Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-07, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. februar 2008síða 27

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 [ Nr. 27 - 7. februar 2008 ] Stjørnan er í finaluni í kvinnuhondbólti, fyri níggjundu ferð, og seinastu fimm árini hava klaksvíks­ kvinnur verið fastir gestir á Hálsi í Havn, har finalurnar vanliga verða spældar HONDBÓLTUR Niels Petersen niels@sosialurin.fo Eins og við Randi Wardum hjá Kyndli, høvdu vit Báru Skaale Klakstein gjøgnum telefonina, har vit fregnað­ ust um vónirnar til finalu­ dagin, hvussu kappingarárið hevur hilnast, umframt týdningin av at hava eitt lið í einari steypafinalu. Heilt serligt í finaluni ­ Ein finala er nakað heilt serligt, og eg vil ikki siga, at vit eru so stórir favorittar, sum fjølmiðlarnar vilja hava okkum at vera. Tað er heilt ørðvísi í einari steypa­ finalu, enn í Sunset kapp­ ingini. Tað er bert ein dyst­ ur, og rakar man ikki dagin, verður man straffaður alt fyri eitt, sigur Bára Skaale Klakstein, ið var til arbeiðis, tá vit fingu orðið á hana. Styrkt Stjørnulið Seinastu dystirnar hevur Stjørnan havt gleði av at Durita Ljósstein er komin aftur úr Danmark, og Bára metir hana, hóast hennara unga aldur, duga ómetaliga væl at lesa spælið. Og umframt Duritu, hevur Stjørnan fingið Joan Midjord Djordjevic aftur á liðið. Joan hevur ikki fingið spælt vegna trupuleikar við eina fingrinum, men hevur tó vant saman við liðnum… Nú kann hon so nýta hond­ ina aftur, og hon verður eisini við í hópinum, ið fer til Havnar leygardagin. Vænta sær ein javnan dyst ­ Eg meti ikki, at tað fer at gerast ein lættur dystur hjá okkum, og eg vænti at Kyndil fer at reisa seg til umstøðurnar. ­ Tað fer óivað at vera eitt heilt annað Kyndilslið, vit fara at møta leygardagin, men líkamikið hvat, so skulu vit vinna dystin, og eg eri sannførd um at raka vit dagin, so vinna vit steypið til Klaksvíkar. Vit fara í øllum førum at gera alt í okkara makt fyri at vinna dystin, og so fáa vit at síggja, hvussu langt tað røkkur, sigur Bára Skaale Klakstein Góður stuðul Vit hava altíð havt góðan stuðul frá áskoðaraplássu­ num, og tað er ikki bara til steypafinalur. Til allar dyst­ ir hava vit fingið dyggan stuðul, og tað merkist inni á vøllinum. Tað fjálgar, sigur Bára, ið hevur verið ein av stuðulsleikarunum hjá Stjørnuni í fleiri ár. Bára metir, at tað er av alstórum týdningi, at vinna steypa­ finaluna, og um so er, er tað eisini uppiborið, sigur hon, tí vit hava veruliga kempað fyri hesum. ­ Vit hava stríðst og strevast til harðar venjingar í langa tíð, og tí følist tað so ómetaliga deiligt, tá man móti endanum stendur við steypi og heiðursmerkjum um hálsin, sigur Bára. Týdningurin Tað er av alstórum týdningi fyri eitt felag at vinna eina steypafinalu, ella eitt FM­ heiti. Tað skapar ein rættu­ ligan dynamikk, og dregur tey yngru frameftir. Tey hava nakað at gleða seg til o.s.fr. Man kann tosa um, at tað kann útloysa eina pyra­ midu­effekt, tí fleiri ung­ dómar ynskja ivaleyst at fara at spæla hondb´lt, um besta liðið vinnur okkurt, og breiddri botnurin er, hægri nær toppurin­ størri gerst pyramidan, og tað man ivaleyst vera endamálið hjá einhvørjum ítróttarfelagi. Tá alt hetta er sagt, verður ynskt báðum liðum alt tað besta, og ein góðan dyst. Vit fara eftir steypinum Kvinnur 1987 Neistin I-Neistin II 13-12 1988 Neistin I-Neistin II 16-13 1989 Neistin-Søljan 29-07 1990 Neistin-Kyndil 25-12 1991 Skála-VB 12-11 1992 Neistin-Kyndil 16-09 1993 VB-Stjørnan 21-13 1994 Neistin-Stjørnan 15-14 1995 Neistin-Stjørnan 23-14 1996 Neistin-Kyndil 18-10 1997 Neistin-Kyndil 23-18 1998 Neistin-Kyndil 21-18 1999 VÍF-StÍF 21-20 2000 Kyndil-VB 22-21 2001 VÍF-VB 31-18 2002 VÍF-Stjørnan 22-18 2003 VB-VÍF 19-18 2004 Stjørnan-VB 20-19 2005 Stjørnan-Neistin 23-18 2006 Neistin-Stjørnan 18-14 2007 Stjørnan-VB 31-28 Vinnarar frá 1987-2006: Neistin 11 VÍF 3 Stjørnan 3 VB 2 Skála 1 Kndil 1 FAKTA Góð byrjan hjá Capello 61­ára gamli Fabio Capello er ein av heimsins avgjørt bestu venjarum, og hann er nú komin í gongd sum enskur landsliðsvenj­ ari. Spurningurin er, um hann megnar at geva fótbóltssvaka Ong­ landi nakað at hátíðarhalda. Áðrenn dystin, hevði italski Fabio Cap­ ello roynt at tosa minst møguligt um dystin, og at skrúða eitt sind­ ur niður fyri forvæntningunum til hansara enska landslið. Men uttan iva man tann 61­ára gamli italiumaðurin vera fegin um at manning hansara vann 2­1. Málini hjá Onglandi skoraði Jermaine Jenas úr Tottenham og Shaun Wright Phillips úr Chelsea. Málið hjá Schweiz skoraði Eren Derdiyoh. Møguligur Víkingur úr Ungarn Víkingur, sum er navnið á samanlagda GÍ/LÍF, hevur fingið ein ung­ verskan áleypara á vitjan. Talan er um 32 ára gamla Zoltan Bükszegi, ið millum annað hevur spælt í bestu deildini á Kypros. Hesa komandi vikuna skal Zoltan royndarvenja við felagnum, og eftir hetta verður støða tikin til, um sáttmáli verður gjørdur við spælaran, ella um hann verður sendur heim aftur. Bára Skaale Klakstein sigur seg vera serliga imponeraða av ungu kreftunum á liðnum. Og hon metir, at um Stjørnan rakar dagin, kann ongin steðga teimum. Hon vil tó ikki tosa ov nógv um, at Stjørnan er so stórur favorittur