hósdagur 7. februar 2008síða 37
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 27 - 7. februar 2008
37
tíðindi
ina, sum verður mett at
kosta einar 10 mill. kr. Tórs
havnar kommuna hevur
eisini tryggjað sær at kunna
leiga hølini onkur vikuskifti
og eisini vanligar dagar, har
Dansifrøi ikki tørvar hølini
so nógv. Hetta kanska ser
stakliga
um
summarið.
Sum Sosialurin skilur tað,
so er ætlanin hjá kommununi
at skipa fyri onkum ung
dómsvirksemi har, ið líkist
tí, sum í dag fer fram í
Margarinfabrikkini. Tvs. at
við hesum hølunum vil
kommunan skapa nýggjar
karmar til ungdómin. Og
hølini eru eisini einstand
andi væl egnað til slíkt
endamál. Tí umframt eitt
stórt dansigólv er eisini
stórur pallur og áskoðara
pláss., soleiðis at hølini
kunnu brúkast til konsertir.
Tað fer at bera til at hava
borðhald har fyri 300 fólk
um, og verður skipað fyri
eini konsert, so kunnu hølini
hýsa 700 fólkum. Hóast
hølini koma at liggja í einum
bóltsøki, so er tað ikki egnað
til bóltspæl men haraftur
ímóti til dans, tónleik,
fundir, samkomur ol.
Menna dansin
Erling Jørgensen sær fyri
sær, at tá hølini verða tikin í
brúk, verður kanska eisini
møguleiki fyri veruliga at
menna dansiumhvørvið í
høvuðsstaðnum, har fleiri
ung og eisini tilkomin kunnu
gerast limir. Hann sær eisini
fyri sær møguleikan at skipa
fyri kappingar ala ”Vild
med dans” ol.
Og hølini kunnu so aftur
fáa fleiri útlendsk dansifeløg
at koma henda vegin.
Í dag eru seks virkin
dansifeløg í landinum, í
Havn,
Suðri,
Sandoy,
Vágum, Sundalagnum og
Klaksvík. Eisini í Runavík
eru tey sinnað at leggja til
brots.
Erling
Jørgensen
heldur tað er gott, at ikki
minst tey ungu, sum kanska
ikki eru so fegin um ítrótt,
eisini hava henda møguleik
an at njóta gleðina at dansa
og samtíðis at kunna røra
seg. Hetta ítrívið er sera
heilsugott heldur hann.
Hann vónar at síggja
nógvar nýggjar limir, tá
hølini verða liðug og leggur
aftrat, at eingin skal halda
seg aftur, tí tað krevur
ongan førleika at kunna
vera við. Felagið skipar fyri
undirvísing,
har
nýggir
limir kunnu læra dansistev
og mongu dansirnar, sum er
partur av skránni.
-Hví velja hetta
ítrívið?
Tí tað er so stuttligt og gott
fyri sál og likam. Hetta er
kanska besta ítrívið, har t.d.
maður og kona kunnu vera
saman.
Tá vit tosa um dansir, so
er hetta tað sama vit plaga
at
kalla
”gamlamanna
dansir”. Í veruleikanum er
talan um fólkadans av
ymsum slag. Í tí høpinum
verður í Føroyum oftani
hugsað um føroyskan dans.
Og tað er jú ikki tað slagi
av dansi.
Jógvan Arge, varaborgarstjóri, saman við formanninum í Bygginevndini, Høgna Mikkelsen
Tað er Magnus Hansen, arkitektur, sum hevur teknað nýggja dansihúsið
Húsið verður bygd í Gundadali vestan fyri R. C. Effesøesgøtu, millum Ítróttarhøllina á Hálsi og Gundadalshøllina, og við
Tórsvølli stadion sum næsta granna
Mong kend andlit frá dansiumhvørvinum í høvuðsstaðnum vóru við til hátíðarligu
løtuna, tá spakin varð settur í