mikudagur 6. februar 2008síða 33
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
33
[ Nr. 26 - 6. februar 2008 ]
Tá
føroyska
fótbólts
landsliðið spældi móti
Cypros, var ein av leið
arunum hjá Cypros John
Yiannakis. Sami John
Yiannakis skuldi eftir
ætlan vera umborð á
vanlukkuflogfarinum fyri
50 árum síðani, og í
Sosialinum fyri tveimum
árum síðani greiddi hann
frá søgu sínari sínari.
Eg kendi fleiri av spæl
arunum hampuliga væl.
Dennis Violet, Johnny
Berry og fleiri aðrir taldust
millum vinmenninar hjá
mær. Ein partur, sum
hevði nógv størri týdning
tá í tíðini, tá lønin hjá
okkum vanliga var eini
£20 um vikuna.
Eg var so eisini
millum teirra, sum hugdu
at fyrra dystinum móti
Reyðu Stjørnu í 1/4
finaluni av Europa Cup
kappingini. Ein dystur,
sum United vann 21, og
tað skuldi sjálvandi feir
ast. Ikki minst var talan
um
eitt
einastandandi
kvøld, tí vit koyrdu eitt
sindur í konurnar hjá
spælarunum, sum valla
megnaðu at standa á bein
unum, flennir hann.
Tað endaði alt við, at
spælararnir spurdu meg,
um eg ikki kom við
flogfarinum til útidystin,
og hesum játtaði eg. Flog
ið varð knappar tvær
vikur eftir ballið, men í
seinastu løtu gav eg av
boð. Eg hevði ongantíð
flogið fyrr, og dirvið var
kortini ikki til at royna
tað hesaferð.
Uttan John varð soleiðis
ferðast til jugoslaviska
høvuðsstaðin, har ensku
meistararnir við einum 3
3 javnleiki spældu seg í
hálvfinaluna.
Men
á
heimferðini hendi so van
lukkan. Flogfarið var ikki
nóg væl avísað, og eftir
millumlending í München
gekk galið. 22 fólk doyðu
á staðnum teirra millum
7 spælarar. Og stutt eftir
doyði
eisini
Duncan
Edwards av løstunum,
sum hann fekk. Duncan
Edwards hevði longu tá
verið yngsti spælarin í
søguni hjá ensku 1. deild,
og hann hevði eisini metið
sum
yngsti
landsliðs
spælarin hjá Onglandi.
Tað var jú ræðuligt.
Dennis, ið var tann av
spælarunum,
sum
eg
kendi best, slapp við lívi
num, men hann er so
kortini farin nú. Men
sjálvt um hann slapp liv
andi úr München, so varð
hann ongantíð tann sami á
vøllinum. Eins og hevði
hann fingið ein skelk og
eina áminning um, at slíkt
altso
kann
henda
í
veruleikanum, og tann
veruleikan megnaði hann
helst ongantíð at góðtaka.
Og fyri fótbóltin var
tað eisini ræðuligt. Dun
can Edwards, sum var
kanska
stórsta
enska
talentið um tað mundi,
doyði. Hann skuldi annars
verið í herinum um hetta
mundið,
men
felagið
hevði so fingið hann loyst
an frá hesum, soleiðis at
hann kundi verið við í
dystunum.
Soleiðis
segði
John
millum annað um flog
vanlukkuna, sum helst er
tann gitnasta í flogsøguni.
Sjálvur steig John so
ongan tíð umborð á flog
farið. Men eins og hjá
reyðum fjepparum kring
allan heimin, man eisini
hann minnast dagin í dag
sum nakað heilt serligt.
Tordi ikki við
chester United
tey ikki til at vika. Duncan
Edward er tann besti leik
arin Manchester United
hevur havt, eftir teirra tykki.
Bobby Charlton sigur um
Duncan Edwards: »Duncan
er tann besti leikarin eg
nakrantíð havi sæð. Tann
besti leikarin eg havi leikt
saman við, bæði hjá United
og á enska landsliðnum.
