Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-07, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. februar 2008síða 25

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 Nr. 27 - 7. februar 2008 Stjørnurnar fastur táttur í valstríðnum Stutt Sagt Eldsbruni kanska ásettur Turkisku myndugleikarnir ætla sær at kanna, um nak­ ar setti eld á, tá níggju fólk doyðu í einum elds­ bruna í týska býnum Lud­ wigshafen sunnudagin. Átta teirra vóru av turk­ iskum uppruna. Ein kvinna skal hava greitt frá, at hon sá ein mann festa í húsini. Tað sama hendi fyri einum ári síð­ ani, men ta ferðina bleiv eldurin sløktur. Turkiski forsætisráðharrin, Tayyip Erdogan, segði í gjár, at turkisku myndugleikarnir vilja hava málið kannað sum skjótast. Hann segði seg vóna, at talan var um ein vanligan eldsbruna og ikki fíggindasinnaðan ágang ímóti fólki av fremmandum uppruna. Sjúkur fangi fær ikki viðgerð Í Russlandi hevur ein dóm­ stólur noktað Vasilij Alek­ sanian at sleppa úr fongsli­ num, so hann kann fáa viðgerð fyri eyðkvæmi og krabbamein. Vasilij Alek­ sanian var stjóri í almenna oljufelagnum Yukos og fekk fongsulsrevsing fyri svik. Verjar hansara siga, at hann er illa sjúkur, og at hann fer at missa sjón­ ina, fær hann ikki viðgerð. Men tað heldur rætturin ikki vera neyðugt. Romano gevst Romano Prodi, sum júst hevur lagt frá sær sum forsætisráðharri í Italia, kunngjørdi í gjár, at hann fer ikki at stilla upp á tjóð­ artingsvalinum, sum verð­ ur í apríl. Við tíðindafólk segði Prodi seg vóna, at avgerð hansara um at gevast kann reinsa luftina og slætta sjógvin í tí kom­ andi valstríðnum. Romano Prodi, sum fyrr hevur ver­ ið formaður í ES­nevndini, var italskur forsætisráð­ harri í 20 mánaðir, til eitt misálitisuppskot feldi stjórn hansara. SAMBAND árNi joeNSeN fArtekSt@MAil.Dk – Nú fara republikanararnir at fylla ein lastbil við ruski, sum teir fara at tveita eftir Hillary Clinton (Barrack Obama) útlond Amerikanska her­ leiðslan í Irak vil vera við, at har verða børn niður í 10 ára aldur lærd at drepa Børnini eru í ítróttarbúna, tey hava svartan gekkaskort fyri andlitið, og tey verða lærd, hvussu tey skulu sparka dyrnar inn hjá fólki, sum liggja við hús og sova. Amerikanskir hermenn løgdu herfyri hald á eina sjónbandaupptøku, tá teir søktu at einum tilhaldi hjá al­Qaeda. Á sjónbandinum sæst, hvussu børn niður í 10 ára aldur verða lærd at ræna fólk og at beina fyri teimum. Amerikanska her­ leiðslan heldur upptøkuna vera eitt tekin um, at al­ Qaeda roynir at fáa nýtt fólk. ­ Hetta kann vera eitt tek­ in um, at al­Qaeda brúkar ungar irakar sum agn fyri at fáa eitt nýtt ættarlið at fara í stríð sum heilagir stríðs­ menn, sigur ein talsmaður við AP. Á sjónbandinum, sum fjølmiðlarnir sluppu at síggja í gjár, síggjast fleiri dreingir við patrónbelti um akslarnar. Seinni sæst, hvussu teir steðga einum manni við at hótta hann við byrsu. So noyða teir mannin at ganga eftir vegnum, og ein rødd biður dreingirnar sikta. ­ al­Qaeda roynir at eitra ta unga ættarliðið í Irak, sigur talsmaðurin hjá ameri­ konsku herleiðsluni, Gre­ gory Smith, við AP. Ræna børn Hvørki amerikanska her­ leiðslan ella iraksku mynd­ ugleikarnir vita, hvussu mong børn eru endað í føvn­ inginum á al­Qaeda. Mynd­ ugleikarnir vísa tó á, at tað eru framvegis vaksnir menn, sum fremja nógv tey flestu álopini, men at í ein­ støkum førum hava álops­ fólkini verið kvinnur ella børn. Mohammed al­Askari, sum er talsmaður hjá irakska verjumálaráðnum, ivast kortini ikki í, at hern­ aðarligir bólkar burturflyta altsamt fleiri iraksk børn. ­ Tað eru tó ikki øll børn­ ini, sum verða rænd, tí tey skulu brúkast sum hermenn. Í fleiri førum krevja burtur­ flytararnir pengar fyri at lata børnini leys, og pengar­ nir fara so til at fíggja al­ Qaeda, sigur irakski tals­ maðurin. Hollywood hevur í mong ár verið fastur partur av ameri­ kanska valstríðnum, og soleiðis er eisini hesaferð Tað byrjaði longu í 1960, tá Frank Sinatra boðaði frá, at hann vildi hava John F. Kennedy at vinna forseta­ valið, og síðani hevur tað verið siður, at filmsfólk, tónlistarfólk og onnur í amerikanska listaheiminum velja sær eitt valevni at styðja. Í ár er listin langur, og ser­ liga tey bæði demokratisku valevnini, Hillary Clinton og Barrack Obama, hava ein heilan her av films­, tón­ listar­ og ítróttarstjørnum. Tann seinasti, sum hevur sagt seg styðja Hillary Clin­ ton, er filmsleikarin Jack Nicholson. Um orsøkina sigur hann, at Hillary er tað av valevnunum, sum hevur gjørt mest burtur úr einari neyðugari umskipan á heilsuøkinum, og so talar hon kvinnunnar søk, sigur Nicholson. Onnur, sum styðja Hillary Clinton, eru fyrrverandi kurvabóltastjørnan Earvin Johnson, filmsstjørnan Barbra Streisand, leikstjórin Steven Spielberg og films­ leikarar sum Sally Fields, America Ferrara, Bradley Whitford og Ted Danson. Barrack Obama er heldur ikki sørur, minni enn so. Millum teirra, sum styðja hann alment, er sjónvarps­ kvinnan Oprah Winfrey, filmsstjørnurnar Robert de Niro og Scarlett Johansson, sangararnir Stevie Wonder og John Legend, rithøvund­ urin Toni Morrison og glím­ arin Hulk Hogan. Republikanararnir hava ikki sama veljaratekki í Hollywood sum demokrat­ arnir, og tað sæst aftur á stuðlalistanum. John Mc Cain hevur tó fingið stuðul frá tveimum sterkum monn­ um, Arnold Schwarz­en­ egger og Sylvester Stallone, og Mike Huckabee hevur ofta tann gamla Texas Rang­ er­filmsleikaran Chuck Norris undir liðini á sær. Stjørnurnar kunnu eisini brúkast til okkurt skemtiligt av og á. Nú ein dagin segði Chuck Norris, at tann 71 ára gamli John McCain er ov gamal til at gerast forseti. Svarið kom beinanvegin: ­ Chuck skal ansa eftir, hvat hann sigur, tí annars sendi eg Sylvester Stallone eftir honum, segði McCain. Læra børn at drepa fíggindan Í Irak verða børn niður í 10 ára aldur lærd at drepa fólk (Mynd: AP) Oprah Winfrey Arnold Schwarz­enegger Sylvester Stallone Steven Spielberg Stevie Wonder