Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-07, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. februar 2008síða 13

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 27 - 7. februar 2008 13 Í døgunum 8.-24. agust 2008 fara vit spent at venda eygu- num móti Beijing. Okkara Katrin Olsen fer tá vónandi at kappast um olympisk heiðurs- merkju. Í 2012 verður Elspa Mørkøre vónandi millum svimj- ararnar í London, og kanska eiga vit eisini ein badminton- leikara í Olympisku leikunum tá. Hetta eru av sonnum stór ítróttabragd og nýbrot í føroyskum ítrótti. Í flest øllum ítróttagreinum er olympiska heiðursmerkið, heldur enn heimsmeistaraheitið, størsti heiðurin, eitt ítróttafólk kann vinna. Ítróttarliga fari eg at fegnast við hinum, men sum føroyingur fer tað at kennast eitt sindur løgið at síggja Dannebrog vundið á stong ovast í høgra horni av sjónvarpsskýggjanum, meðan ein føroyingur stendur á pallinum. Men soleiðis er støðan nú einaferð. Altjóða limaskapirnir Føroyingar tóku stór tøk ítróttar- liga, tá altjóða limaskapirnir vórðu fingnir í hús í 1970- unum og 80-unum. Ítróttarheim- urin var sum heimurin annars merktur av kalda krígnum. Altjóða sersambond ynsktu flest øll at fáa fleiri limir, so tá føroyingar bjóðaðu seg fram við fullum stuðli frá Danmark og hinum Norðurlondunum, var gaman í. Men olympiski limaskapurin kom ongantíð. Hóast søkt varð um limaskap í 1984, varð hann ikki givin. Altjóða Olympiska Nevndin valdi at súlta málið, júst tí teir sóu fyri sær, at alt fleiri lond, sum ikki vóru sjálvstøðugar tjóðir, fóru at ynskja limaskap. IOC-forsetin hesi árini, Samaranch, kendi ivaleyst trupulleikan frá heimlandinum Spaniu, ið júst var komið undan kvørkrataki- num hjá Franco, og har lands- lutirnir ynsktu alt størri sjálv- ræði í øllum viðurskiftum, og Sovjetsamveldinum, har hann hevði verið sendimaður árini 1977-80. Hóast embætisfólk í IOC mæltu til, at Føroyar og Gibraltar fingu limaskap í 1993, valdi leiðslan í IOC framhaldandi einki at gera. Føroyar og Gibraltar Klæni tráðurin, sum olymp- iski limaskapurin hjá Føroyum hongur í í løtuni, er eitt sakarmál, sum Gibraltar hevur reist móti altjóða olympisku nevndini, IOC. Altjóða Ítróttadómstólurin, CAS, hevur fyribils víst málið frá sær, og liggur tað tí hjá sivilu dómstólunum í Sveis, ið so kunnu beina tað aftur í altjóða ítróttadómstólin. Kravið er, at IOC skal ganga eftir einum tilmæli, sum olympiska “juridiska” nevndin gjørdi í 1993, har mælt varð til, at Føroyar og Gibraltar vóru upptiknar sum limir í IOC, tí tær luku allar treytir tá. Sam- bært Gibraltar tagdi leiðslan í IOC tilmælið burtur, eftirsum IOC-forsetin sjálvur var spanióli og eins og spanska stjórnin ikki ynskti, at Gibraltar skuldi fáa limaskap. Argument- ini ljóða trúlig, men niðurstøð- an verður ivaleyst tann sama – at Føroyar ongan limaskap fáa. Orsøkin er einfald. Hóast IOC av CAS kann verða dømt at viðgera umsóknina av nýggj- um, má limaskapurin hjá Føroy- um og Gibraltar til atkvøðu- greiðslu á aðalfuninum hjá IOC. Har skulu limirnir atkvøða eftir síni bestu sannføring. Føroyar og Gibraltar lúka ikki treytirnar, ið eru galdandi nú, og eiga tí ikki at fáa limaskap. Verandi leiðslan í IOC við belgiaranum Jacques Rogge, ið frá sínum heimlandi kennir til ynskið um økt sjálvræði, hevur arbeitt miðvíst við at gera reglurnar hjá IOC greiðar og skilligar. Í løtuni verða bert sjálvstøðugar tjóðir upptiknar sum limir í olympisku rørsluni. Stjórnarskipanir