stundisliga 14:40:25 byrjaði
ferðin tvørtur um Nólsoy-
arfjørð og við kós móti
Havnini.
- Ja, tað vóru fleiri sum
spurdu meg um, hví eg
gjørdi hetta. Eg veit ikki, -
eg hevði vant til tað sama,
og so kundi eg akkurát tað
sama bara leypa útí.
- Tá Maria hevði megnað
hetta, - hví kundi eg so ikki
klárað tað sama?!, spyr
Bjarni.
Tað var nakað av vindi -
høgætt, landnyrðingur eyst-
an, kanska eini 6 til 8 metrar
um sekundið. Men hetta
forðaði kortini ikki honum
í at fullføra ætlan sína 2 tím-
ar 16 minuttir og 57 sekund
seinni.
Hann svam móti brim-
garðinum í Havn og tá
klokkan var 16:57:25 nart
hann aftur við land hinu-
megin fjørðin.
- Ja, mangt broytist á
mansins ævi. Tá Maria
svam teinin, brúkti hon ein
tíma longri enn eg. Men
hygg nú. Teir sum svimja
um fjørðin í dag, brúka ein
tíma styttri enn eg, sigur
Bjarni við einum brosi.
Hann kom, hann sá og
Í dag, fyri júst 40 árum síðani, var
mikil rokan í Nólsoy. Ein ungur
fuglfirðingur hevði tosað um at
hann ætlaði sær at svimja allan
teinin til Havnar. Nú var dagurin
komin!
Í fyrru helvtini av 80’unum hitti Bjarni kvinnuna, sum tríati ár undan honum hevði framt sama, um ikki st
Mariu Joensen (fødd Jacobsen). - Hon framdi eitt veruligt bragd, staðfestir Bjarni
”
At Maria svam um fjørðin var eitt
veruligt bragd. Eg var í búna, men tað
var hon ikki. Tað var ótrúliga flott gjørt
av henni