Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-07, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. februar 2008síða 6

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 tíðindi Nr. 27 - 7. februar 2008 Jenis av Rana sleppur ikki at gera av, hvussu Finnur Helmsdal úr Tjóðveldinum atkvøður í tinginum. Hetta sigur eykamaðurin, sum tekur sæti á tingi fyrsta dagin Politikkur Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Fyrsta dagin tekur Finnur Helmsdal sæti á tingi fyri Annitu á Fríðriksmørk. Hetta kann vísa seg at ger­ ast ein trupulleiki fyri Tjóð­ veldi og samgonguna sum heild. Tí Finnur Helmsdal, sum var annar av upp­ skotsstillarunum til málið um 266b, ætlar sær avgjørt ikki at lata Miðflokkin stýra sær, nú hann tekur sæti á tingið fyri Annitu á Fríðriks­ mørk. Síðani samgongan varð skipað hevur annars verið frammi, at treytin fyri einum samstarvi við Mið­ flokkin var, at flokkarnir bundu seg til, ikki at atkvøða fyri ella taka upp sokallaðu etisku málini komandi fýra árini. Fyri skrásettum parlagi Men Finnur Helmsdal, sum er varamaður á tingi fyri Tjóðveldi, sigur seg ikki kenna til nakra avtalu við Miðflokkin um etisku málini, og hevur eisini ilt við at ímynda sær, at flokk­ ur hansara hevur gjørt eina slíka avtalu. ­ Í øllum førum má eg siga, at var við til samráð­ ingarnar, so hevði eg ikki gingið undir eina slíka avtalu, sigur Finnur Helms­ dal við Sosialin. Spurdur, hvat hann møgu­ liga hevði atkvøtt, um til dømis onkur í andstøðuni spælir hund og leggur uppskot fram um til dømis skrásett parlag, sigur Finnur Helmsdal, at hann sjálvandi atkvøður fyri einum slíkum uppskoti. Smalt grundarlag Men hvat sigur hann so til, at hetta møguliga kundi havt við sær, at Miðflokkurin tók seg úr samgonguni, spyrja vit hann. Og hann sigur, at um samgongan byggir á so smalt grundar­ lag, so hevur hon lítla heimild at vera til. ­ Men sum sagt, so havi eg ilt við at trúgva, at flokk­ urin hevur bundið seg til eina slíka avtalu. Og Jenis av Rana skal ikki avgera, hvat eg atkvøði fyri, sigur Finnur Helmsdal. Skuldi hann útihýsast? Tá landsstýrisfólk skuldu veljast fyri Tjóðveldi, vóru røddir frammi um, at tað var týðandi at halda Finn Helmsdal úti. Kann tað hugsast, at formaður floks­ ins longu tá hevur sæð fyri sær, at Finnur fór at verða ein vandi fyri arbeiðsfriðin í samgonguni? ­ Eg havi onga viðmerking til, um hetta kann hava sam­ band við hvørt annað. Men tað kann eg illa ímynda mær, sigur Finnur Helms­ dal. Klokkuklár avtala Jenis av Rana, formaður Miðfloksins, tvíheldur um, at teir tríggir flokkarnir í samgonguni høvdu eina klokkuklára avtalu um etisku málini. ­ Hetta var fremsta treytin fyri, at vit yvirhøvur fóru undir samráðingar við Tjóð­ veldi og Javnaðarflokkin. Tað gjørdu vit greitt longu á fyrsta fundinum fríggja­ kvøldið. Jenis av Rana sigur, at atkvøður ein samgongulim­ ur móti avtaluni, so er talan um avtalubrot. Spurdur um samgongan eisini kann binda tinglimir, sum ikki vóru við til sam­ gongusamráðingarnar, sig­ ur Jenis av Rana, at avtalan var púra greið: Etisku mál­ ini skulu liggja hesi fýra árini. ­ Ger ein tinglimur ímóti hesum, so hevur flokkurin ein innanhýsis trupulleika, sum avgjørt órógvar sam­ starvið í samgonguni, sigur formaður Miðfloksins. Nýggja avtalan við SAS er størsti einstaki sáttmálan nakrantíð hjá føroyska flogfelagnum FlogFerðsla Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Tað eru longu mong ár liðin síðani leiðslan í Atlantic Airways viðurkendi, at skal felagið hava lív lagað, er neyðugt