hósdagur 7. februar 2008síða 28
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Óli Jacobsen
olij@sosialurin.fo
Quillingsgarður
merkir havin hjá Quilling,
og var hann gjørdur í seinnu
helvt av 1700-talinum. nú
sæst ikki nógv til henda
urtagarð longur, men eitt
træ stendur eftir aftanfyri
húsini í Quillingsgarði, sum
vit nú rópa.
norðurírski løgfrøðingur-
in george Young, sum hev-
ur verið í Føroyum nakrar
ferðir í samband við kann-
ingararbeiði, hevur kannað,
hvat samband hevur verið
millum isle of Man og
Føroyar. Burtur úr hesum
kanningum er millum ann-
að komið, at maðurin sum
Quillingsgarður ber navn
eftir, var av oynni Man.
Hesin maður var bøkjari
hjá
Vágsbotnshandlinum
og æt John Quilling. Hann
her frá 1768 til 1795.
Onki ættarfólk hjá honum
er í Føroyum í dag, men í
býnum Port st. Mary á
oynni Man er hann komin
fram á tvey fólk, sum hava
hetta sama eftirnavn. Með-
an Quilling var í Føroyum,
doyði kona hansara Eleo-
nora og er hon grivin í
gamla kirkjugarðinum her í
Havn, har ein stórur grav-
steinur liggur á grøvini við
eini langari innskrift á
látíni. Á steininum stendur
millum annað, at hon er
fødd á oynni Man, at hon
var gift við John Quilling,
og at hon doyði í 1788.
Tískil er hennara grøv ein
tann elsta í kirkjugarðinum.
Ta tíðina Quilling, var í
Føroyum, búði hann í ein-
um húsum, sum vóru beint
við urtagarðin. Tey hava
ivaleyst staðið í lagabrekk-
uni, sum førir niðan til
ríkisumboðsmannin.
Hesi hús eru ikki til í dag,
men eftir teimum rannsókn-
um, sum eru gjørdar, tykist
tað vera vist, at tey hava
staðið í norðara endanum
av teirri røðini, sum í dag
verður rópt Quillingsgarð-
ur.
John Quilling átti ikki
húsini sjálvur, men rybergs
handil í Fredriksvåg, sum
hann starvaðist hjá, átti tey.
Húsini munnu verða bygd
fyrst í 1780- unum. Tey eru
við í teirri fyrstu húsaskrá-
setingini yvir Havnina.
Í húsinum var eisini bøk-
jaraverkstaður. greitt er, at
frú løbner, sum vit um-
røddu herfyri, búði á hesum
staði í 1834, men tá hava
húsini óivað verið sett í
stand og eru uppstásað.
Quilling kom sum nevnt
higar í 1768 saman við
konu og børnum at ar-beiða
hjá rybergshandlinum, og
hava tey átt eini átta børn.
Eitt ella tvey teirra vóru
fødd, áðrenn tey komu
higar at búgva.
Í kirkjubókunum frá hesi
tíð sæst ikki, at tey elstu eru
fødd her. Men tey eru
konfimeraði her, og tað
sæst eisini, at elsta dóttur
Quilling Catrine Christine
Marie í 1794 giftist við
dananum Hendrik Jensen
groot, sum Quillig hevði
arbeitt saman við, aftaná at
ryberg slepti handilinum í
1788.
Tey fingu eitt barn í 1795
um heysti, og tað verður
roknað við, at øll familjan
er farin úr Føroyum í 1795.
Tá fóru tey til Danmarkar,
har John Quilling doyði í
1820 og varð grivin í
Holmens Kirkegård.
Tann dóttir hansara, sum
giftist við Hendrik Jensen
groot i 1794, doyði umleið
1820. Ein yngri systir,
annika Hedvig, giftist tá
við honum, og doyði hon í
1830. Ein triða systir giftist
á Hebridunum.
FIRMA C.S.BLANCKS
ENKE OG CO.
Teir flestu, sum hava skriv-
að um hesa tíðina, halda, at
tá ryberg gav hand-ilin frá
sær, ja so var alt liðugt.
Men tað er ikki heilt rætt, tí
dagbøkurnar ”The stanley
Expedition” frá 1789 nevna
bæði handilin og alt tað,
sum fyrifórst í Havnini tá.
Tá rigga ryberg og teir
av. rosenmeyer og Floor
eru har enn báðir. Í 1788
keypti eitt annað handils-
felag handilin frá ryberg.
Tað var C.s.Blancks Enke
& Co. Í tí sambandi kemur
ein nýggjur maður til Før-
oyar, sum æt Hendrik Jen-
sen groot. Tað var hann,
sum giftist við dóttir John
Quilling, og fara tey niður
aftur í 1795 saman við
Quilling, sum greitt frá. Tá
so kona groth doyr, giftist
groth uppaftur við konu-
systurini. Maðurin, sum
kom at standa fyri handils-
felagnum og sostatt eisini
handlinum, æt Erich Eric-
hen, og giftist hann við
einkjuni eftir Blanck og
kom soleiðis upp í felagið.
Ein beiggi hansara, Peter
Erichen, hevur verið í Før-
oyum í rybergs tíð við
handilin. Hann hevur iva-
leyst fingið beiggjan at
keypa
Vágsbotnshandilin
frá ryberg. Erichsen kom
eisini at standa sum ánari
av húsunum úti í Vágsbotni
og somuleiðis av Quillings-
garði. C.s. Blancks enke &
Co. hevði annars 13 skip,
sum gingu upp á Føroyar,
Vestindiu og onnur lond.
Peter
Erichsen
hevur
verið í Føroyum eftir at
grooth og Quilling eru
farnir aftur til Danmarkar. Í
1799 verður tað hildið, at
Havnar klubbi varð stovn-
aður.
Ein sum kallaðist Claus
lund yrkti nakrar vísur,
nakrar av teimum eru dag-
festar. Við onkrari av teim-
um er viðmerkt, at tær vóru
til eina veitslu í ”Thors-
havns Club” í ”Erichsens
Hus”. Tað hevur antin verið
í Quillingsgarði ella í Vágs-
botni, har eisini stóðu eini
sethús, sum Erichsen átti,
smbr. húsaskrásetingina frá
1819. Tað var tilskilað, at
hesi húsini vóru í sera
ringum standi.
Quilling verður
so ikki gloymdur
Øll hava hoyrt um Quillingsgarð, men tey eru kanska ikki so mong sum vita um Quilling.
Kona hansara er ein av teimum, sum er grivin á gamla kirkjugarði í Havn. Keldan til
hesa frásøgn er Johan Restorff Jacobsen
he
n
d
u
r
ið
sl
ep
t
u
Eldri mynd av Quillingsgarði, aftanfyri síggjast Amtmannshúsini
Quillingsgarður í okkara tíð
Komandi partur
Í komandi parti verður
umrøða av teimum trim
um Effersøe systrunum
Josephinu, Vilhelminu og
Henriettu, sum liggja
saman í gamla kirkjugarði.
Vilhelmina hevði handil
fyri konufólkaklæði í
Mettustovu.
Gravsteinurin hjá konu Quilling
sum æt Eleonora. Hetta er elsti
gravsteinur vit vita um í gamla
kirkjugarði. Hann er ein av
teimum fáu gravsteinunum,
sum liggur yvir sjálva grøvina.
Quillingsgarður
Nr. 27 - 7. februar 2008