mikudagur 6. februar 2008síða 32
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
32
[ Nr. 26 - 6. februar 2008 ]
Fótbóltur
Heri Simonsen
hersim@sosialurin.fo
Komandi sunnudag, hin 10.
februar kl. 13.30 føroyska
tíð fer Manchester United á
vøllin á Old Trafford at
spæla ímóti Manchester
City. United fer at spæla í
búnum, sum eru álíkir
teimum, felagið hevði fyri
50 árum síðani. Talan
verður um ein kenslusaman
dyst, har United-leikarar og
viðhaldsfólk kring allan
heimin fara at minnast 50
ára dagin fyri flogvann-
lukkuna í München. Eisini í
Føroyum
fara
United-
viðhaldsfólk at hyggja eftir
dystinum
saman.
Hetta
verður í Rex í Havn.
Dystur í Beograd
Manchester United var á
veg heim úr Beograd í
gamla
Jugoslavia.
Har
høvdu teir leikt fjórðings-
finalu ímóti Reyðu Stjørnu
í Evropa Cup-kappingini
fyri meistaralið. Og væl
hilnaðist. United fekk 3-3,
og komu víðari samanlagt
við 5-4, eftir ein 2-1 sigur á
Old Trafford. Aftaná dystin
fóru United-leikarnir og
venjarnir til eina móttøku í
Beograd. Matt Busby tók
sær av løttum saman við
nøkrum vinum og tíðinda-
fólkum. Summir av leikar-
unum fóru til bretsku sendi-
stovuna saman við flogtern-
unum og flogskiparunum.
Aðrir leikarar sótu og
spældu poker inntil út á
náttina. Men allir vóru
tøkir, tá farast skuldi avstað
úr Beograd morgunin eftir.
Líka frá tí teir fóru avstað,
byrjaði tað at ganga galið.
Teir
vóru
seinkaðir
í
fráferðini, tí Johnny Berry
ikki fann passið hjá sær.
Men tá tað loksins bleiv
funnið í viðførinum, var
klárt hjá øllum at fara
umborð í flogfarið.
Ringt sýnið
Tað var ringt sýnið hendan
dagin. Men fyrsti flogskip-
arin, James Thain og annar
flogskiparin Kenneth Ray-
ment avráddu, at flúgvast
skuldi. Flogfarið var av
slagnum
»Elizabethan
Class G-ALZU AS 57,
Lord Burghley«. Á veg
heim til Onglands skuldu
teir bunkra í München. Tá
teir lendu í München kavaði
longu illa. Tað gekk skjótt
at bunkra, minni enn 20
minuttir.
Rayment
fekk
loyvi at flúgva avstað kl.
14.31, men hann avlýsti
hesa royndina, tí honum
dámdi ikki tað ójavna ljóðið
í flogfarinum. Hann royndi
aftur kl. 14.34, men sami
trupuleikin var aftur gald-
andi. Flogskiparnir avráddu,
at koyra flogfarið aftur til
terminalin til nærri kann-
ingar. Leikarnir og hini fóru
úr flogfarinum, og fingu
tíðina at ganga við at keypa
gávur og sigarettir. Duncan
Edwards sendi eitt telegram
til vertskonuna í Man-
chester, sum segði: »Øll
flogfør avlýst – stop –
flúgva í morgin – stop –
Duncan.« Men skjótt eftir
hetta vóru øll rópt at koma
umborð á flogfarið aftur.
Ein
tíðindamaður,
Alf
Clarke
frá
Manchester
Evening Chronicle mangl-
aði. Men hann kom loksins
umborð. Nú kavaði illa, og
menn byrjaðu at fáa nervar.
Liðskiparanum
Roger
Byrne dámdi ongantíð at
flúgva, og var líkbleikur.
Johnny Berry tók dýran til,
nú fóru øll at verða dripin!
»Well, um tað hendir, so eri
eg til reiðar.« Svaraði Billy
Whelan, sum var trúgvandi
katolikkur.
