Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-07, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. februar 2008síða 17

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 27 - 7. februar 2008 17 tíðindi megnar ikki alt einsamøll Viðgerðin heldur fram Sosialurin hevði í gjár fleiri greina um hetta evnið, har Evy Danielsen greiddi frá sínum stríðið at geva 12 ára gomlu dóttrini, sum hevur menningarórógv, nóg góða hjálp í Føroyum, og Selma Johannesen, greiddi frá, hvussu glað hon var fyri, at 15 ára gamli sonurin nú var sloppin í danskan skúla. Tí í Føroyum hevði hann onga vón. Eisini staðfestu skúlastjórin í Miðvágs-Sandavágs Skúla, deildarleiðarin í fólkaskúladeildini í Mentamálaráðnum, og stjórin í Sernámsdeplinum, at børn við menningarórógv ikki fáa nóg góða hjálp í Føroyum. Sosialurin fylgir málinum og fer millum annað at hava samrøður við landsstýrisfólkini við ábyrgd fyri økinum. Nær verða Føroyar eitt land fyri øll? Brot úr lesarabrævið hjá Maud Vang Hansen, sum stóð í bløðunum á heysti 2007: Nær verða Føroyar nóg stórar til at rúma ungum fólki við serligum trupuleikum? Hvør kennir ikki eitt ungt menniskja, sum er flutt av landinum tí tað hevur onkran serligan trupulleika, og tískil ikki passar inn í føroyska samfelagið? Eg veit um nógvar familjur sum hýsa truplleikum, sum eingin kann ímynda sær. Familjur sum liva eina tilveru, sum eingin kann seta seg inn í. Eina skerda tilveru við ótta og einsemi, tí eingin skilir tey, tá tey rópa um hjálp. Í londunum kring okkum byggir man stovnar og setur tiltøk í verk fyri einstaka borgaran sum hevur serligan tørv. Í Føroyum fjala vit trupulleikan inni í einari kjallaraíbúð ella í einum kamari og tosa ikki um tað, tí vit halda tað er skomm og vit halda at vit eru kraddut um vit biðja um serliga hjálp til júst okkara barn/unga menniskja. Men eru vit ikki øll borgarar í hesum skjótt fremsta landi í heiminum? Hava okkara ungu við skerdum førleika ella lemjandi trupuleikum ikki sama rætt sum allir aðrir borgarar? Rættin til eitt virðiligt lív í Føroyum. Tað er fyri mær sum vit ræðast, tá vit síggja mammur og ommur gráta. Vit vita ikki hvat vit skulu siga við tær, tí her eru eingir møguleikar at peika á. Vit troysta tær við at siga at: »Tú mást bara royna at vera sterk«, ella: »Tú mást royna at senda títt barn av landinum«. Eg haldi tað er uppá tíðina at vit byggja brýr yvurum teir mórubotnar, sum vit eyðsæð ikki klára at ganga ígjøgum longur. Lat okkum vísa føroyska ungdóminum og teirra familjum so stóra virðing, at vit gera alt fyri at tey kunnu verða verðandi í Føroyum. Børn og ung Dorit Hansen dorit@sosialurin.fo Mynd: Jens Kristian Vang Maud Wang Hansen er ein kvinna við nógvum bóltum í luftini. Hon er valevni til formanspostin í Pedagogfe­ lagnum, har hon eisin virk­ aði sum næstforkvinna til hon stillaði upp til Løgtings­ valið seinasta mánað fyri Tjóðveldi. Harumframt ar­ beiðir hon sum dagligur leiðari á stovninum á Bónda­ heygnum. Men hóast hon er ein kvinna við nógvum hattum og nógvari rástyrki, so veit hon eisini, hvussu tað er als ikki at megna okkurt. Með­ an 13 ára gamla dóttirin og 16 ára gamli sonurin eru sunn og røsk og trívast, so býr elsti sonurin, 26 ára gamli Villiam, í donskum serskúla. ­ Villiam fekk hjálp sum barn, tá ið vit búðu í Dan­ mark, men tá ið hann var 16, fluttu vit til Føroya, og so stegðaði alt upp, greiðir Maud frá. ­ Hann kom heim í 10. flokk og fekk eyka tímar í móðurmálsundirvísing, men hann kláraði als ikki at fylgja við, og har var einki, eg kundi gera. So leingi