Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-06-08, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 8. juni 2001síða 15

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 107 - 8. juni 2001 29 gult29 cyan29 magenta29 svart29 Av teimum 14 leikar- unum, sum miku- kvøldið umboðaðu Føroyar, er lítil ivi um, at tað vóru Øssur Hansen og John Petersen, sum stóðu seg best. Eingin av hinum 12 dumpaði, men fyri fleiri var galdandi, at teir høvdu trupulleikar í verjupartinum, tá jugoslavar settu ferð á LEIKARAUMMÆLI Jákup Mørk 1. Jákup Mikkelsen, Her- følge BK 21 dystir/0 mál Hóast stórtap, so eigur hetta ikki á nakran hátt at liggja málverjanum til last. Kanska sá hann nakað passivur út við fimta jugoslaviska málið, men annars var lítið og einki, sum hann kundi gera. Hevði einstakar bjargingar, tá hótt varð við fleiri mál- um, og stóð seg annars væl í spælinum við beinunum. 2. Fróði Benjaminsen/B68 11/0 Orsakað av fráveruni hjá Óla Johannesen, fekk Fróði tungu uppgávuna at røkja lyklapostin í verjuni. Um avgerðin at nýta Fróða á hesum plássi var røtt, kann altíð diskuterast, men talan verður neyvan um meira enn hypotetiskar spurning- ar. Tað er tó ein sannroynd, at hann ikki tóktist kenna seg eins væl á hesum sess- inum, sum hann hevur gjørt á miðvøllinum. Náttúrliga rutinan er sjálvandi ikki hin sama, sum tann hjá Óla Jo- hannesen, og til tíðir tóktist hetta eisini at nerva spælið hjá vanliga respektleysa toftamanninum. Uttan at vera ov harður kann helst staðfestast, at í landsliðs- høpi hoyrir Fróði Benja- minsen heima á miðvøllin- um. 3. Johan Byrial Hansen, OB 4/0 Tóktist als ikki í sama mun sum móti sveisarum at kunna seta seg á sín mann, men hartil skal leggjast afturat, at umstøðurnar hjá verjuni ikki vóru tær somu hesaferð. Hevði ofta trupul- leikar, tá spælt varð skjótt eftir jørð, har mótstøðu- menninir ofta settu nógva ferð á, og sá eisini eitt sind- ur undarligur út við okkurt av jugoslavisku málunum. Hevði tó fleiri góðar bólt- vinnandi taklingar í dystin- um, men yvirhøvur ein dystur undir tað miðal, sum Johan sjálvur hevur sett í hinum trimum dystunum, sum hann hevur verið við. 4. Jákup á Borg, B36 14/0 Má nærum metast sum fastur fúsur á vongverja- sessinum, tó at hann fram- haldandi hevur harða kapp- ing til plássið. Var serliga í fyrra hálvleiki við í sera nógvum av tí, sum føroyska liðið skapti frameftir, og tó at hann heldur ofta hevur hug at bíða við innleggin- um, so spurdust fleiri vandastøður burtur úr hesum. Í verjupartinum hevur hann tó framvegis trupulleikar við at plasera seg rætt, og m.a. kom næsta jugoslaviska málið eftir uppspæl í hansara síðu, tó at bólttap á miðvøllinum var atvoldin til hetta. 5. Hans Fróði Hansen, B68 19/1 Var avgjørt tann av før- oysku verjuleikarunum, sum stóð sterkastur í mynd- ini mikudagin. Eins og vanligt átti hann alt uppi á aðru hædd, og hetta kom eisini væl við í deyðbólts- støðum, har hann í einum tveimum førum var heilt nær við at skora. Stóð seg eisini væl í spælinum niðri á vøllinum, har hann hevði nakrar syngjandi taklingar, tó at hann eins og verju- felagarnir viðhvørt kom á millumhond í skjóta jugo- slaviska samanspælinum. 6. Øssur Hansen, B68 45/2 Slapp fyri fyrstu ferð at royna seg sum liðskipari á føroyska A-landsliðnum, og hansara partur lág so avgjørt ikki eftir. Var allan dystin á tamb millum mest sjónligu føroysku leikarar- nar, og stórur partur av okkara álopum komu ígjøg- num hansara borð. Sýndi eisini góðar dygdir í verju- spælinum, og ikki minst var tað imponerandi at síggja, hvussu væl hann megnaði at skerma av fyri snarskjóta Nikola Lazetic í fyrra hálvleiki. 