Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-07, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. februar 2008síða 18

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 27 - 7. februar 2008 tíðindi Í einum landi, sum ikki er sjálvstøðugt, er eitt uttanríkismálaráð eitt ráð, sum liggur millum skins og hold, sigur Høgni Hoydal, uttanríkis­ málaráðharri NÝTT LANDSSTÝRI Leo Poulsen leo@sosialurin.fo - Tað er ein andsøgn í sjálvum sær, at hava eitt uttanríkismálaráð, tí tað eru danir, sum umsita uttan- ríkismál fyri okkum. Men skulu vit koma víðari á sjálvbjargnisleið, mugu vit finna út av hvat ber til, og hvat ikki ber til. Tað sigur nýggi uttanríkis- málaráðharrin, Høgni Hoy- dal. Hansara fremsta uppgáva verður at bróta niður teir múrar, sum forða á sjálv- bjargnisleið. Sum er umsita danir uttan- ríkismál fyri okkum, men tað sær Høgni Hoydal ikki sum nakran stóran trupul- leika. - Tað verður eingin trupulleiki at fara út saman við dønum at viðgera uttan- ríkismál, sum viðkoma Før- oyum. Vit skulu bara gera semjur um málini í Føroy- um, og so fara út at fremja tær, sigur Høgni Hoydal. Hann sigur, at hann í uttanríkismálum fer at verða føroyska andlitið útattil, men at løgmaður í almennum høpi framvegis verður føroyska andlitið mótvegis útheiminum. Men føroyingar skulu nú í størri mun halda eyga við og hava eina støðu til tað, sum hendir úti í stóru verð. - Hetta má alt gerast í samstarvi við Danmark, men tað skuldi ikki verið nakar trupulleiki uttan í málum, har Danmark fer ein veg og Føroyar ein annan. Tá verður neyðugt at arbeiða fyri, at hin før- oyska røddin verður tann avgerandi, sigur Høgni Hoy- dal. Nýggi uttanríkismálaráð- harrin heldur, at júst tað, at vit upprætta eitt uttanríkis- málaráð sendir eitt greitt signal út um, at vt ynskja at standa á egnum beinum. - Og hartil er tíðin eisini farin frá innibyrging, sigur Høgni Hoydal. Bróta múrar niður Tað sigur nýggja landsstýriskvinnan í løgmálaráðnum, Helena Dam á Neystabø, sum ætlar sær at leggja stóran dent á umhvørvið NÝTT LANDSSTÝRI Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Tað er ikki nýtt fyri Helenu Dam á Neystabø at sita í landsstýrinum. Og tað kann vera ein av orsøkunum til, at tað júst gjørdist hon, sum fekk heiðurin av at umsita lógarmál. - Eg eri ógvuliga fegin um, at tingbólkurin peikaði á meg og vístu mær hetta álitið. Tað hevur møguliga talt við, at eg havi nakað av politiskum royndum frá stórum og drúgvum málum. Eg havi sitið í landsstýrinum fyrr, og havi verið við í stórum verkætlanum, sum eitt nú bankakanningini á sinni, har eg var inni í allari møguligigari løgfrøði, sigur Helena Dam á Neystabø. Hon heldur, at tað møgu- liga eisini hevu talt við, at tað skuldi verða ein kvinna, men at tað altíð eru so nógvar telvingar, tá ein landsstýrissessur skal mannast, at eingin er sjálv- skrivaður. Nýggi løgmálaráðharrin fegnast annars um, at tað nú eru fleiri kvinnur, sum mana landsstýrið. - Eg havi roynt at verið einsamøll kvinna í lands- stýrinum, og tað var ikki altíð so lætt, sigur Helena Dam á Neystabø. At tað so júst gjørdist løgmálaráðið, sum hon fekk at umsita, var bara ein partur av telvingini. - Javnaðarflokkurin legði stóran dent á at varðveita løgmann, og vit løgdu somu- leiðis stóran dent á at halda fram í almanna- og heilsu- málaráðnum. Men starvið sum løgmálaráðharri er jú sera spennandi. Tað er eisini ein spurningur um, hvussu vit varðveita og menna Før- oyar, sigur Helena Dam á Neystabø. Løgmálaráðið er avleitt av fyrrverandi Innlendis- málaráðnum, og umsitur mest sum somu málsøki, harundir eisini umhvørvið. Og hetta ætlar Helena Dam á Neystabø ikki skal gerast eitt forsømt mál. - Eg fari fyrst og fremst at seta meg væl inn í umhvørvisliga økið, men eg fari heilt víst at arbeiða fyri, at Føroyar verða viður- kendar innan hetta økið, sigur Helena Dam á Neysta- bø sum undirstrikar, at hon er landsstýriskvinna fyri alt landið, og at eingin krókur í landinum skal kenna seg avkrøkt. Eingin skal kenna seg avkrøktan Høgni Hoydal er landsstýrismaður í nýstovnaða uttanríkismálaráðnum Helena Dam á Neystabø hevur verið í lótum fyrr. Hon sat sum landsstýriskvinna í almanna- og heilsumálum frá 1998 til 2001