sum hann var lítil, og eg kundi stýra, so gekk tað. Men í tannárunum gekk tað bara skeiva vegin. Eingin kundi hjálpa mær, og í skúlanum fekk hann bara frið til at passa seg sjálvan. Fólk søgdu, at hann skuldi nokk fáa lærupláss og so fór alt at ganga. Men tað gjørdi tað ikki. Eftir tíggjunda fór Villiam á SIT, men tað gekk verri enn í fólkaskúlanum. Hann fekk ikki tikið seg saman til nakað, misti móti og gavst skjótt. Fylgjandi árini royndi hann ymiskt, men einki bar til. ­ Tú sært tað ikki á Villi­ ami, at hann er sjúkur. Hann er fittur og sjarmerandi og dugir væl at tosa. Men hann manglar vanligt støðufesti og motivatión og dugir ikki at skapa verulig sambond við onnur, sigur mamma hansara. Ikki fyrr enn hann var 25, fekk hann staðfest diagnos­ una, Aspergers syndrom, men tá hevði hann longu liðið so nógv niðurløg, at hann hevði mist bæði sjálvs­ álit og lívshug. Gerandis­ dagurin hevði tá leingi verið merktur av sjálvskað­ ing og sjálvmorðsroyndum. Í danskan skúla Diagnosan kom eftir sjálv­ morðsroynd, og síðani fekk hann tilboð um at fara á ein danskan skúla fyri ung við menningarórógvi. Har hev­ ur hann nú gingið í hálvt annað ár. Hann gongur eitt ár í senn, til hann er førur fyri at fara víðari. Deymurin er, at hann kann taka eina KT­útbúgv­ ing fyri fyri fólk við as­ pergers syndromi, men har sleppur hann ikki inn, fyrr enn hann er betur fyri. Hóast Maud er glað fyri skúlatilboðið til sonin, so standast eisini fleiri trupul­ leikar av, at hann gongur í donskum skúla. ­ Hann hevði tørv á einum viðgerðarstovni, men ein slíkur er ikki í Føroyum. Í staðin fyri at senda hann niður á stovn, slapp hann í ein skúla. Viðhvørt haldi eg, at vit fingu bjóðað ein skúla í staðin fyri stovn, tí so er tað meira legalt. Tað er í lagið at senda son sín til Danmarkar í skúla, tað hevði verið ein størri vesala­ váttan (falliterklæring) fyri føroysku skipanina at sent hann á danskan stovn. Av tí at tað er ein skúli, sum Villiam er farin niður til, skal Maud lofta honum í ferium. Tá ið hann búði í Føroyum hevði hann eitt kamar og ein stuðul, men hetta misti hann, tá ið hann fór niður. ­ Skúlin stongir í skúla­ ferium, men vit megna ikki at hava hann heima. Tað er ræðuliga hart, men eg klári ikki at standa einsamøll við ábyrgdini fyri honum. Sein­ asta summar endaði ferian við, at hann framdi harðskap móti yngra beiggjanum, og áðrenn heystferiuna var eg noydd at siga við skúlan, at hann ikki kundi koma heim. Í jólafrítíðini høvdu vit skip­ að tað so, at Almannstovan skaffaði honum eitt stað við náttarvakt, har hann kundi sova, og so var hann heima hjá okkum um dagin. ­ Eg veit ikki, hvussu vit gera næstu feriuna. Hann sigur sjálvur, at hann ikki ætlar sær heimaftur, og eg orki øgiliga illa at ofra ger­ andislívið hjá yngru børnu­ num fyri at hann skal kunna vera heima. Men hann má hava onkran at fara til. Hann klárar seg ikki sjálv­ ur. Sorgin og skommin Maud var einans 15 ára gomul, tá ið hon fekk Villi­ am. Hann var kroppsliga veikur og fekk skurðvið­ gerðir, men menningar­ trupulleikarnir vóru ikki sjónligir. ­ Eg havi grátið meg í svøvn óteljandi ferðir, tí eg havi havt ringa samvitsku um, at tað kanska var mín skyld, at hann ikki megnaði lívið. Og tá ið hann fekk staðfest Aspergers syndrom, var tað á ein hátt ein lætti, tí so var tað ikki mín skyld. Hann hevur ein skaða, sum ger, at tað eru ting, sum hann ikki dugir. Men sorgin er ein fastur fylgissveinur, sorgin um at sonurin ikki orkar at sam­ skifta við familjuna, sorgin um at hon ikki megnar at loysa allar hansara