7. Sámal Joensen, GÍ 22/0 Sum ein avleiðing av leik- banninum hjá Óla slapp Sámal aftur at royna seg á føroyska miðvøllinum. Nakað, sum hann ikki veruliga er sloppin eftir sjúkraleguna í Luksemburg í vár. Hesa ferð tað tó hálva vegna sum forstoppari, tí Mijatovic hjá Jugoslavia var somikið frammarliga á vøllinum. Hetta viðførdi eisini, at Sámal ikki slapp at blanda seg upp so nógv á miðvøllinum, sum hann vanliga ger, og var hann tí ikki eins sjónligur og vanligt. Fall tó á ongan hátt burtur ímillum, og prógv- aði fyri venjaranum, at fleiri alternativ eru til samansetingina á miðvøll- inum. 8. Julian Johnsson, Sogn- dal IL 40/1 Var sum vanligt undan- gongumaður á føroyska miðvøllinum, tá bóltar skuldu vinnast. Serstakliga í luftini stóð hann seg væl, har hann við kollinum fekk longt hópin av bóltum niðan eftir vøllinum. Eisini sóu vit hesa ferð meira til longu renningar hansara í síðunum, men enn tykjast hesar ikki vera eins nógvar í tali, sum tær onkun tíð hava verið. Havandi ótrú- ligu orku hansara í huga, tóktist útskiftingin heldur løgin, men einki kann sigast til, um venjarin tá vildi síggja aðrar mans royna seg. 9. Christian Høgni Jacob- sen, NSÍ 5/1 Legði bragdliga fyri, tá hann fleiri ferðir royndi at bjóða jugoslavisku verjuni av, og fekk eisini fleiri fríspørk afturfyri. Spæl hansara fánaði tó, sum dysturin leið, og tó at hann alla tíðina royndi at søkja bóltin, so var sjónligt, at støðgurin frá dystum sein- astu tíðina hevur sett síni spor. Í øllum førum var hann ikki á heilt sama støði, sum hann var á lands- liðsferðini í vár. Tóktist móður í seinna hálvleiki, og tí var útskiftingin í lagi. 10. Uni Arge, HB 35/7 Var allan dystin sera ágang- andi móti jugoslavisku verjuni, og var millum ann- að sera sjónligur í spæl- inum við høvdinum, har hann vann størsta partin av nærdystunum. Í mun til dystin leygardagin tóktist hann at vera væl betri fyri, men ivaleyst høvdu betraðu arbeiðsumstøðurnar eisini sítt at siga í hesum. Var eisini ógvuliga mobilur í samanspælinum, har hann var partur av flestu før- oysku álopunum, og yvir- høvur taldist hann millum teirra, sum stóðu sterkastir í myndini hendan dagin. 11. John Petersen, B36 33/3 Var saman við Øssi so avgjørt besti føroyski leik- arin. Sýndi nú aftur, at hann uttan iva er besti leikarin í landinum til at binda mið- vøll á álop saman, og gekk størsti parturin av føroyska álopspælinum eisini um- vegis føtur hansara. Dugdi harumframt væl at »lúra« seg fram til brotsteigin, har kom sær fram at fleiri góðum langskotsroyndum, sum tíverri allar fóru oman fyri málið. Er tó framvegis ikki nóg sterkur í verju- partinum, har hann ofta hevur lyndi at liggja ov langt burturi, men spurn- ingurin er eisini, hvørjar skyldur hansara skulu vera her. 12. Allan Mørkøre, HB 54/1 Metmaðurin á landsliðnum kom á vøllin seinasta kor- terið, tá hann loysti Julian av. Sum jugoslavarnir tá spældu við føroyingarnar, var sera trupult at koma í dystin, og tí er lítið og einki grundarlag fyri at meta um avrikið hjá Allani. 