við støðugari víðkan av virkseminum. Tí kemur tað eisini væl við, nú felagið hevur gjørt avtalu um at leiga skandi­ naviska flogfelagnum SAS trý flogfør við manningum. Atlantic Airways hevur longu frammanundan av­ talur um flúgving fyri SAS, so nýggi sáttmálin er í roynd og veru ein víðkan av verandi samstarvi millum feløgini bæði. Inn fyri DASH 8 Sáttmálaskeiðið er ávikavist 12, 13 og 14 mánaðir fyri tey trý flogførini, sum skulu røkja rutuflúgving fyri SAS millum Keypmannahavn og London, Birmingham og Stavanger. SAS hevur havt trupulleikar við DASH 8 flogførunum, og hevur Atlantic Airways flogið fyri SAS við fyrst einum flog­ fari og síðan einum aftrat. Partarnir hava eisini gjørt sáttmála um, at Atlantic Air­ ways leigar flogmenn frá SAS. ­ Hetta er størsti einstaki sáttmáli, sum Atlantic Air­ ways hevur gjørt um flúgv­ ing fyri onnur, segði ein fegin Magni Arge, stjóri í Atlantic Airways, á tíðinda­ fundi á Hotell Hafnia í morgun. ­ Tað er virðismikið fyri okkum at fara undir eitt so víðfevnt samstarv við eitt viðurkent felag sum SAS. Vit hava góðar royndir við okkara samstarvi við SAS higartil og gleða okkum til at menna samstarvið í framtíðini. Magni Arge sigur, at tað er ilt at siga nágreiniliga hvørjar upphæddir talan er um. Men ein 3­siffrað milliónaupphædd í um­ setningi er ikki av leið. ­ Um vit siga, at vit í fjør flugu 4800 chartertímar, so verður talið omanfyri 8000 tímar í 2008. Og tað er sjálvandi sera gott fyri fel­ agið, sigur Magni Arge. Góð útlit fyri 2008 Magni Arge sigur, at sátt­ málin við SAS tryggjar Atlantic Airways eina skila­ góða nýtslu av tøka kapasi­ tetinum til leiguflúgving í 2008 og meginpartin av 2009. Sostatt hevur sáttmál­ in positiva ávirkan á fíggj­ arligu útlitini fyri 2008. Sambært Atlantic Air­ ways hevur felagið eisini longt sáttmálarnar um at leiga tvey flogfør frá British Airspace, sum annars skuldu latast aftur í 2007. Hesi flogfør verða nú í flot­ anum til ávíkavist apríl og oktober 2009. Atlantic Airways eigur í løtuni fimm flogfør og leigar tvey. Fyri góðari viku síðan skrivaði felagið sáttmála við flog­ verksmiðjuna Airbus um at keypa eitt nýtt flogfar av slagnum A 319, sum verður sett í flúgving í 2011. Finnur Helmsdal er ein bumba Atlantic Airways undirskrivar sáttmála við SAS Finnur Helmsdal, sum tekur sæti á tingi fyri Annitu á Fríðriksmørk sigur seg ikki kenna til nakra avtalu við Miðflokkin um etisku málini - Ger ein tinglimur ímóti avtaluni um etisku virðini, so hevur tann flokkurin ein innanhýsis trupulleika, sum avgjørt órógvar samstarvið í samgonguni, sigur formaður Miðfloksins. Her móttøka í Tinganesi Íslendsk rithøvundavitjan Seinnapartin sunnudagin 10. februar, klokkan trý, skipa Rithøvundafelag Føroya og Norðurlandahúsið fyri upplestrartiltakið við tveimum íslendskum og einum føroyskum høvundi. Íslendsku høvundarnir eru Bjarni Bjarnason og Sindri Freysson. Báðir týðandi nøvn í íslendskum samtíðarbókmentum. Bjarni Bjarnason hevur latið frá sær bæði skaldsøgur, stuttsøgusøvn og leikrit. Stílurin hjá Bjarna Bjarnasyni hevur mangan dám av, at veruleiki og tað ævintýrkenda blandast saman. Sindri Freysson gav sína fyrstu bók út í 1992, tað var yrkingasavnið Fljótið sofandi konur. Síðani hevur hann latið frá sær leikrit, stuttsøgusøvn og tvær skaldsøgur: Augun í bænum ( Eyguni í býnum) og Flóttinn (Flóttin). Føroyski høvundurin, sum fer at lesa saman íslendsku gestunum er : Carl Jóhan Jensen. Hann fer at lesa úr nýskjaldrum sínum. Magni Arge skrivar undir avtaluna Mynd: Jens Kristian Vang