hósdagur 7. februar 2008síða 36
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
36 tíðindi
Nr. 27 - 7. februar 2008
Tey sleppa at dansa í
hjartanum á ítróttar
umhvørvinum í
høvuðsstaðnum,
millum fótbólt,
hondbólt, flogbólt og
aðrar itróttargreinar,
um ikki so langa
tíð. Talan er um
dansifólkið í felag
num Dansifrøi, sum
í hesi vikuni fingu
sítt størsta ynski
uppfylt: At fáa egin
dansihøli. Nú verður
so farið úr Hoydølum
í Gundadal
Felagshøli
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Tey eru í kanska størri
dansihýri enn nakrantíð
áður, teir 400 limirnir í
dansifelagnum Dansifrøi í
høvuðsstaðnum. Orsøkin er
sjálvsøgd. Eftir at hava
bíðað eftir einum grundøki
at byggja felagshús á í
mong ár er spakin nú
loksins settur í í Gundadali,
og gravkýr eru farnar undir
arbeiðið at skapa dansi
glaðum í høvuðsstaðnum
eitt dansihøli, sum so stórur
tørvur er á.
Tað var Jógvan Arge,
varaborgarstjóri, sum tók
hetta fyrsta og týðandi stig
ið fram móti einum nýggj
um og spennandi dansihøl
um í Havn og setti spakan í.
Erling Jørgensen, formaður
í Dansifrøi hevur bíðað eftir
hesi løtu í mong ár, og hann
er ein glaður maður: Tað
hevur verið sera møtimikið
hjá okkum at flyta frá einum
dansihøli í eitt annað og
ongantíð hava okkara egna.
Nú skal hetta broytast.
Hann hevur verið virkin í
Dansifrøi í 14 ár, av teimum
9 ár sum formaður, og tí
ein teirra, sum hevur havt
til
uppgáva
at
tryggja
mongu dansiglaðu limunum
høli at dansa í. Tey hava so
serstakliga húsast í Stu
dentaskúlanum í Hoydølum,
men eftir eldibrandin har
hava tey verið noydd at
finna onnur høli, eitt nú
Veitsluhøllina
á
Lands
sjúkrahúsinum og Kapp
róðrarneystið á Argjum.
Úr Hoydølum
í Gundadal
Vit eru takksom fyri at
hava
fingið
innivist
í
Hoydølum og nú í Havn og
á Argjum. Men tú fær ikki
ment eitt felag og skapt ta
røttu dansigleðina, um ikki
limirnir kenna seg heima
onkrastaðni, og tað fara vit
nú um vónandi ikki so
langa
tíð
sigur
Erling
Jørgensen, sum fegnast um,
at tað loksins eydnaðist at
fáa kommuna at peika á eitt
grundøki.
Tá vit so frættu, at vit
kundu gerast grannar til alt
ítróttarvirksemi í Gundadali
trúðu vit ikki okkara egnu
eygum. Kann bara siga
vegna allar limirnar, at vit
eru býráðnum takksom fyri,
at hetta bleiv eitt so gott val
eftir so drúgva bíðitíð.
Upprunaliga varð ætlanin
at byggja eini felagshøli
saman við felagnum Ljósi
num, men í dag er tað so
bara Dansifrøi, sum stendur
fyri byggingini. Formaðurin
sigur, at limirnir hava leingi
savnað pening til bygging
Gleða seg til at dansa
í Gundadali
Jógvan Arge, varaborgarstjóri setti fyrsta spakan í
Glað andlit, sum
síggja fram til at taka
felagshølini í brúk
Felagið Dansifrøi varð stovnað 25. janaur 1972.
Leingi hevur verið arbeitt við at fáa felagnum egin
høli. Við hjálp frá undanfarna og núverandi býráðs-
num er eydnast at røkka á mál, tó at hetta hevur
tikið tíð. Í felagnum eru 400 limir.
Formaður er Erling Jørgensen.
FAKTA