fríggjadagur 8. februar 2008síða 4
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 28 - 8. februar 2008
tíðindi
Sunnudagin kl. 16
bjóðar Føroya Shell
og Tórshavnar Báta
felag øllum bátaeig
arum í Føroyum
til fjøltáttaðar fyri
lestrar í hølinum hjá
Starvsmannafelagnum
í Tórshavn
BÁTAR
Heri Simonsen
heri@sosialurin.fo
Sunnudagin kl 16 verður
eitt spennandi tiltak í høli
num hjá Starvsmannafelag
num í J. H. Schrøtersgøtu 9,
í Tórshavn. Tað er Føroya
Shell, sum í samstarvi við
Tórshavnar Bátafelag, ið
skipar fyri hesum tiltaki,
sum er ókeypis.
Skráin er bæði fjøltáttað
og
spennandi.
Hanus
Kjølbro, sum fyri stuttari
tíð
síðani
gav
bókina
Veðurlæru út, kemur at siga
frá ymiskum úr bókini.
Veðurlæra, er fyrst og
fremst ætlað at verða nýtt í
undirvísing, men er eisini
hent bók hjá øðrum, ið hava
áhuga í veðurfrøði.
Hanus, sum er útbúgvin
skipsførari, hevur hollar
royndir sum sjómaður, og
lærari á Klaksvíkar Sjó
mansskúla. Síðan í summar
hevur
hann
starvast
á
Sjóvinnudeplinum í Havn.
Marius Magnusson, sum
er
dagligi
leiðari
á
Trygdarmiðstøðini
í
Klaksvík, kemur at siga frá
um trygdina á sjónum.
Virðingin fyri trygdini á
sjónum, er tey seinastu árini
blivin nógv størri millum
manna, men enn síggja og
hoyra vit um fleiri dømir
um væntandi trygdarútbúna
umborð á bátunum. Hetta
kann um ringast veit við,
hava sera óhepnar fylgir.
Umframt
Marius
og
Hanus, koma eisini umboð
fyri Fiskirannsóknarstovuna
at hava eina framløgu um
Snellu og Rúsuroyndir. Tað
verða Bjarti Thomsen og
Kristian Zachariassen, sum
koma at tosa um royndir
við ymiskum fiskarúsum út
fyri Nólsoy, og royndir við
snellu á Føroyabanka. Víst
verður millum annað á,
hvussu fiskur ber seg at, í
og við eina fiskarúsu, og
royndir við snellufiskiskapi
millum annað hvønn
týdning liturin á beitunum
hevur, og hvussu fiskur
tekur á húkar.
Fleiri
undirsjóvarupp
tøkur verða vístar. Til
melding til tiltakið kann
gerast á heimasíðuni hjá
Tórshavnar
Bátafelag
–
www.marina.fo. Avmarkað
atgongd.
Fyrilestrar fyri allar
bátaeigarar
Sölufólk til Föroya Bjór
Föroya Bjór er eitt nýmótans virki, sum luttekur í spennandi og avbjóðandi kapping
við altjóða fyritökur. Á Föroya Bjór hava vit langt síðan skilt boðskapin um, at
nýskapan og menniskjaligt tilfeingi er vegurin fram – og nú leita vit eftir tær.
Arbeiðsuppgávur
Hövuðsuppgáva tín verður at marknaðarföra og selja vörur hjá Föroya Bjór – alt
frá vælkendu framleiðsluni til spildurnýggj produkt – har partur av starvinum er at
samskipa marknaðartiltök og at seta tey í verk. Tú fert at arbeiða um allar Föroyar,
við skrivstovu á Föroya Bjór í Havn.
Útbúgving og förleikar
Tú hevur royndir í yrkinum, dugir sölukynstrið og hevur ans fyri, hvat rörir seg á
marknaðinum. Tú hevur hóskandi útbúgving.
Lön
Lönin verður ásett sambært avtalu.
Umsóknir og umsóknarfreist
Umsóknir við avritum av prógvum og viðkomandi skjölum kunnu sendast við
vanligum brævi til Föroya Bjór, Postsmoga 4, FO-710, Klaksvík, ella við teldu-
brævi til Einar Waag, stjóra, einar@foroya-bjor.fo. Umsóknir skulu vera okkum í
hendi í seinasta lagi týsdagin, 19. februar.
Vilt tú hava meira at vita um starvið, vinarliga send ein teldupost til Einar Waag,
einar@foroya-bjor.fo.
P/f Föroya Bjór er öl- og mineralvatnsvirki, stovnað í 1888. Felagið hevur framleiðslu í Klaksvík og
avgreiðslur og goymslur í Klaksvík, Leirvík, Havn, Skálavík og á Tvöroyri. Um 40 fólk starvast hjá P/f
Föroya Bjór kring landið.