mikudagur 6. februar 2008síða 29
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 26 • 6. februar 2008
MIÐvIkaN
29
➙
minnist, at hann tók hendurnar
um eina av hesum jarnstúttunum.
Hann bleiv hangandi, men hann
fleyt í sjónum og var slongdur
aftur og fram.
Afturi á dekkinum var sama
skil, og tríggir menn duttu niður
á fordekkið. Tann eini var av
Hellunum ella Oyndarfirði, hann
breyt mjødnuna. Axel hoyrdi, at
hann rópti Petur Hans úr Lopra
um koma at hjálpa sær og at bera
seg burtur.
Bert partur av
skipinum undan
Tað sá út, sum um tað bara
var tað, sum var frammanfyri
brúnna, sum var undan á skipi
num. Skipið mestsum stóð í
sjónum. Sjógvurin tyktist at
trekkja skipið til sín. Tey siga at
maskinan sló bakk, og tað kom
snúur í róðurstammuna, men hon
brotnaði tíbetur ikki.
Tá ið tað fjaraði av aftur og
Axel hugdi rundan um seg, sá
hann eina rúgvu av tunnum. Teir
høvdu tømt livratunnur í havið fyri
at kyrra sjógvin.
Aftast á skipinum var eitt
høli, sum teir brúktu sum sjúka
kamar. Har lógu tveir menn.
Teir vóru Dánjal Klein, sum
beint aftaná gjørdist formaður
í fiskimannafelagnum og ein
miðvingur. Teir lógu báðir sjúkir
og hava ikki havt tað ov gott.
Telegrafisturin hevði eitt hús,
sum stóð uppi á maskinruffinum.
Tað fór fyri borð í heilum líki av
hesum brotinum. Telegrafisturin
lá niðri á dekkinum, tá ið
avtornaði, og bjargaðist tískil.
Róðrið blivið fast
Tá ið teir fingu hendan sjógvin, tá
kom róp av brúnni, at róðrið var
blivið fast. Skipið kom tí at verða
liggjandi tvøran. Tað stóðu fýra
ella fimm bátar tvørtur fyri á trý
lúkuni aftanfyri maskinrúmið. Tað
sást einki aftur til teir. Men tað
kundi verið verri enn so. Lúkurnar
vóru øgiligar stórar. Hetta var jú
ein gamal bátur. Eftir lúkuni lógu
tveir sverir stokkar, har endarnir
vóru boltaðir niður í dekkið fyri
at halda lúkunum. Tann stóri
feilur var gjørdur, hóast tað vóru
nógvir góðir sjómenn umborð, at
teir loystu boltarnar úr endunum
á hesum stokkum, so teir kundu
flytast eitt sindur út í borðið. So
blivu bátarnir settir og surraðir
niður. Teir hildu, at nú hildu
surringarnar, so stokkarnir ongan
veg skuldu fara.
Men surringarnar slitnaðu og
stokkarnir fylgdu við. Nú er einki,
sum heldur presendingunum
á lúkunum uttan skálkijørnini.
Hetta var nú so grúiliga óhugna
ligt. Tann fremsta lúkan stóð
uppá glopp, so luft kundi koma
niður til fólkið.
So har kom eini øgiligur sjógvur
niður til teir, har fleyt alt, eisini
seingjarklæðir. Nú fór ljósið
eisini, so her hevur ikki verið
stuttligt.
Her hevur verið nógv verri
enn á dekkinum. Tað var eisini
panikkur hjá nógvum. Men
kortini komu ella sluppu menninir
ikki upp. Tað hevði nú heldur
ikki hjálpt uppá støðuna. Tá
kundi eisini verðið eitt rættiligt
mannfall.
Tað bøtti ikki um støðuna niðri
undir, at bæði bensin og lýsi lak
niður á millumdekkið.
Axel sá ein mann á dekkinum,
sum var frá sær sjálvum. Men
hann sissaðist aftur, og Axel bað
hann koma at hjálpa sær.
Tá ið teir frættu, hvussu vorðið
var niðri undir, og hvussu tað
var við lúkuni, negldu teir so
sekstumma seym upp í lúkuna
og surraðu niður aftur í karmin.
Maskinmeistarin gjørdi alt,
hann kundi fyri at hugsa um
manningina. Teir bóru dýnurnar
niður á ketiltoppin at turka.
Meistarin var ein eldri maður,
og Axel minnist, at hann segði, at
teir kundu vera glaðir um, at teir
høvdu fiskað so lítið. Tí tað var
rættuliga vist, at var hann fult
lastaður, so kom skipið ikki upp
aftur. Tað hevði ikki hent seg.