14. Rógvi Jacobsen, HB 10/0 Fekk bara fáar minuttir á vøllinum, og kann tí ikki metast fyri avrik sítt. 17. Helgi L. Petersen, GÍ 2/0 Kom á vøllin samstundis sum Allan Mørkøre, og fær tí einsljóðandi viðmerk- ingar. Øssur og John á toppinum Øssur Hansen slapp fyri fyrstu ferð at royna seg sum liðskipari á landsliðnum, og hóast úrslitið ikki var nakað serligt, so var liðskiparin avgjørt millum bestu føroyingarnar Mynd: Álvur Haraldsen 29 28 Nr. 107 - 8. juni 2001 gult28 cyan28 magenta28 svart28 Uni Arge helt eftir dystin, at føroyska tapið fyri jugoslavum var alt ov stórt. Óneyðuga stórt LANDSLIÐSPRÁT Jákup Mørk Ein av leikarunum, sum kanska ikki stóð so sterkur í myndini leygardagin, var Uni Arge. Mikudagin tald- ist hann tó avgjørt millum betru føroysku leikararnar. Onkursvegna tóktist áleyp- arin sterkari og betri upp- lagdur, men sjálvur helt Uni ikki, at hann kropsliga kendi nakran mun í so máta. - Eg veit ikki rættiliga. Kanska er tað bara tað, at vit í dag hava væl betri arbeiðsumstøður í álopin- um, enn vit høvdu leygar- dagin. Vit høvdu betri pláss á miðvøllinum í fyrra hálv- leiki, og tí høvdu betri tam- arhald á bóltinum. Sjálvt um teir fingu fýra mál í seinna hálvleiki, so høvdu vit eisini gott pláss á. - Hinvegin hevur tað ofta víst seg, at tá vit hava nógv spæl, so tapa vit nógv. Eg skal ikki staðfesta nakað, men tað kann vera, at vit fara ov langt fram á vøllin, og verða revsaðir fyri tað. - Hvussu er og ikki, so eru alt ov nógv mál í hasum dystinum. Tað tóktist sum um runnu teir bara ígjøg- num verjuna. Hví, veit eg ikki ordiliga, men í øllum førum var óneyðugt at tapa dystin 6-0. Einki at reypa av Í vikunum undan lands- dystunum hevur Uni ikki verið so nógv á besta lið- num hjá HB. Ein lítil skaði hevur forðað fyri hesum, men sambært aleyparanum sjálvum, so var talan ikki um nakað álvarsmál. - Hatta var ikki nakar beinleiðis skaði. Tað var ein overvan av vøddunum, so hesir kreptu seg. Eg hevði so ein steðg í eina viku, og tað var tað. Sostatt tóktist hetta ikki vera orsøkin til, at Uni tóktist heldur tungur í dyst- inum móti Sveis, og tað helt hann so heldur ikki sjálvur. Heldur botnar hetta í fyrsta svarinum. At áleypararnir høvdu ov lítið at arbeiða við tann dagin. - Tá so er, so kemur tú ikki inn í dystin. Tað tykist kanska, sum um tú einki gjørt til nyttu, og at kalla er burtur úr dystinum, og hevur bóltin ov lítið. Tað er tó ikki altíð, at hetta er tín uppgáva sum áleypari. Við- hvørt skal mann heldur liggja og lúra, tí týdning- armesta uppgávan er at vera til staðar, tá møgu- leikin er har. - Móti Sveis komu vit ikki fram á vøllin, og tí hendir einki. Tú roynir at renna, og skerma av, og onkun tíð er mann eisini høgri bakkur, um tørvur á tí. Tað kann vera fínt, um dysturin endar 0-0, men tað er tað so avgjørt ikki, tá tú tapir við einum máli. Spurdur, um dysturin í dag í so máta var stuttligari fyri áleypara, dugir Uni ikki rættiliga at finna rætta svarið. - Eg veit ikki rættiliga, hvat eg skal svara til handan spurningin. Tað er bara alt ov vánaligt at tapa 6-0 á heimavølli. Um tað so er Jugoslavia ella ikki, kann gera tað sama. Hetta er næst ringasta úrslitið hjá okkum á heimavølli. Hitt var 1-8 móti Jugoslavia, og tað er so einki at reypa av, sigur Uni Arge at enda. Kurt Mørkøre er ikki í iva um, at verður hann úttikin, so er hann við til at umboða Føroyar LANDSLIÐSPRÁT Jákup Mørk Í mikudagsblað okkara reistu vit spurningin, hvørt tað var rætt at hava ein somikið royndan leikara sum Kurt Mørkøre á beink- inum í samfullar 90 minuttir undir einum landsdysti. Vit skrivaðu soleiðis, at um hetta skuldi verið endamálið