Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-07, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. februar 2008síða 8

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 27 - 7. februar 2008 Ein átjan ára gamal drongur fekk sína seinasta ávaring frá dómaranum í Føroya Rætti í gjár. Skikkar hann sær ikki væl í framtíðini, fellur hamarin, so tað merkist Harðskapur Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Edrúur er hann hann bæði fittur og raskur. Men fær hann kenning, broytist hann fullkomiliga og gerst eitt bartrog. Tað er myndin, sum var málað av einum blaðungum drongi, sum varð settur andlit til andlits við dóm­ aran í Føroya rætti í gjár. Og har hendi tað heldur óvanliga, at hann varð dømdur at ganga edrúur tey bæði næstu árini. Hann varð ákærdur fyri harðskap og tað er nakað, hann hevur roynt fyrr, tí hesi seinastu trý árini er hann nú dømdur fyri harðskap ikki færri enn fýra ferðir. Hann varð sostatt ikki meiri enn stórur smá­ drongur, tá ið hann fyrstu ferð stóð frammanfyri dóm­ aranum og fekk dóm fyri harðskap. Men nú hava allir partar fingið nokk og í Føroya Rætti í gjár gjørdi dómarin greitt, at hetta bleiv hansara seinasta ávaring og síggjast teir aftur, fer hamarin at fella so at tað merkist. Tveir drongir í einum Talan er um ein ungan drong, sum er hvør sín persónsmenska, tá ið hann er edrúur og tá ið hann hevur kenning. Edrúur eru allir partar samdir um, at hann er bæði fittur og hampiligur og av arbeiðsplássinum fekk hann harafturat tað skoðsmál, at hann var bæði raskur og hegnigur. Men fekk hann kenning, fóru gardinurnar niðurfyri og tað hevur higartil kostað honum fýra dómar fyri harðskap og nú skal hann longu í geglið. Hesa seinastu tíðina hevur hann havt stuðuls­ pedagog og hevur verið í viðgerð fyri rúsdrekka­ misnýtslu. Yvirhøvur hevur tað gingið væl og tað gong­ ur alsamt framá og sum heild verður longri og longri ímillum, at hann dettur útí. Men tá ið hann fær kenn­ ing, endar tað galið. Tað ,gjørdi tað fyri trimum árum síðani og tað gjørdi tað fyri tveimum árum síðani. Ta ferðina endaði hann í gegli­ num. Og í heyst gekk aftur galið og tá fekk hann eina treytaða fongsulsrevsing og ein kraftigan fremstafingur frá dómaranum. Seinasta gula kortið Men longu á nýggjárinum gekk aftur galið og í eini kenning framdi hann harð­ skap í einum dansihøli í Havn. Hesuferð var hann dømdur fyri at hava sligið ein annan drong so hart í andlitið, at hann mátti seymast aftur við fýra stingjum. Tá hevði løgreglan fingið nokk og setti hann í varðhald og har hevur hann nú sitið í meiri enn mánað, til hann nú varð førdur fyri rættin. Ákærin helt, at hetta mátti fáa ein enda og kravdi drongin dømdan at sita í einar 9­10 mánaðir. Dómarin gjørdi greitt, at talan var um eitt álvarsmál og at tað avgjørt kundi grundgevast fyri at taka undir við ákæranum. Men hann gjørdi kortini av at lata hann sleppa við eini ávaring afturat við tí í huga, at edrúur kláraði hann seg rættiliga væl. Hinvegin kundi tað ikki ganga, at hann longu tríggjar mánaðir eftir at hava fingið ein dóm fyri harðskap, longu aftur skuldi enda í rættinum. Tí gjørdi dómarin av at døma hann í átta mánaðar fongsul. Av teimum skal hann sita í tríggjar mánaðir men restin verður gjørt treytað í tvey ár. Tað merkir, at ger hann annað revsivert í tvey ár, verða allir dómarnir lagdir saman í ein harðan dóm Men tað fylgdi eisini aðrar treytir við. Dómarin dømdi hann at vera edrúan tey bæði næstu árini og hann skuldi eisini vera til reiðar at taka landroynd fyri at kanna eftir um hann helt treytirnar um ikki at drekka. Hann skal heldur ikki taka rúsevni og hann skal eisini vera til reiðar at taka landroynd fyri tað. Somuleiðis skal hann halda fram undir eygleiðing av sosialu myndugleiknum. Men dómarin gjørdi samstundis púra greitt, at hetta er tann seinasta ávar­ ingin og at hann sanniliga ikki vónaði at síggja hann aftur. Hann hevur longu sitið í varðhaldi í 40 dagar og sostatt eigur hann 50 dagar til góðar. Dømdur at ganga edrúur í tvey ár Føroya Rættur dømdi í gjár ein ungan drong at ganga edrúvan í tvey ár, og hann má sjálvandi heldur ikki nerta rúsevni. Edrúur er hann bæði fittur, raskur og hegnigur, men fær hann kenning fara gardinurnar niðurfyri, og tí fekk hann hendan sjáldsama dómin Savnsmynd Heldur ross enn sjómenn Í gjár vistu vit at siga, at ein tyrla hjá íslendsku sjóverjuni hevði rikið nøkur ross oman av einum fjalli, men tað vísir seg nú, at øll í Íslandi vóru ikki líka fegin um avrikið hjá sjóverjuni. Í blaðgrein í gjár skrivar ein skipari, at ein av monnum hansara hevði tørv á læknahjálp í vetur, men at sjóverjan sýtti fyri at senda tyrluna eftir honum. Skiparin heldur, at tað mátti sømt seg betur fyri sjóverjuna at hjálpt einum skaddum sjómanni enn nøkrum rossum. Órógvaði býarbussarnar Nógvi vindurin í dag órógvaði eisini bussleiðina í høvuðsstaðnum. Talan var um leiðirnar 2 og 3, sum koyra út á Argir og Norðasta Horn ið ikki koyrdu eftir galdandi ferðaætlan. Onkur bussur hevði fingið skaða av vindinum, og tí var neyðugt at taka hendan úr rutur. Meðan bussarnir eru til umvæling, verður aftur koyrt tvær ferðir um tíman.