hósdagur 7. februar 2008síða 26
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
Nr. 27 - 7. februar 2008
SAMBAND
jákup Mørk
jAkup@SoSiAluriN.fo
tlf. 341800
ítróttur
»Vit ætla ikki at bakka«
Randi Wardum
Kyndil er fyri
fyrstu ferð í átta ár
í steypafinaluni í
kvinnuhondbólti, og í
finaluni leygardagin,
møta tær Stjørnuni, ið
rættuliga hava verið
flúgvandi í hesum
kappingarárinum
HONDBÓLTUR
Niels Petersen
niels@sosialurin.fo
Randi Wardum, ið ikki
byrjaði at venja við Kyndli
frá uppstartinum, orsakað,
millum annað, av hennara
fótbóltsørindum í Íslandi
metir um vónirnar hjá
Kyndli til steypafinaluna
leygardagin.
Vit
høvdu
hana á orði gjøgnum tele
fonina, og hon helt at sjálvt
um Stjørnan eru favorittar
til at fara við steypinum, so
fór Kyndil, undir ongum
umstøðum at boyggja seg
og handa teimum tað, uttan
ein harðan dyst til strikuna.
Vit eru allar klárar,
spentar og topptunaðar til
dystin, og vit trúgva at tað
letur seg gera hjá okkum at
koppa
klaksvíkskvinnu
num, sigur Randi Wardum.
Verjan er lykilin
Fáa vit okkara verjuspæl
at koyra til fulnar, dugi eg
ikki at síggja, hví vit ikki
kunnu standa teimum kurl,
sigur ein avgjørd Randi
Wardum, ið hevur verið ein
stórur styrkur hjá Kyndils
liðnum, síðan hon kom
aftur á liðið. Hon hevur við
sínari styrki og útstráling
verið við til at lyft Kyndil
nøkur vet hægri, bæði í
verju og sannuliga eisini
gjøgnum sína skotstyrki, í
álopinum.
Umframt at verjan skal
standa stinn, mugu vit vera
100% klárar, tá møguleikin
bíðst til álop. Vit mugu og
skulu
vera
effektivar.
Hendan sannroynd, saman
við einari stinnari verju, má
sigast at vera lykilin hjá
Kyndli til sigurs, sigur
Randi.
Eins og seinast
Seinast Kyndil og Stjørnan
møttust í Havn, var í Sunset
kappingini,
tá
Stjørnan
vann 2519, men hesin
munur var ikki allan dystin,
so langt frá, sigur Randi.
Vit vóru sera væl við
allan fyrra hálvleik, men í
øðrum hálvleiki høvdu vit
trupuleikar, og orkan byrj
aði at ganga undan. Men vit
hava vant nógv og hart
síðan tá, og eru klárar til at
taka móti Stjørnuni aftur.
Kunnu vit finna sama stev
ið, vit vístu fyrra hálvleiki í
tí dystinum, so meti eg at
vit hava ein góðan møgu
leika fyri at vinna, sigur
Randi Wardum, ein av
profilunum
á
Kyndils
liðnum.
Ein finala er altíð ein
finala, skilt á tann hátt, at alt
kann henda. Vit kempa fyri
okkara møguleika, og trúgva
at tað letur seg gera, at koppa
Klaksvíkskvinnum.
Sjálvandi eru Stjørnan
favorittar, tað vilja tær altíð
vera, men vit eru ikki bara
til at koppa, tá spælið
gongur væl hjá okkum.
Átta ár síðan
Í 2000 var Kyndil fyri sein
astu ferð í steypafinaluni
hjá kvinnum, og tað ferðina
vunnu tær, við bert einum
máli móti VB, í einum sonn
um gysara. Úrslitið bleiv
2221, og liðini fylgdust so
at siga allan dystin á tamb.
Vónandi verður tað eins
spennandi nú leygardagin,
og tað var tá.
Steypakappingin
í
kvinnudeildini
byrjaði
annars afturi í 1987, tá
Neistin 1 spældi móti Neist
anum 2, og eisini í tí
dystinum var bert eitt mál á
muni. Úrslitið bleiv bert
1312. Somu lið møttust
aftur í 1988, og tá vóru trý
mál á muni (1613 til
Neistan 1).
Tað sum annars hevur
sermerkt steypakappingina
hjá kvinnunum gjøgnum
tíðina, er tann sannroynd, at
Neistin hevur verið her, har
og allastaðni, men seinastu
árini eru tað klaksvíks
kvinnur,
ið
hava
havt
hendan heiður. Hetta er
fjórða finalan, ið stjørnan
er í á rað, og hava tær
vunnið allar tær undan
farnu, við einum undantaki,
og tað var í 2006, tá Neistin
vann.
Samtalt verður tað níggj
unda finalan hjá Stjørnuni,
meðan Kyndil, fyri sjeyndu
ferð skal royna seg.
Kyndil bakkar ikki
Randi Wardum hevur verið ein av profilunum á kyndlaliðnum í ár, og í sjeyndu steypafinalu felagsins í kvinnudeildini ætla tær
sær als ikki at bakka fyri stórfavorittunum úr Klaksvík