Flogfarið krasjar
Sekundir eftir hetta gongur
alt galið. Flogskiparnir gera
sína triðju roynd, men
flogfarið fer skreiðandi av
lendingarbreytini, og fer út
á ein koyriveg, sum førir til
eitt búsetingarøkið. Vinsti
vongur og partur av hala-
num verða skrødd av, sum
flogfarið koliderar við eini
hús. Cockpittið fer sendandi
inn í eitt stórt træ, og
parturin har brennievnið er,
rennir inn í einum timbur-
bygningi. Inni í timburbygn-
inginum stendur ein last-
bilur, sum er fullur av
brennievni.
Lastbilurin
spreingist í luftina. Mál-
verjin Harry Gregg veit, at
hann er á lívið, tá hann
merkir blóð renna niður
eftir andlitinum. Hann særr
fyrsta
flogskiparanum
James Thain, sum biður
hann renna fyri lívinum.
Men Gregg hoyrir eitt lítið
barn gráta, og hann fer inn
aftur í flogvrakið, hóast
eldin og spreingingarnar
rundan um hann. Ósjálvs-
søkni hjá Gregg bjargar
lívinum hjá pinkubarninum,
mammuni, og fleiri lið-
feløgum. Sjálvt um Gregg
heldur, at bæði Bobby
Charlton og Dennis Violet
eru deyðir, so dragsar hann
teir úr tí brennandi flog-
farinum, og eigur æruni
fyri, at báðir yvirliva. Hann
bjargaði eisini venjaranum,
Matt Busby, sum hevði
stórar skaðar. Lunguni vóru
punkterað, og beinini vóru
brotin. Gregg fekk eisini
hjálpt Jackie Blanchflower,
sum eisini var illa særdur.
Tann deyði Roger Byrne lá
oman á Blanchflower.
Á sjúkrahús
Sjúkrabilar og sløkkiliðs-
bilar komu á staðið, og tey
særdu og deyðu vóru førd
til Rechts Der Isar Sjúkra-
húsið í München. Matt
Busby, Johnny Berry og
Duncan Edwards stríddust
fyri lívinum. Sum trúgvandi
katolikkur fekk Matt Busby
tvær ferðir tað síðstu oljuna,
men hann kom loksins fyri
seg, og eftir 71 dagar vendi
hann aftur til Manchester.
Johnny
Berry
yvirlivdi
eisini, men skaðarnir vóru
so umfatandi, at hann fekk
ongantíð leikt fótbólt aftur.
Duncan Edwards doyði á
sjúkrahúsinum 21. februar.
Størsta talentið
nakrantíð?
Í 1990 var undirritaði til
dyst á Old Trafford. Tá ein
prátar við eldri United-við-
haldsfólk
um
Duncan
Edwards fáa tey altíð ein
klump í hálsin. Sjálvt aftaná
Denis Law, George Best,
Bobby
Charlton,
Bryan
Robson,
Eric
Cantona,
Ryan Giggs, Wayne Rooney
og Christiano Ronaldo eru
6. februar 1958:
Feigdardagurin hjá Man
Fantastiska liðið hjá Manchester United – rópt the Busby Babes. Fótbóltskøn meta, at Ongland
væl kundi vunnið HM í 1958, var tað ikki fyri flogvanlukkuna
Roger Byrne: 28 ár. Hann var ein álítandi og tekniskt góður
vinstri bakkur. Hann var liðskipari, og verður ofta nevndur
tann fyrsti “Busby Babe”, tí hann fekk sín fyrsta dyst í 1952,
har hann skoraði 7 mál í 6 dystum. Tá leikti hann sum vinstri
vongur, og var við til at tryggja Matt Busby tað fyrsta meis-
taraheitið. Byrne leikti 33 landsdystir fyri Ongland.
Eddie Colman: 21 ár. Var frá Manchester-býarpartinum, Sal-
ford. Hann leikti sum høgri hálvbakkur. Hann var altíð væl
klæddur, og var ein ógvuliga sjarmerandi ungur maður.
