hósdagur 7. februar 2008síða 7
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 27 - 7. februar 2008
Ein lastbilførari
noyðist nú at ásanna,
at tað kann verða
ógvuliga dýrt at missa
farm niður á vegin
Ferðslutrygd
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Tað kann verða rættiliga
dýrt hjá einum lastbilførara,
at missa farm úr lastini á
vegin.
Tað mátti ein lastbilførari
ásanna í Føroya Rætti í
gjár.
Hann hevði verið á Salt
søluni eftir salti, men í tí
hann koyrdi framvið Lands
sjúkrahúsinum, misti hann
ein stóran sekk av salti á
vegin.
Løgreglan tók málið upp
og ákærdi mannin fyri groft
ósketni og fyrilitarloysi og
fyri at hava sett ferðslu
trygdina í stóran vanda.
Og hetta sá dómarin so
strangt upp á, at bilførarin
nú má taka koyrikortið av
nýggjum.
Dómarin gjørdi nevniliga
av, at lastbilførarin skal
missa koyrikortið treytað í
trý ár.
Bilførarin
skal
eisini
betala 450 krónur í bót.
Hetta kann gerast ein
ógvuliga dyggur smeitur
hjá bilføraranum, tí at koyra
lastbil er hansara livibreyð,
so hann er í vanda fyri at
missa arbeiðið.
Harafturat
kostar
eitt
koyrikort nógvar, nógvar
túsund krónur.
Hendiligt óhapp
og ósketni
Tað, sum hendi tá ið hann
kom út til Landssjúkrahús
ið, var, at eitt spenni brotn
aði í eini reim, sum var
spent um sekkirnar at forða
teimum í at detta úr lastini.
Av tí sama loysnaði reimin
og ein sekkur við einum
heilum tonsi av salti datt úr
lastini og mitt niður á vega
breytina.
Treylarin hevði 26 sekkir
í lastini, sum vigaði eitt
tons hvør, tí treylaralastin
varð merkt at taka 26 tons.
Tað merkti, at tveir sekkir
máttu standa oman á hinum
og tað var ein av teimum
báðum ovaru sekkunum,
sum datt mitt niður í vegin.
Av tí at sekkurin stóð oman
á einum øðrum, var fallið
einar tveir metrar, greiddi
ein løgreglumaður frá og tí
metti hann, at talan hevði
verið um stóran vanda fyri
ferðslutrygdina.
Verjin
hjá
manninum
førdi fram, at ongar for
skriftir vóru fyri, hvussu
slíkur farmur skuldi tryggj
ast í lastini, men at bilførar
in hevði tryggjað lastina
upp á sama máta, sum tey
altíð høvdu gjørt.
Men at eitt spenni skuldi
brotna so at ein sekkur datt
á vegin, kundi hann ómøgu
ligt varða seg fyri.
Hann vísti eisini á, at bil
førarin tvær ferðir eftir
spenti reimarnar, tí salt er
leysur farmur, sum setir
seg, tá ið ristingur kemur í
og tað prógvar, hvussu eftir
ansin hann var.
Akstovan segði sína hugs
an sum sakkunnleiki og
teirra niðurstøða var, at
talan var um eina saman
renning av einum hendilig
um óhappi av tí at spennið
brotnaði og ósketni, tí farm
urin átti at verið tryggjaður
betri við nógv fleiri reim
um.
Tað er heldur ikki tað
besta at koyra salt í flatari
last við ongum lúkum og
saltsekkir
skuldu
undir
ongum umstøðum verðið
settir omaná hvønn annan tí
salt er ikki fastur farmur og
tað ger, at teir ovastu sekk
irnir standa ógvuliga leysir.
Stórur vandi
Dómarin gav ákæraranum
fult viðhald í, at bilførarin
hevði rætt og slætt skyldu
til at tryggja farmin, so at
hann ikki datt á vegin.
Tað hevði hann kunnað
gjørt við fleiri reimum.
Men tað hevði hann ikki
gjørt og sostatt hevði hann
sett ferðslutrygdina í stóran
vanda.
Ákærin vísti eisini á, at
farmur í lastbilum, skal
tryggjast so væl, at hann
tolir eina harða bremsing
og aðrar óvanligar støður í
ferðsluni.
Dómarin var samdur við
ákæranum um, at her var
talan um at seta ferðslu
trygdina í stóran vanda og
tí var dómurin so harður.
Talan er um eitt rættiliga
prinsipielt mál og tí skeyt
bilførarin alt fyri eitt dómin
inn fyri landsrættin.
Má taka koyrikortið av nýggjum
At bilførarin missur koyrikortið treytað, merkir, at hann
skal upp til nýggja koyriroynd áðrenn tríggirr mánaðir eru
farnir, og klárar hann ikki bæði teori og koyringina, missur
hann koyrikortið.
Men klárar hann tað, eru ikki allar súður syftar fyri tað, tí
so verða tey næstu trý árini roknað sum ein royndartíð.
Tað merkir, at ger hann nakað lógarbrot tey næstu try
árini, sum er so groft, at tað eisini hevði ført til eina
treytaða ella treytaleysa frádøming afturat, missur hann
koyrikortið uttan aðra ávaring og sostatt situr koyrikortið
undir øllum umstøðum ógvuliga leyst í lummanum tey
næstu trý árini.
Men tað eru serligar reglar galdandi fyri tey, sum hava
koyrikort til fleiri bólkar, sum hesin bilførarin, ið hevur
koyrikort til treylara.
Hann fær tríggjar møguleikar at taka koyrikortið og klárar
hann tað ikki triðju ferð, missur hann koyrikortið til allar
bólkarnar og má taka tað av nýggjum til hvønn einasta
bólk hvør í sær.
FAKTA
Ávaring til øll ið koyra lastbil
Tey, sum koyra lastbil, hava fingið eina ávaring. Missa teir farm niður á vegin, kunnu teir lættliga missa koyrikortið
Savnsmynd
Aftur stormur
Aftur í nátt og í morgun hevur verið nógvur
vindur. Úti í Nólsoy merktist hetta eisini, og ein
partur av takinum er rivin á Kunningarstovuni
har úti. Somuleiðis hevði Ritan trupulleikar at
sleppa frá bryggju. Tað reyk so illa um molan, at
Ritan valdi at leggja at úti undir Klivum, men
vesturættin var so kørg, at strandfaraskipið mátti
passa sær løgir at sleppa frá bryggju aftur.
Somuleiðis máttu fólk passa sær løgir at fara um
Træbrúnna, so tey ikki fingu karm av nógva
sjórokinum.