fríggjadagur 8. februar 2008síða 4
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 28 • 8. februar 2008
Vikuskifti
4
- At koma í steypafinaluna merkir
ALT.
Jacklin Durhuus setir stór orð á
steypafinaluna, sum er á skránni
í morgin.
- Tað er so ótrúliga nógv fokus,
og nógv fjølmiðlaumrøða hendan
dagin. Landskappingin hevur
langt frá líka nógv fokus. Hóast
tað nú eisini er talan um finalur í
Landskappingini, sigur hon.
Jacklin veit, at uppgávan ímóti
Føroyameistarunum úr Stjørnuni
verður stór og møtimikil. Men hon
er við gott mót.
- Vit hava ein møguleika ímóti
Stjørnuni. Men tað krevur, at vit
allar hava ein góðan dag, og at
tær í Stjørnuni hava ein minni
góðan dag. Men hvussu er og
ikki, so eru vit Kyndla-kvinnur
ótrúliga stoltar av, at verða
komnar í steypafinaluna.
Jacklin er týðiliga stolt av
seinnu hálvfinaluni, har tað eydn-
aðist teimum at seta Tjaldrið av.
- Spælið hjá okkum er bara
blivið betri gjøgnum kappingar-
árið. Vit eru væl betri nú, enn vit
vóru í byrjanini.
Stjørnan er ávarðað. Vestmenn-
ingurin í Kyndli ætlar at berjast
fyri at fáa steypið. Og tí er kanska
hóskiligt, at hon hevur funnið sítt
heim í Tórshavn í “Berjabrekku”.
Tann lítli fitti sonurin, Bergur er
blíður og prátingarsamur, men
hondbóltur sær ikki út til at
upptaka smábarnasinni nógv.
Enn!
Kroniska sjúku
Eitt er at berjast fyri sítt lið í
hondbólti, og at taka stór tøk
ímóti mótstøðuleikarum. Men
Jacklin stríðist eisini við eina
keðiliga sjúku, nevnliga kroniska
tarmsjúku. Kappingarárið í fjør
breyt sjúkan út, og tá mátti hon
taka ein steðg uppá heilar 6
vikur. Har hon hvørki kundi leika
ella venja. Heilivágurin hon má
taka ímóti sjúkuni er sterkur
lútur, og kemur beinleiðis undir
kategoriina “doping”. Og er tað
soleiðis eisini ein persónligur
stongsil frá hondbóltinum.
- Meðan aðrir leikarar
kunnu lova seg til at leika eitt
kappingarár á gangin, og kanska
taka eitt ár í senn. So eri eg
noydd til at taka eina ella tvær
vikur í senn. Tí eg veit ikki nær
kroniska tarmsjúkan brýtur út
aftur, sigur hon.
Jacklin hevur upplivað tríggjar
ferðir, at sjúkan hevur lagt ein
fyribils stoppara á hondbólts-
yrkisleiðina. Hetta setur óivað
steypafinaluna í eitt serligt
perspektiv, størri enn hjá hinum
leikarunum, sum koma at leika í
finaluni í morgin.
Byrjaði um 9 ára
aldur
Um 9 ára aldur byrjaði Jacklin
at leika hondbólt. Hondbóltur
í yngru deildunum var ikki so
væl skipaður tá. Orðið “Mini-
hondbóltur” hevði ikki vunnið
innpass í Føroyum síðst í áttati-
árunum. Men tá helst størsta
hondbólts-guruin í søguni
hjá VÍF, Lars Nedergaard var
høvuðsvenjari hjá VÌF, árini 1993-
96 fekk ungdómsarbeiðið eina
heilt nýggja dimensjón.
- Lars var ótrúliga góður at
dyrka talentini. Sjálvt um tað
kanska gekk eitt sindur út yvir tey,
sum vóru minni góð. Hann fylgdi
okkum allastaðni. Hann kom við
til útidystir, fyri at stuðla okkum.
Væl skipaða ungdómsarbeiðið
og talentið gingu upp í eina
hægri eind, tá Jacklin bleiv
Føroymeistari við Gentum 14 ár.
- Tað er einasti FM, sum eg
vann í yngru deildunum.