eru í sjón- eykuni kring allan heimin. Samstundis sum rák er mót- vegis alsamt tættari samstarvi millum tjóðir við millumtjóða felagsskapum, er annað rák, har landslutir í alt størri mun fáa økt sjálvræði. ÍSF hevði í 2005 vitjan av almennu ítróttarligu myndug- leikunum í Katalonia. Teir vistu at siga frá, at katalansk ítrótta- fólk vunnu um 60% av øllum olympiskum heiðursmerkjum hjá Spania. Samstundis gav spanska grundlógin Katalonia fult ræði á ítróttamálum. Men spanska olympiska nevndin og sersambondini lógu í buktini og ynsktu ikki sjálvstøðugan katalanskan limaskap í altjóða ítróttafelagsskapum. Limaskap ella atlimaskap? Ítróttasamband Føroya hevur staðiliga vart sjálvræðið hjá Føroyum í ítróttarhøpi. Hendan støðan hevur m.a. havt við sær, at Føroyar ikki hava atlima- skapir í altjóða ítróttarfelags- skapum. »Alt ella einki«-støðan stóð sina roynd, tá Føroyar eftir áheitan søktu um fullan limaskap í European Fair Play Movement í 2003. Tá tað kom til atkvøðugreiðslu á aðalfundinum hjá EFPM, mælti nevndin til, at bert atlimaskapur varð givin, eftirsum Føroyar ikki vóru sjálvstøðug tjóð. Atlimaskapurin varð jattaður av aðalfundinum, men ÍSF valdi tá beinanvegin at melda seg út úr felagssakpinum aftur. Einki í tilgondini fram til aðalfundin hevði bent á, at Føroyar skuldu fáa atlimaskap heldur enn fullan limaskap. Atlimaskapur gevur í flestu førum møtirætt og við hvørt talirætt á aðal- fundum. Men tað, sum var avgerandi fyri Ítróttasamband Føroya, var atkvøðurætturin, sum ÍSF ikki vildi lata Danmark. Millumtjóðakapping ella kapping millum ítróttafólk Eg hevði høvi at luttaka í einum evropeiskum pallborði á oynni Madeira í 2004. Luttakararnir frá evropeisku londunum gjørdust ikki sørt bilsnir, tá eg í samband við fyrispurning um okkara olympisku luttøku greiddi frá, at Ítróttasamband Føroya og Olympiska Nevnd Føroya valdu ikki at senda luttakarar til Olympisku leikirnar, tá hesi ikki kundu umboða Føroyar. Hjá bretsku luttakarunum var tað púra natúrligt, at bretarnir umboðaðu Bretland, um tey komu úr Skotlandi, Wales ella Onglandi. Við Norðurírlandi er ein onnur støða. Har hevur verið vanligt, at Norðurírarnir eftir ynski hava kunnað umboðað Írland á Olympisku leikunum. Hetta hevur verið gjørt í sátt og semju, men í seinastuni hevur Bretska Olympiska Nevndin í alt størri mun gjørt krav uppá Norðurírsku ítróttafólkini. Tað tóktisk sum at luttak- ararnir á pallborðsfundinum hugsaðu ítróttarliga, tá eg hugsaði tjóðskaparliga – margháttligt, tá tey høvdu eina tjóð, og eg onga hevði. Í teirra verð var tað størsta ítróttarliga málið hjá einum ítróttafólki at sleppa við til Olympisku leikirnar. Tað var ikki ein spurningur um tjóðskap ella flagg. Tíðargreinin: eitt íkast til føroyska orðaskiftið Hevur tú hug at gera títt íkast til føroyska kjakið í 2008? Send eina grein til dorit@sosialurin.fo Kravið er, at greinin er millum 8.000 og 10.000 tekn og skrivað í essay stíli Føroyar og Olympisku Leikirnir Næstu ferð: Elin Mortensen, Eitt oyggjaland í eini glas­ klokku ella eitt oyggjaland, sum tekur altjóða ábyrgd? Framhald á næstu síðu Tíðargreinin tíðargreinin Sølvi Reinert Hansen, stjóri á Ráðnum fyri Ferðslutrygd, fyrrverandi ítróttarráðgevi og valevni til forsetavalið í ÍSF seinni í ár Næsta kvinnan í bátinum, Katrin Olsen, skal sum fyrsti føroyingur nakran tíð taka lut í OL. Hon rør við danska dupult-scullaranum, og vónir eru um, at hon og liðfelagin Juliane Elander, vinna heiðursmerki