Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-07, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. februar 2008síða 19

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 1. februar 2008 Filmir í hópatali • Barnasendingar • Dokumentar • Náttúra • Tí›indi alt samdøgri› SvF • Sunnudag 10. kl. 20.00 »Tveir tímar 1:3« Vit hava øll eina søgu. Hyggja vit okkum um, finna vit smáar søgur, sum mynda lívið í býnum. Hvat takast fólk við ein vanligan mikudag í Klaksvík, í Fuglafirði ella á Tvøroyri? Í hesi fyrstu sendingini eru vit í Klaksvík ein mánamorgun í oktober. Her hitta vit m.a. gøtumannin Petur Fritz Hansen, sum gongur til uppvenjingar á Klaksvíkar Sjúkrahúsi VARPIÐ SvF • Sunnudag 10. kl. 21.45 Napoleon 1:4 – Fr. dramarøð frá 2002 Í oktober 1795 er Napoleon ein fátækur generalur uttan kommando, men í einum uppreistri móti tí fronsku stjórnini, Direktoratinum, vísir hann bæði ágrýtni og eirindaloysi. Hann fer undir fleiri herferðir í Italia, sum eydnast væl, og hann verður fólkahetja í Fraklandi Dr2 • Fríggjadag 8. kl. 22.20 »Frances« - við Sam Shephard og J. Lange Hesa vikuna eru fleiri filmar á skránni, og serliga í kvøld, har fýra filmsumtalur eru útvaldar! M.a. hesin stórfilmurin frá 1983. Jessica Lange fekk sítt gjøgnumbrot í hesum dramafilminum um ta nú legendarisku Hollywood- stjørnuna frá 1930unum, hin umstrídda Frances Farmer. Avrikið hjá Jessica Lange í hesum filmi førdi við sær eina røð av Oscar- innstillingum og eitt ótal av góðum ummælum.