Men Jacklin letur ongan iva
verða um, at talan er um eitt kært
minni.
Á besta liðið 15 ára
gomul
Gamalt er at siga, at talent
forpliktar. Longu 15 ára gomul
kom Jackin á besta kvinnuliðið
hjá VÍF, sum tá leikti í næstbestu
deildini. Hon leikti við VÌF í 1.
deild 1996-97. Men tá VÍF fór
niður aftur í 2. deild at venda, og
tá hon samstundis gekk í skúla
í Havn, so valdi hon at taka eitt
kappingarár við arvafíggindanum
hjá VÍF, Kyndli. Og væl hilnaðist,
tær gjørdist Føroyameistarar fyri
kappingarárið 1997-98.
- Tað var eitt ótrúliga sjarmer-
andi lið. Tað var bara málverjin,
Hanna Rubeksen, sum átti
børn. Vit vóru næstan allar um
18-19 ára aldur. Tað vóru bara
Lotte Sørensen, Ann Hansen og
Hanna, sum vóru eldri. Vit høvdu
tað ótrúliga stuttligt. Vit gingu í
biograf, fóru út at eta saman. Tað
var ein einastandandi stuttlig tíð.
Jacklin minnist eisini, at hetta
var fyrsta árið hjá Lotte Sørensen
í føroyskum hondbólti.
- Eg helt hana verða øgiliga.
Eftir okkara málistokki var hon
ræðuliga góð.
Sum so mong onnur í Kyndli
viðurkennir Jacklin tað stóra
ungdómsarbeiðið, sum Lotte
gjørdi fyri felagið, og undirstrikar,
at tað er saknur í henni í Kyndli.
Føroyameistari við
barndómsfelagnum
At blíva Føroyameistari er altíð
gott. Men at gerast Føroyameist-
ari við barndómsfelagnum er
nakað serstakt. Kappingarárið
2001-2002 eydnaðist tað loksins
VÍF-kvinnunum at gerast FM-
vinnarar. Tað gjørdist næsta
meistaraheitið hjá Jacklin.
- Tað liðið má verða eitt tað
besta kvinnuliðið, sum hevur
spælt í Føroyum við Manuelu
Stan, Nicoletu Radu, Ionu Rapa,
Sóley Mikkelsen, Randi Kúrberg
og Alice Høghamar.
Jacklin heldur, at tað var ein
stórur lætti hjá kvinnunum at
koma úr skugganum hjá monn-
unum, sum hava verið FM-vinn-
arar so ofta. Ein virðing vaks
fram, sum ikki hevði verið har
áður. Nú lá meiri ræðið fyri at
fáa klæðir, skógvar og ein góðan
sponsor.
- Tá ein vinnur, er slíkt alt
lættari.
VÍF-kvinnurnar tóku av avbjóð-
ingini at melda til Evropa Cup
fyri meistaralið. Báðir dystirnir
ímóti hollendska liðnum Hellas
vóru leiktir í Føroyum, og tær í VÍF
Vestmenningurin í
Kyndli vil hava steypið
Jacklin Durhuus hevur verið føroyameistari við bæði Kyndli og
VÍF. Hon hevur vant og leikt undir Anju Andersen í Slagelse.
Men hon er kortini svong eftir at gerast steypavinnari
við Kyndli í morgin
Ítróttarprofilurin
Heri Simonsen
hersim@sosialurin.fo
Navn: Jacklin Jógvansdóttir
Durhuus
Fødd: 21. januar 1980
Bústaður: Berjabrekka 171 í
Tórshavn
Børn: Bergur 3 ár
Feløg: VÍF, Kyndil og
Slagelse
Fakta
Jacklin um EM í hondbólti
hjá monnum
Mær dámdi tað ótrúliga væl. Eisini, at Danmark vann. Hans Lindberg
og eg eri trímenningar, so tað gjørdi tað eyka stuttligt. Eg haldi, at
manshondbólturin er meiri tekniskur nú, og minni rástyrki.
... um landsvegin til
Vestmanna
Vit kundu gott verið hann fyri uttan. Hann er ikki stuttligur at
koyra á um veturin. Tað er gott, at ein hevur ein góðan bil at
koyra við. Tí ein má jú røkta familjuna í heimbygdini.