hósdagur 7. februar 2008síða 9
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Nr. 27 - 7. februar 2008
Ein av okkara lesar
um, sum um dagarnar
hevur verið í arbeiðs
ørindum í Pólandi,
hevur sent okkum
myndir av Lómi, sum
Faroe Ship hevur selt
til Danmarkar.
Myndirnar eru tiknar
í pólska býnum
Gdynia
Farmasigling
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Við fáum reglum sigur les
arin, at hesar myndir eru
tiknar í nýggja umhvørvi
num hjá skipinum, sum
eisini er í nýggjum hami.
Lómur siglir nú millum eitt
nú Danmark, Noreg og
Póland.
Á skipssíðuni stendur
Norlines, sum er reiðaríið,
og á hekkuni stendur nýggja
navnið, Nordvik og nýggi
heimstaðurin, sum er Nørre
sundby í Danmark.
Blikur fer eisini
Bæði Lómur og Blikur eru
seldir danska reiðarínum
Janus Andersen, sum eigur
og rekur fleiri skip, men
Blikur er ikki farin úr Før
oyum enn.
Jóhanna á Bergi, stjóri í
Faroe Ship, sigur, at Blikur
fer seinasta túrin úr Før
oyum í komandi viku, tá ið
hann eisini verður latin
nýggja eigaranum.
– Tíðin var komin til at
skifta systurskipini út, nú
tey tátta í teimum 30 ár
unum. Nýggju skipini, sum
bera somu nøvn, eru nógv
størri og betri. Hetta eru
bingjuskip, sum taka umleið
700 20 fót bingjur hvørt,
sigur stjórin.
Blikur og Lómur, sum nú
sigla fyri Faroe Ship, eru
langtíðarleigað.
– Vit eru sera væl nøgd
við hesi skip.
Nýggj høvuðshavn
Hon sigur, at felagið hevur
niðurlagt
Hirtshals
sum
høvuðshavn í Danmark, og
nú
er
Århuus
nýggja
høvuðshavnin á farleiðini
hjá hesum skipum.
Saman við nýggja Bliki
og Lómi, sigla eisini Detti
foss og Godafoss í rutu fyri
Faroe Ship.
– Aftrat hesum hava vit
eisini tey bæði smærru
skipini, Sirius, sum serliga
siglir við fóðuri og Nord
land, sum siglir í Noregi.
Jóhanna á Bergi sigur, at
Faroe Ship við útskiftingini
av Lómi og Bliki hevur lagt
flotan um til bingjuloysnir,
sum hon tekur til og heldur
vera
rætti
vegurin
hjá
felagnum at ganga.
Halda fram
Vit spurdu eisini stjóran í
Faroe Ship, hvat verður av
manningunum, sum sigldu
og sigla við Lómi og Bliki.
– Nakrir hava tikið av
tilboðnum
hjá
danska
reiðarínum at halda fram
umborð á skipunum, og her
er serliga talan um maskin
menn. Summir hava fingið
arbeiði aðrastaðni í felag
num hjá okkum, og uppaftur
aðrir hava funnið sær aðrar
kjansir, sigur Jóhanna á
Bergi.
Gamli Lómur í nýggjum
hami og umhvørvi
Fyrstu pláturnar
skornar til
gøtutrolaran
Í hesi vikuni byrjaði
pólska skipasmiðjan,
sum smíðar skrokkin
til nýggja pelagiska
skipið hjá P/F
Vinnuni, at skera
fyrstu stálpláturnar
til skipsskrokkin
skipabygging
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin hevur eisini frætt
úr Pólandi í vikuni, at fyrstu
pláturnar, sum seinni skulu
gerast partur av nýggja
pelagiska
skipinum
hjá
gøtumonnum,
nú
verða
skornar á pólsku skipa
smiðjuni, Stocznia Mary
narki Wojenej.
– Eg havi í morgun verið
á hesi skipasmiðju í øðrum
ørindum og veit fyri vist, at
skipasmiðjan í dag legði
fyrstu
stálpláturnar
til
hendan
skrokkin
undir
teldustýrdu skerimaskinur
nar. Hesi allar fyrstu smáu
pettini, sum seinni gerast
partur av nýggja skrokki
num, fingu sítt skap á
skipasmiðjuni í morgun.
Soleiðis ljóðaði meylur
in, sum Sosialurin fekk úr
Pólandi í morgun.
Maðurin, sum vit hava
samband við, er ikki partur
av hesi verkætlan, men var
sum nevnt á pólsku skipa
smiðjuni í øðrum ørindum.
Skrokkurin
til
nýggja
skipið hjá P/F Vinnuni í
Gøtu verður soleiðis smíð
aður í Pólandi, og síðan
verður skipið smíðað liðugt
á Kartensens Skibsværft í
Skagen.
230 milj. krónur
Í grein um nýggja skipið í
mai mánaða í fjør, skrivaðu
vit í Sosialinum, at nýggja
skipið fer at kosta einar 230
miljónir krónur og skal
fiska fyri einar 70 miljónir
krónur um árið fyri at svara
hvørjum sítt.
Nýggja skipið verður ætl
andi 81 metrar langt og 17
metrar breitt. Tað kemur at
lasta umleið 2.700 tons av
fiski og fer at rúma umleið
900 rúmmetrum av olju.
Ætlandi verður flagg
skipið hjá P/F Vinnuni í
Gøtu liðugt einaferð í kom
andi ári.
Pólska skipasmiðjan hevur smíðað nógv stór skip, og her
stendur eitt teirra í einari av stóru byggihallunum í Gdynia
Á skipssíðuni á gamla Lómi stendur
nú Norlines – og á hekkuni nýggja
navnið, Nordvik – og heimstaðurin
Nørresundby
- Nakrir av manningini, sum
vóru og framvegis eru við gomlu
skipunum Lómi og Bliki halda
fram hjá nýggju eigarunum,
sigur Jóhanna á Bergi, stjóri
í Faroe Ship Mynd: Vilmund
Jacobsen
Matur vorðin dýrur
Í Danmark er matvørustýrið farið undir at kanna ymisk
viðurskifti í matvøruídnaðinum. Orsøkin er, at fleiri hava
illgruna um, at virkini hava avtalað prísirnar sínamillum,
og tað er ólógligt. Børsen skrivar, at stýrið vitjaði fleiri
bakarí í síðstu viku fyri at fáa prógv fyri illgrunanum.
Matvørustýrið sigur, at prísirnir á hveitimjøli, smøri og
mjólk eru hækkaðir so nógv, at tað kostar einum hjúnum
við tveimum børnum 4.000 krónur meiri um árið.
Seldu nógvan fisk
Norðmenn seldu í januar fiskavørur av landinum fyri 3,1
mia. krónur, og so væl hevur ársins fyrsti mánaður ongantíð
roynst fyrr. Samanborið við januar í 2007 er vøksturin
góðar 200 mió. krónur. Ein stór orsøk til tað stóra virðið
var sildin. Í síðsta mánaði útfluttu norðmenn sild og
sildavørur fyri 492 mió. krónur, og tað var heili 44 prosent
meiri enn í januar í fjør. Harafturímóti minkaði makrelsølan,
meðan laksasølan var tann sama.
Nógvar matvørur
eru dýrkaðar nógv
í Danmark
tíðindi