við at hava Kurt í hópinum, hevði kanska verið rættari at havt ein ungan leikara, sum soleiðis slapp at lukta til altjóða dámin. Tá vit eftir dystin móti Jugoslavia, har Kurt aftur sat teir 90 minuttirnar á beinkinum, setti Kurt spurningin, tóktist 32 ára gamli klaksvíkingurin tó avgjørt ikki at vera samdur í hesum. - Eg las tað, sum tú skrivaði í blaðnum, og hatta er so ein spurningur, sum tú setir. Eg seti hann ikki. - Er mann nóg góður at vera á landsliðnum, so eigur mann sjálvandi at vera við til at umboða landið. Millum mótstøðu- menn okkara í dag eru eisini fleiri sum eru bæði 35 og 36 ár, so hatta er so avgjørt ikki nakað, sum eg hugsi um, og eg havi so slettis einki ímóti hesum. Soleiðis tykist eingin vandi vera fyri einum brád- ligum avboði frá Kurt, ella sum hann sjálvur segði, tá vit at enda spurdu, um hann sostatt sigur seg eisini vera tøkan til næsta dystin. - Tað er upp til Allan Simonsen, sum tekur liðið út. Tað var ein hørð byrjan, sum Øssur Hansen fekk sum liðformaður, men kortini helt hann, at løtan var serlig, tá hann leiddi liðið á vøllin LANDSLIÐSPRÁT Jákup Mørk Tað var ein errin Øssur Hansen, sum á fyrsta sinni kundi leiða landsmenn sínar inn til altjóða dyst. Talan var um 45. altjóða dystin hjá Øssi, og tí var tað kanska ikki óvæntað, at valið fall á hann, men kortini var hetta nakað, sum hann var fegin um at sleppa at royna. - Tað var sjálvandi nakað heilt serligt, at sleppa at ganga á odda til ein slíkan dyst. Tað haldi eg avgjørt vera eitt stórt herðaklapp, og sjálvt um eg hevði 44 landsdystir á baki, so er tað ein stór uppliving at leiða landsliðið á vøllin til ein heimadyst. Úrslitaliga er tó lítið at ivast í, at Øssur kundi hugs- að sær dystin øðrvísi. - Tað veit so ongan tíð undan dystinum, men eg haldi tó ikki at tapið nýttist at vera so stórt. - Í fyrra hálvleiki hava teir ikki nógv meira enn hasar báðar møguleikarnir, sum teir skora uppá. Tá teir so fáa eitt bíligt mál beinan vegin í seinna hálvleiki, so skrædnaði tað hjá okkum. - Eg trúgvi einki uppá, at hetta hendi, tí vit ikki orkaðu nóg væl, men kanska meira tað, at liðið punkteraði mentalt. Framvegis til reiðar Eitt stórt herða klapp - Er mann nóg góður at vera á landsliðnum, so eigur mann sjálvandi at vera við til at umboða landið, sigur Kurt Mørkøre Mynd: Álvur Haraldsen - Tá teir so fáa eitt bíligt mál beinan vegin í seinna hálvleiki, so skrædnaði tað hjá okkum Mynd: Álvur Haraldsen Einki at reypa av Visti tú at: Uni Arge er við sjey málum tann leikarin, sum hevur skotið næst flestu málini fyri føroyska landsliðið. Bert Todi Jónsson (9 mál) hevur skorað oftari enn Uni. Hóast hann sostatt ikki hevur metið hesum við- víkjandi, so hevur Uni trý onnur met á landsliðnum. Hann er nevnliga tann leikarin, sum oftast er útskiftur í landsdyst. 16 ferðir í 53 dystum er Uni skiftur út, og harafturat er hann eisini leikin, sum oftast er settur inn í ein dyst. Hetta er hent 13 ferðir. Haraftuar er Uni tann skiftisleikarin, sum oftast hevur verið á máltalvuni. Trý av málunum hjá Una eru komin, eftir at hann er skiftur inn í landsdysti. Bert tveir aðrir leikarar hava skotið mál sum innskiftarar, og eru teir Jan C. Dam og Christian Høgni Jacobsen. Tú roynir at renna, og skerma av, og onkun tíð er mann eisini høgri bakkur, um tørvur á tí. Tað kann vera fínt, um dysturin endar 0-0, men tað er tað so avgjørt ikki, tá tú tapir við einum máli Mynd: Álvur Haraldsen C M Y K 28