Mark Jones: 24 ár. Var eitt álit í verjuni. Var sterkur sum ein
klettur. Jones hevði eitt róligt sinni, og tað avspeglaði eisini
frítíðarítrivið hjá honum, har hann fekst við brævdúgvir.
Duncan Edwards: 21 ár. Edwards leikti saman við Colman á
miðvøllinum. Duncan Edwards verður mettur at verða besti
leikarin, sum Ongland nakrantíð hevur fostrað. Hann var
ein risi á vøllinum. Hann hevði skjótleika, góðan teknikk, og
eina ótrúliga likamsstyrki. Edwards leikti 18 landsdystir fyri
Ongland.
Liam “Billy” Whelan: 22 ár. Frá síni posisjón, sum høgri
innari vongur var Whelan ógvuliga kreativur í sínum spæli.
Hann var ógvuliga málfarligur. Í 1957 skeyt hann 26 mál í 39
dystum fyri United. Whelan leikti 4 landsdystir fyri Írland.
Tommy Taylor: 26 ár. Taylor hevði kelinavnið “The Smiling
Executioner”. Sum Centre-forward var hann ein veruligur
“Targetman”, og hann var framúr við høvdinum. Hann vann
nógv við sínum smíli. Ein klassiskur nummar 9, sum í 4 ár
var tann einasti leikarin Busby keypti til United. Taylor var
sjálvsagdur sum centre-forward á enska landsliðnum. Hann
fekk 19 landsdystir fyri Ongland.
David Pegg: 22 ár. Ein vinstri vongur, sum kann saman-
berast við Ryan Giggs. Lítil av vøkstri, tekniskt góður, og
við evnunum at fara framvið baklinjuni og koma sær inn
í málfeltið. 40 ár áðrenn Beckham var Pegg tiltikin fyri sítt
hársnið. Hann fekk ein landsdyst fyri Ongland.
Geoff Bent: 25 ár. Sum vinstri bakkur var hann eykamaður
hjá Byrne, og tí fekk hann ikki so nógvar dystir á besta
liðnum, sum talentið annars gav rætt til. Hann skuldi av fyr-
stan tíð ikki verið við til dystin í Beograd. Men dagin fyri, at
Manchester United fór avstað til Beograd ringdi Matt Busby
til Geoff Bent, tí Roger Byrne hevði ein minni skaða. Konan
og ein nýføddur sonur sótu eftir í Manchester. Tað fylgdi
Matt Busby alt lívið, at hann hevði tikið liðið út á eina langa
ferð í Evropa. Men lagnan hjá Bent var tað, sum plágaði
Matt Busby mest.
Hini sum doyðu:
Tíðindamenn: Alf Clarke, Don Davies, George Follows, Tom
Jackson, Archie Ledbrooke, Henry Rose, Eric Thompson og
Frank Swift.
Venjarar og starvsfólk hjá Manchester United: Walter
Crickmer, Bert Whalley og Tom Curry.
Starvsfólk umborð á flogfarinum: Kenneth Rayment og
Tom Cable.
Onnur: Bela Miklos og Willie Satinoff.
Matt Busby vóru undir at byggja eitt nýtt lið upp. Í 1963
eydnaðist tað at vinna ensku steypakappingina. Ì 1967
eydnaðist tað at vinna enska meistaraheitið, og í 1968,
júst 10 ár aftaná flogvanlukkuna í München vann United
Evropa Cup fyri meistaralið, aftaná 4-1 sigur yvir Benfica við
Eusebio á liðnum.
TEIR ÁTTA SUM LÓTU LÍV
Teir vóru spáddir eina stóra framtíð í fótbóltsheiminum. Teir vóru ungir og
evnaríkir, og summir vóru millum størstu fótbóltstalentini, Ongland hevði
fostrað. Men fyri júst 50 árum síðani fekk alt ein brádliga enda í München