mikudagur 6. februar 2008síða 31
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
31
[ Nr. 26 - 6. februar 2008 ]
SAMBAND
jákup Mørk
jAkup@SoSiAluriN.fo
tlf. 341800
ítróttur
Tað, ið eftir er av Afri
can Nations Cup er
í vanda fyri at verða
yvirskýggjað av skan
daluni, ið uppstóð
eftir hátíðarhaldið fyri
kjósanini av »besta
afrikanska leikara«.
Frederic Kanouté
varð valdur, men um
hann var tann rætti
vinnarin er ivasamt
FÓTBÓLTUR
Niels Petersen
niels@sosialurin.fo
Áleyparin hjá Mali, ið
spælur fyri spanska felagið
FC Sevilla, gjørdist herfyri
tann fyrsti ikki-afrikanski
leikarin, ið er kosin »besti
afrikanski leikari«. 30-ára
gamli Kanouté vann framm-
an fyri Didier Drogba, ið
vann í fjør, og Michael
Essien frá Ghana. Men
seinastu dagarnar er ivi
sáddur, um kjósanin var
rættvís, og um tað ikki var
áleyparin
frá
Fílabeins-
strondini, Didier Drogba,
ið átti at verið kosin.
Var vrakaður
Áleyparin hjá Chelsea varð
vrakaður til heiðurin, hann
so sannførandi vann í fjør,
bert tí hann valdi, ikki at
ferðast alla ta longu leið til
Lome í Togo, at taka móti
heiðurinum, alt meðan lands-
menn hansara stóðu bert
tveir dagar frá einari fjórð-
ingsfinalu
móti
Guinea.
Drogba og landsmenn hans-
ara knústu Guinea út úr kapp-
ingini, og skulu spæla hálv-
finalu í morgin móti Egypta-
landi. Fyrradagin almanna-
kunngjørdi Drogba so eisini,
at hann ikki hevur hug at
verða nomineraður til hend-
an heiður aftur. Confedera-
tion of African Football,
CAF (Kann sammetast við
UEFA í europa blaðm.) eru
kendir fyri bert at útnevna
leikarar, ið koma til sjálvt
hátíðarhaldið. Men hesaferð
er spurningurin, um teir ikki
er farnir ov langt.
Flóvisligt CAF
Kjósanin fer uttan iva at
hava við sær keðiligar av-
leiðingar fyri CAF sjórar-
nar, tí at tað uttan iva fer at
verða settir spurningar við
logikkin aftanfyri, at trýsta
leikarar at fara frá venjing-
arleguni hjá landsliðnum,
og ferðast langar teinar.
Eitt mál, ið eisini hevur
stungið seg upp í hesum
døgum, er hví CAF ikki
hevur lagt hátíðarhaldið í
sama stað sum stóra fót-
bóltskappingin verður hild-
in. Har hevur man allar
miðlar í heiminum, og
focus er á tað plássið, fram-
um alt annað. Hátíðarhaldið
kundi verið varpað á ein
væl betur máta, og hetta er
alt sera óheppið.
CAF hava fyrr verið fyri
ákoyringum um at teirra
háttur at reka ymiskt við, er
ivasamur. Hetta er nakað, ið
hevur verið við til at pletta
ímyndina av afrikanskum
fótbólti, og eftir seinastu
orrustuna fer tað neyvan at
verða frægari við bræði.
Stórsligin kapping
Hendan kappingin, ið byrj-
aði afturi í 1957, tá Egypta-
land vóru vertir, hevur
bjóðað okkum hyggjarum
eitt sindur av hvørjum
gjøgnum tíðirnar, og kapp-
ingin í ár hevur verið
higartil verið ein av størstu
tiltøkunum nakrantíð. Júst
av hesi orsøk, er tað kanska
eyka keðiligt at slíkt óskil
valdar í CAF. Man má bert
vóna, at hálvfinalurnar báð-
ar og so sjálvandi finalan
fara at bjóða okkum fót-
bóltsupplivilsir
yvir
tað
vanliga. Tí tað hevði verið
ómetaliga harmuligt, um
man bert sat eftir við tank-
anum um gøluna um kjósan-
ina av »besti afrikanska
leikara«.