Hann er tann einasti fót
bóltsleikarin, sum hevur
fingið meg at kenna meg
minni
dugnaligan,
sum
fótbóltsleikara.«
sigur
Bobby Charlton, ein av
bestu leikarunum hjá Man
chester United og Onglandi
nakrantíð. Duncan Edwards
leikti sín fyrsta dyst fyri
Manchester United ímóti
Cardiff í apríl 1953. Tá var
hann bara 16 og hálvt ára
gamal. Tað sum var so fan
tastiskt við Duncan Ed
wards var, at hann bæði
hevði skjóttleika, eitt hart
skot, góðan teknikk, var
krútsterkur likamliga, og
hevði eitt gott sinnalag.
Eldri bretar meina seg ikki
at hava sæð nakran leikara,
sum hevur havt allar hasar
dygdirnar. Tað, at hann
livdi 15 dagar aftaná flog
vannlukkana er eitt dømi
um hvussu sterkur Edwards
var. Har vóru fleiri bein
brotin, og nógvir innvølir
vóru skaddir. Flest øll onnur
høvdu
verið
deyð
av
skaðunum
beinavegin.
Hóast Duncan Edward bert
var 21 ár tá hann doyði, so
hevði hann longu leikt 18
Alandsdystir fyri Ongland.
Fótbóltsserfrøðingar
seta
eisini spurnartekin við, um
Brasilia hevði vunnið HM í
1958, um »The Busby
Babes« høvdu verið við til
at manna enska landsliðið?
Men tað er so ein spurn
ingur, sum ongantíð verður
svaraður.
Vanlukkan fyllir nógv
Ein kemur ikki uttan um, at
flogvanlukkan
hin
6.
februar i München fyllir
nógv í søguni hjá Man
chester United. Og sjálvandi
kann søgan ikki undganga
at røra hjartastreingirnar
hjá Unitedviðhaldsfólkum
kring allan heimin. »Flog
vanlukkan er høvuðsorsøkin
til, at Manchester United
hevur so nógv viðhaldsfólk«
er ein nógv nýtt frasa hjá
viðhaldsfólkum hjá øðrum
feløgum. Stórleikarar og
góð úrslit hava nú eisini
gjørt sítt. Tað, at mong fólk
halda við Liverpool skyldast
nú heldur Bill Shankly,
Kenny
Dalglish,
Allan
Hansen og Ian Rush, enn
tað skyldast Heysel og
Hillsborough. Tær hending
arnar fylla sjálvsagt eisini
nógv í søguni hjá Liverpool
FC, men 18 ensk meistara
heiti, og 5 evropeisk meist
araheiti eru so ikki ein
vánalig umbering fyri at
halda við Liverpool. Skuldi
ein nýtt sama antilogikk
um italskan fótbólt, so
skuldi Torino FC verið eitt
nógv betri umtókt lið, enn
Juventus, sum eisini er úr
Torino.
Ótrúliga
góðu
leikarnir hjá »Il Grande«
liðnum hjá Torino FC blivu
allir
dripnir
í
einari
flogvanlukku, sum hendi
uttanfyri Torino hin 4. maj í
1949. Øll 31 fólkini umborð
blivu dripin. Hetta liðið
vann italska meistaraheitið
fleiri ferðir. Men liðið hevði
ein
gjøgnumsnittsaldur
uppá 30 ár. Busby Babes
hevði ein gjøgnumsnitts
aldur uppá 24 ár. Syndarliga
vanlukkan hjá Torino FC
hevur kortini ikki merkt, at
teir hava líka nógv viðhalds
fólk sum Juventus, Inter,
AC Milan, Roma ella Lazio.
So vit koma ikki uttan um,
at framúrskarandi leikarar
og stórir sigrar framala
nógv
viðhaldsfólk
hjá
øllum stórum feløgum.
Seinasta minnið, sum John hevði við the Busby Babes var,
tá teir skuldu feira heimasigurin móti Reyðu Stjørnu
Mynd: Álvur Haraldsen
Duncan Edwards
var kanska størsta
talentið, sum
bretskur fótbóltur
nakran tíð hevur
fostrað. Men
fótbóltsheimurin
slapp ongan tíð at
síggja hann sum
meira enn eitt
risa-talent
Matt Busby, sum
telist millum størstu
venjaralegendurnar
yvirhøvur, varð illa
skølaður. Men hann
kom frá vanlukkuni
við lívinum