Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-07, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. februar 2008síða 14

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 27 - 7. februar 2008 Tíðargreinin … Føroyar og Olympisku Leikirnir 101 Og tað er í hesum ljósinum, at eg haldi, at vit mugu hava alla virðing fyri okkara ítróttafólkum, sum seta alt til síðis – enntá sín tjóðskap – fyri at røkka hægstu ítróttarligu tindum. Tey eru sum listafólk, ið hava fingið serligar gávur, og eitt serligt mát av miðvísni - “singlemindedness” - at gera alt fyri at røkka sínum ítróttarligu málum. Tá hægstu ítróttarligu tindar skulu røkkast, er ein øðilig innara motivatión neyðug – mál verða sett, ætlanir lagdar og venjingin gjørd. Tað er ítróttarliga avrikið – listarverkið – í sjálvum sær, sum motiverar, ikki hvørjum flaggi, tað verður framt undir. Mugu verja sjálvræði Eiga Føroyar so ikki bara at kasta saman við Donsku Olympisku Nevndini og senda eitt felags “Ríkisfelags- skapslið” til Olympisku Leikirnar? Danska Olympiska Nevndin hevur rætt hendurnar út og boðið Føroyum og Grønlandi at luttaka á danska landsliðinum. Grønland hevur tikið av tilboðnum. Í seinastuni hevur David Will, ein skotskur løgfrøðingur, ið sat 17 ár sum varaforseti í FIFA, ávarað bretsku londini, Skotland, Wales og Norður- írland, móti at luttaka í einum felags bretskum liði í Olympisku Leikunum í London 2012. Hetta hevur hann gjørt, hóast FIFA-forsetin, Sepp Blatter, ikki metir nakran vanda vera fyri, at londini missa sín sjálvstøðuga limaskap í FIFA og UEFA, um tey luttaka saman í Olympisku Leikunum. Men David Will metir, at hóast Sepp Blatter meinar hvørt orð, so er einki, ið forðar einum limalandi í FIFA at skjóta upp, at Bretland, tá tað hevur luttikið við felags landsliði í fótbólti í OL 2012, eisini kann gera tað í EM og HM kappingum. Føroyar eiga tí at verja sítt sjálvræði innan ítrótt sum heykar, men hetta setir í løtuni okkara frægastu ítróttafólk í ta tvístøðu, at um tey av sonnum vilja realisera seg sum ítrótta- fólk, mugu tey gera tað undir frammandum flaggi. Ítróttagrein Altj. sersamband Limaskapur Hondbóltur IHF 1974 Borðtennis ITTF 1975 Flogbóltur FIVB 1978 Svimjing FINA 1981 Badminton IBF 1982 Judo IJF 1983 Fótbóltur FIFA 1988 ÍSB IPC 1989 Bogaskjóting FITA 1997 Altjóða limaskapir hjá Føroyum í olympiskum greinum. Men olympiski limaskapurin kom ongantíð. Hóast søkt varð um limaskap í 1984, varð hann ikki givin. Forsíðan á Sosialinum 1. februar 1983. Í Sosialinum 1. februar 1983 er ein grein um trupul- leikarnar, sum onkrir skúlar í Havn hava av at næmingar skulka fyri at fara inn á grill- barrina ZanZibar í Sverris- gøtu at spæla við spæliauto- matirnar har. Skúlanæmingar hava greitt lærarunum frá, at um teir fáa nóg nógv stig, kunnu teir vinna ein pakka av sigarettum. Teir sum ikki roykja, kunnu ístaðin fyri fáa virði av einum siga- rettpakka. Bjørn Klyver, politiassi- stentur, upplýsir fyri blað- num, at tað er loyvt at seta upp spæliautomatir, sum ikki geva tí sum spælir pen- ingaligan vinning. Í blaðnum stendur m.a. at Óli Jacobsen er afturvaldur sum formaður í Føroya Fiskimannafelag við 1336 atkvøðum móti hinum val- evninum, Absalon Absalon- sen, sum fekk 339 atkvøður. Gunnar Hoydal er aftur- valdur sum formaður í Lista- fólkasambandi Føroya (LISA), og Jan Müller er valdur til formann í Føroya Blaðmannafelag ístaðin fyri Høgna Djurhuus, sum bar seg undan afturvali. Sosialurin fyri 25 árum síðan: Børn skulka fyri at vinna sigarettir Sverrisgøta í dag. Tógvhandlinum Igloo er har sum ZanZibar var, og Salong Tóta er har sum húsini hjá Vilhelm Tórsheim stóðu Fremstu húsini, har sum ZanZibar er, vóru húsini hjá Ernst Joensen (Ernst hjá Ísaki), húsini í miðjuni vóru tey hjá Vilhelm Tórsheim, og húsini í trimum hæddum bygdu brøðurnir Svend og Andor Eirikstoft, har húsini hjá Hans Jacob Egholm (Blokk) stóðu