trupul­ leikar, og sorgin um at son­ urin ikki ynskir at liva. ­ Líka so stolt foreldur eru, táið tað gongur barni­ num væl, líka so tungt kenn­ ist tað, tá ið tað gongur illa, sigur Maud, og onkuntíð hevur sorgin og skommin lyndi til at fjala yvir alt tað góða. ­ Sum foreldur vil mann so gjarna fáa og geva nøkur góð upplivilsir, men hjá for­ eldrum at børnum við menn­ ingarórógv fer øll orkan mangan bara til at yvirliva. Maud kennir fleiri mamm­ ur, sum hava uppgivið sítt egna lív fyri royna at taka sær av vaksnum børnum við sálarligum ella menn­ ingarligum trupulleikum. Hesar ofra sítt egna lív, men barnið fær tað ikki betur, og øll familjan endar í einum avbyrgdum lívið sermerkt av sorg og skomm. ­ Føroyar eru eitt so lítið samfelag, so tað er ikki so løgið, at familjur royna at fjala yvir trupulleikar, held­ ur hon. Men tað loysir einki. Samfelagið má hjálpa Hon hevur bønað og biðið Almannastovuna og Nær­ verkið um at fáa ein vardan bústað til sonin, men einki er komið burturúr. Eingin sigur seg eiga málið, og tá ið Villiam nú er sloppin á danskan skúla, er tað sum um, at málið er loyst. ­ Eg havi mangan ringa samvitsku um, at eg í mín­ um yrki hjálpi fólki við at fáa hjálp frá tí almenna, men tá ið tað kemur til mín egna son, so havi eg ikki verið før fyri at fáa myndug­ leikarnar at skilt, at okkum tørvar hjálp. Í Danmark tilskilar sokall­ aða Tænastulógin, at fólk við sálarligum trupulleikum skulu fáa tilboð um vardan bústað, men í Føroyum er eingin líknandi lóg. Og av tí at Villiam er sendur í danska skúlan úr føroysku skipanini, er ikki greitt, hvat hendir, tá ið hann ikki kann ganga í skúlanum meira. ­ Einaferð hótti skúlin við at blaka hann út, tí hann hevði brotið inn í eitt medisinskáp, og tá var eg adressan, sum hann skuldi sendast til. Eg eri tann, sum skal lofta honum, men eg megni tað ikki, sigur Maud erliga. ­ Eg kann vera so fakliga væl fyri, sum eg kann, men tá ið tað snýr seg um Villi­ am, so eri eg mamma hans­ ara. Hann vil ikki vera bund­ in at mær, og eg klári ikki at verja meg sjálva og børn míni ímóti hansara vreiði. Maud vónar, at danski skúlin kann hjálpa honum til at vera førur fyri at hava egna íbúð og fáa eina út­ búgving. Men óttin fyri at hann endar á gøtuni sum misbrúkari ella ger av við seg liggur alla tíðina og lúrir. Einar sterkari Føroyar Maud Wang Hansen heldur, at ein slíkur skúli, sum Villiam gongur á, saktans kundi ligið í Føroyum. ­ Hetta er ein spurningur um pengar. Tað hevði eingin trupulleiki verið at fingið serútbúgvin fólk, sigur Maud. Hon heldur eisini, at vit sum samfelag mugu standa saman um at lofta teimum, sum ikki megna vanliga gerandisdagin. ­ Vit halda ofta, at familj­ an sjálv skal klára alt, men tað er órealistiskt. Ímyndin av supersterku føroysku familjuni heldur ikki í veru­ leikanum, sigur hon. Hon kennir frá sær sjálv­ ari, hvussu hjálparleysur mann er, tá ið barnið ikki skilur tað, sum tú roynir at læra hann, tá hann ikki dugir at ansa eftir sær sjálv­ um, tá hann ikki orkar upp úr songini, tá hann isolerar seg í dagavís, og tá ið hann drekkur seg fullan fyri at hava mót at taka lívið av sær. Eingin mammar orkar at loysa slíkar trupulleikar einsamøll, staðfestir Maud. Eisini heldur hon, at før­ oyska samfelagið hevur ikki ráð bara at lata standa til. Hvørki menniskjaliga ella búskaparliga. ­ Menniskjalagnur verða lagdar í oyði og familjur knústar, tí vit sum samfelag ikki megna at geva neyðuga stuðulin. Hetta kostar meira enn hjálpin hevði kostað, staðfestir mamman og náms­ frøðingurin, Maud Wang Hansen