Meðan skipið lá við síðuni
til, fóru teir at koyra rovini av
bátunum á nr. tvey lúkuni fyri
borð. Har lógu einir tríggir bátar
frammanfyri brúnni. Teir vóru
farnir frá borðini og kjalarborðini
lógu eftir, og motorarnir stóðu í
teimum.
Bátarnir lógu og furaðu eftir
presendingunum. Teir fingu ordrar
til at fáa alt fyri borð. Hetta var
spell, tí onkur av bátunum hevði
spildurnýggja maskinu. Tað komu
eisini fleiri mans upp úr lastini at
hjálpa til.
Ein bátur varð standandi eftir
har frammi í drukniholinum, teir
kallaðu. Tað er tann fyrsta lúkan.
Ein bátur var úr Øravík. Skuturin
á honum var kvettur av. Skiparin
var spurdur, um hesin bátur eisini
skuldi fyri borð. “Nei, latið hann
standa eftir, so vit hava okkurt at
vísa,” var svarið.
Fýrarnir nærum
kódnaðir
Tað kom eisini so nógvur sjógvur
niður gjøgnum skorsteinin, at tað
var líka við, at fýrarnir slóknaðu.
Í maskinrúminum stóðu teir
uppundir knøini av sjógvi. Hann
bleiv so liggjandi tvørur, men tað
kom ikki dropi inn á hann, meðan
hann lá tvørur. Brotini vóru so
stór uppi í lu, men tey komu ikki
á teir.
Axel greiðir frá: “Vit gingu
har og vistu einki. Men so møtti
eg einum kvívíkingi, sum æt
Zacharias Müller. Hann hevði
verið skipari og var ógvuliga
raskur maður. Vit møttust aftan
fyri maskinrúmið, og vit søgdu
líka sum báðir í senn við hvønn
annan: “Latið okkum fara at vita,
um vit síggja nakað”. Vit fóru
at hyggja at róðrinum og sóu
beinanvegin, at úti í borðinum,
har sum ketan gekk inn til stýri
maskinuna, var ein jarnstong
komin inn í blokkaskivuna. Ein
uppstandari av gelendaranum,
sum var uppi á maskinrúminum,
hevði skrætt seg leysan. Hann
kann ikki vera farin bert av einum
sjógvi. Onkur lutur má hava rent
seg á hann. Gelendarin við einum
av sínum knøttum er so komin í
blokkaskivuna.
Bert sleggjan lá eftir
Vit vistu, at amboðsskápið var
har beint aftanfyri maskinrúmið.
Tað var ein sver jarnhurð, sum var
fyri. So var eisini ein høg jarngátt,
sum ofta er umborð á skipi. Eg
minnist, at fyrsti stýrimaður stóð
upp við har. Eg talaði á stýri
mannin og spurdi, um hann mundi
vita, hvar ein sleggja mundi vera.
Eg visti tilvildarliga um hetta
amboðsskápið frá túrinum yvir til
Grønlands. Hann stóð bara har
sum ein stútta, hann svaraði ikki.
Eg sá, at hann var sjokeraður.
Tað vísti seg, at jarnhurðin var
burtur. Alt var sleikt. Amboð
var einki eftir, og alt var burtur
uttan sjálv sleggjan! Hon var
ikki farin um gáttina. So fóru vit
við sleggjuni at royna at dríva
hendan uppstandaran úr aftur
blokkaskivuni. Tað lukkaðist, men
tað var stríggið. Ein jarnskiva lá
omaná blokkinum. Vit fryktaðu
fyri, at hon fór at loypa uppav.
So hevði verið galið, men hetta
spældi væl av. So varskógvaðu vit
teir á brúnni, og tá var í ordan.
Hatta var tað sum hendi við
róðrinum við Niels Finsen. Tá fóru
vit aftur at sigla undan.”
Axel helt, at tað er heilt vist,
at teir eru komnir tvørtur um eina
grynnu, tí teir vóru so nær landi.
Tað vóru nógvir menn, sum hava
brattan farið á hesum leiðum,
men ein slíkan sjógv høvdu teir
ikki sæð. Tað vóru eisini ordilig
boðabrot.
Hans Pauli
uttanborða
Tað hendi eingin mannskaði,
hóast nógv stóð á. Tað kundi eins
væl enda galið hjá Hans Paula
Hansen úr Funningsfirði, sum var
ein kelda hjá Niels Juel.
Hann fór fyri borð í einum
broti. Eina ferð kemur ein endi í
Her liggja menninir í lastini, og tað var ikki gamansleikur
Útróðrarmenninir eru komnir uppá dekkið, tá hann makaði veðrið