Hálvfinalur fyri
framman
Kameroon
vunnu
sína
fjórðingsfinalu móti Tunis
3-2, í einum sera spennandi
dysti, og í hálvfinaluni bíða
vertirnir Ghana, ið vunnu
sína fjórðingsfinalu 2-1
móti Nigeria. Í hinari hálv-
finaluni møtast finalist-
arnar frá 2006, Fílabeins-
strondin og Egyptaland.
Í finaluni í 2006, tá hesi
bæði londini eisini brustu
saman, vunnu Egyptaland í
einum ótrúliga spennandi
dysti, ið endaði 0-0, og í
brotssparkskappingini vístu
egyptar, at teir á heimavølli
hava nervar av stáli. Teir
vunnu 4-2, og harvið sítt
fimta meistaraheiti.
Kameroon
og
Ghana
spæla sína hálvfinalu í
Tamale, meðan Fílabeins-
strondin
og
Egyptaland
spæla í Kumasi.
Rumbul í Afrika
Í dag fór Kristoffur Jakobsen, sum í fjør
var millum allar bestu leikararnar á
Formulaliðnum hjá KÍ, til Noregs at roynd
arvenja hjá Hødd, veit Norðlýsið at siga
FÓTBÓLTUR
Niels Petersen
niels@sosialurin.fo
Tað er ikki fyrsta royndarvenjingin, ungi klaksvíkingurin
fer til, hann hevur eitt nú fyrr verið og royndarvant hjá so
mætum felagi sum Chelsea í Onglandi, so hann er ikki
ókendur í slíkum ørindum.
Hinvegin skerst tað ikki burtur, at tað altíð er ein ávísur
spenningur í luftini, tá boð eru eftir føroyskum
fótbóltsleikarum hjá útlendskum feløgum, og soleiðis man
eisini vera hesa ferð hjá Kristoffuri. Kanska serliga nú tá
ein klaksvíkingur longu er at finna í felagnum.
Kristoffur hevur sáttmála við KÍ, so um eitt skifti skuldi
blivið veruleiki, verður hetta framt í samstarvi millum
allar tríggjar partar; Hødd, KÍ og unga leikaran.
Kristoffuri verður hervið ynskt alt tað besta, og góðan
byr framyvir.
Kristoffur
royndarvenur í Hødd
Viðhaldsfólk hjá Fílabeinsstrondini heiðra stóru stjørnuni á
liðnum, Didier Drogba
Kristoffur Jakobsen skrivar
her undir uppá sáttmála
við barndómsfelag sítt KÍ
Drogba sæst her í dysti fyri enska felag sítt Chelsea. Í løtuni er
hann skuffaður av CAF, tí teir hava givið honum eina vánaliga
viðferð
Seinnapartin leygar
dagin, eftir steypafinal
una í flogbólti, fer KÍ á
vøllin við Djúpumýru
at leika sín fyrsta venj
ingardyst í ár, og mót
støðuliðið kemur líka
úr Suðuroynni
FÓTBÓLTUR
Niels Petersen
niels@sosialurin.fo
Meðan vetrarítróttin er í
hæddini og skal spæla
finalur o.s.fr., so eru
summarítróttargreinarnar
farnar undir sínar fyrstu
fyrireikingar.
Eitt gott dømi um hetta
verður leygardagin tann 9.
februar, tá bestu kvinnu-
liðini hjá Stjørnuni og
Kyndli
fara
at
spæla
steypafinalu í eini stúgvandi
fullari høll á Hálsi í Havn.
Seinni sama dag fer besta
mansliðið hjá KÍ eisini á
vøllin, men tað verður ikki
fyri fullum áskoðarapláss-
um, tí talan verður um tann
allar fyrsta venjingardystin
hjá liðnum í ár.
Tað verður 1. deildarliðið,
TB, sum fær høvi at verða
fyrsta liðið, sum fer á vøllin
í Klaksvík í 2008 at spæla
ímóti KÍ.
Í báðum hesum feløgum
er talan um broytingar í
hópunum í mun til í fjør, tí
fleiri leikarar eru farnir,
meðan aðrir eru komnir til,
og harumframt eru ungir
menn lagstir afturat. So har
fáast kanska onkrar ábend-
ingar, um ikki annað, til
gagns
fyri
venjararnar
báðar Eyðun Klakstein og
Krysztoff Popczinsky.
Fótbólturin rullar í kuldanum