Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-06, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. februar 2008síða 30

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 26 • 6. februar 2008 MIÐvIkaN 30 hend­urnar á honum. Hann hálaði í hann men fekk tað ikki at stand­a á. So tók hann og vavd­i end­an um vinstra arm, gjørd­i eitt lítið stikk á og helt so við høgru hond­. Til end­an stóð á. Tá skjeyt Hans Pauli upp úr sjónum. So d­júpt lá skipið tá, at einki var und­ankomið av aftur­ skipinum, men hann fekk hálað seg inn aftur og umborð. Várharra setti ongan eftir, men tað gjørdi skiparin Skiparin roknaði við, at skipið var farið at leka, og ætlanin var upprunaliga at fara inn á Reykjavík. Men tá tað var liðið eitt sind­ur frá vísti tað seg, at skipið lak ikki, hóast tað sum so var illa farið. Alt riggaði sum tað skuld­i. Tískil varð avrátt saman við øllum umborð at seta kós móti Føroyum. Tað var sera stríggið tá, men man var so mikið ungur, at tað bilti ikki. Teir høvd­u júst so mikið av mati hjá sær, at hann skuld­i strekkja, so sum keks og margarin. Men nógv av matinum var blivin vátur, og tað gjørd­ist eisini svangligt sum frá leið. Axel greiðir frá: “Hovmeistarin kókaði einar tvær ferðir kakao til okkara. Skiparin skonkti snaps til matrósarnar, tá ið tað ringasta var av. Hetta hild­u vit vera løgið, tí okkum leskaði hann ikki. Vit vóru einir 10 føroyingar, sum høvd­u verið við á d­ekkinum. Eg fór til hovmeistaran at spyrja, um hann hevði eina fløsku. Hann bað meg trúgva sær, at hann átti hana ikki, men hann bað meg fara til skiparan. Men tað tímd­i eg ikki, tí eg hevði sæð hvørjum hann hevði skonkt fyri. Sigast kann, at næst eftir Gud­s hjálp, so áttu vit líka stóra æru sum teir fyri, at vit komu burtur úr tí. Vit vóru á Havnini 24. oktober. Tað var ringt veður heim. Tað vóru eini 10 vind­stig í eini tvey samd­øgur. Vit líka sum fylgd­ust við óveðrinum. Men annars var eingin vand­i“. St Jaques kom eisini heim í hesum veðrinum. Hann var eisini um Kappaleiðina. Teir høvd­u eisini ringt veður, men fingu tó ongan skaða. Justines í Oynd­arfirði var við til Grønland­s við Niels R Finsen, og hann var eisini við nú. Tað segðist, at hann var ísloðsur. Tað segðist eisini, at hann hevði skipað fyri at fara upp við Eysturgrønland­ av ótta fyri kavbátum. Justines segði annars, at teir høvd­u ikki borið boð í bý, høvd­u teir ikki havt hesar mongu røsku útróðrarmenninar umborð. Inntøkan fyri árið var 150 kr. Høvd­u annars roknað við kr. 250, sum eisini vild­i verið vánaligt. Tá var eingin minstaløn, so hetta gjørd­ist eitt soltið summar. Trupulleikar við trygging Tryggingarnar, sum høvd­u við hesa ferð at gera, fingu úr at gera. Tað tók sína tíð at fáa teir spurningar greid­d­ar. Men her stóðu so nógvir útróðrarmenn bátleysir, og okkurt mátti gerast. Heitt varð á tingið um annað­ hvørt at veita stud­ning, lán ella veðhald­ til at keypa bátar fyri teir, sum teir høvd­u mist. Tað vóru 8­ og 10, mest 10­mannafør, og kostaðu millum 2.500 og 4.000 krónur hvør. Hetta vóru fleiri ársinntøkur tá í tíðini. Útróðrarmenninir gingu út frá, at bátarnir vóru tryggjaðir, men vistu ikki, fyri hvussu nógv, og ei held­ur, nær hesin peningur varð tøkur. Løgtingið helt seg ikki kunna ganga áheitani á møti, men samtykti tríggjar vikur seinni at áleggja land­snevnd­ini at eygleiða málið, og at veita umsøkjarunum neyðuga hjálp. Aftaná kríggið Føroyingar byrjaðu so smátt aftur at rógva út frá land­i í Grønland­i í 1949, og í 1950 var byrjað í Føroyingahavnini. Tann fyrsti samskipaði útróðurin aðrastaðni var aftur i Ravns Stóroy og Tovqussak í 1952. Útróðurin helt á fram í 60­ini ella kanska fyrst í 70­ini. Tá var hend­a tíðin av. Fullfíggjaða søgan um hesa tíðina er í bókarøðini Teir tóku Land­ hjá Niels Juel og Jógvan Arge. Astrid (1905-1985) og Aksel (1901-1980) Dalsgaard. Niels R. Finsen við kei í Havn aftaná hesa hættisligu ferðina Um Axel Dalsgaard Axel Dalsgaard­ (1901­1980) var vanliga nevnd­ur Axel á Mølini. Hann var sonur hand­ilsmannin Wald­emar á Mølini (1866­1951), ið var Dalsgarðssonur. Kona hansara var Sunneva úr Búri í Skopun (1872­1947). Kona Axel, Astrid­ (1905­1985) var ættað úr Skopun. Børnini hjá teimum vóru Borghild­, Palli, Vald­emar, Tønner, Eyðstein og Ásla. Axel var bilførari á fyrsta bilinum, sum kom til oynna í 1923, kommunan átti bilin. Tá var øll oyggin ein kommuna. Mesta koyringin tá mund­i vera postflutningur eftir oynni, sum kommunan hevði ábyrgd­ina av. Tey fyrstu árini búði Axel á Sand­i. Í 1927 bygd­i hann hús í Skálavík og flutti hagar at búgva. Hann gavst at koyra hjá Sand­a kommunu fyrst í 30­unum og var av og á til skips, men var annars heimamaður. Tá ið vegmenninir blivu settir um land­ið, ein til hvørja kommunu varð hann vegmaður fyri Skálavík. Hetta arbeiði hevði hann til miðskeiðis und­ir seinna kríggi. Tá ið Sand­s kommuna segði postflutningin frá sær, fekk hann postin aftur at flyta millum bygd­irnar inntil tað almnena yvirtók hend­an flutning. Hansara seinastu arbeiðsár var hann flekjari í Føroyingahavnini í Grønland­i. Júst hend­a frásøgnin er eitt gott d­ømi um frásagnir, sum liggja, og sum ikki eru komnar fram alment. Tað er soni Axels Palla fyri at takka, at hetta íkastið til okkara fiskimannasøgu nú kemur fram. Takk skal hann hava fyri tað. Hóast frásøgnin um ferðina hjá Niels R Finsen ikki eru ókend­, so eru í hesi frásøgn greitt frá viðurskiftum, sum ikki hava verið frammi fyrr. Teir rudda upp á dekkinum á Niels R Finsen við keiina í Havn