Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-07, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. februar 2008síða 16

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 27 - 7. februar 2008 tíðindi Ein mamma - Eg kann vera so fakliga væl fyri, sum eg kann, men tá ið tað snýr seg um Villiam, so eri eg mamma hansara. Hann vil ikki vera bundin at mær, og eg klári ikki at verja meg sjálva og børn míni ímóti hansara vreiði, sigur Maud Wang Hansen, sum hevur son á donskum skúla. Í Føroyum eru eingin stovnur, sum kann hjálpa honum Øll børn hava brúk fyri foreldrum, men foreldur eru ikki supermenniskju. Tey megna ikki alt, og tá ið eitt barn hevur serligan tørv, má samfelagið hjálpa. Hetta sigur Maud Wang Hansen, sum hevur uppgivið at vera fremsti tilfeingispersónur hjá syni sínum. Hann gongur í donskum skúla, tí í Føroyum er eingin stovnur, sum kann hjálpa