Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-08, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 8. februar 2008síða 18

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 28 - 8. februar 2008 Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 30. januar fingu Jóngerð Kjartansdóttir Danielsen og Hallur Gray Joensen ein son á Skejby Sjúkrahúsi. Hann vigaði 3230 gr. og var 51 langur. Føðingar 26. januar fingu Lea og Lilja henda fitta lítlabeiggjan. Hann vigaði 4200 gr og var 56 cm langur. Foreldrini eru Regina og Janus Kjærbo, Vágur. 31. januar fingu Tórarinn Niclasen og Andrea á Rípuni, Kvívík, eina dóttur. Hon var 53 cm. long og vigaði 4200 gr. 5. januar fingu Beinta og Torleif Justinussen, Norðragøta, ein son. Hann var 54 cm. langur og vigaði 3700 gr. 1. februar fingu Anita og Birgir Svøðstein, Klaksvík, eina dóttur. Hon var 50 cm. long og vigaði 3550 gr. 4. februar fingu Sunrit og Hans Christian Petersen, Miðvágur, eina dóttur. Hon var 51 cm. long og vigaði 3400 gr. 5. februar fingu Solveig Sofía Brink Dalsgaard og Johan á Kák, Tórshavn, ein son. Hann var 54 cm. langur og vigaði 4250 gr. 6. februar fingu Turið Johannesen og Ólavur Højgaard, Saltangará, eina dóttur. Hon var 53 cm. long og vigaði 3525 gr. 7. februar fekk Anna Maria Mikkelsen, Syðrugøta, eina dóttur. Hon var 53 cm. long og vigaði 3105 gr. Prógv Jens Petur Selfoss, Sørvágur, bleiv 21. januar 2008 útlærdur sum bakari við rós á Holstebro Tekniske Skole, hann hevur staðið í læru fyrst hjá Gunnleivi í Havn og síðan hjá Kontitorbager í Skive í Danmark. 25. januar 2008 hevur Mirjam Mikkelsen, Vágur, lokið proffesionsbachelor sum sosialráðgevari á University College Vest í Esbjerg. Martin Petersen, Kvívík, hevur frá danska Det faglige Uddannelsesudvalg for Jordbrug staðið prógv sum Skov- og landskabsfagtekniker. Útbúgvingin er lokin í samstarvi millum Center for Skov, Landskab og Planlægning og Skógrøkt landsins (nú Umhvørvisstovan), har Martin starvast sum røktarleiðari í viðarlundunum. 80 ár Leygardagwin 9. februar verður Tórhallur Andreassen 80 ár. Føðingardagurin verður hildin í Kirkju- og missiónshúsinum á Argjum millum kl. 11 og 15. Øll eru vælkomin at heilsa uppá hann. Mánadagin 11. februar verður Brynhild Thorsteinsson í Húsgarði 80 ár. Tey, ið vilja gleða hana, eru vælkomin í heimið millum kl. 10 og 12. 90 ár Sunnudagin 10. februar verður Fanny Johannessen, Sandavágur 90 ár. Dagurin verður hildin í meinig- heitshúsinum í Sandavági frá kl. 17. Í dag 8. februar fyllir Alfred Poulsen 80 ár. Hann er ætt­ aður av Eiði, sonur Thominu og Hans Jacob Poulsen. Alfred er næst yngstur av seks systkjum. Á ungum árum flutti hann av Eiði til Klaksvíkar í smiðjulæru á bedingini hjá Kjølbro. Seinni fór hann til Danmarkar at lesa til maskinmeistara. Í 1952 giftist Alfred við Andreu úr Syðrugøtu. Í 1957 fluttu tey bæði heim úr Keypmannahavn og bygdu sær hús í Sal­ tangará. Andrea og Alfred eiga 6 børn. Tey eru Agnar, Ann­ vør, Atli, Allan, Ann og Anja. Tey eiga 19 ommu­og abbabørn og 7 langommu og langabbabørn. Alfred hevur altíð verið ein sera raskur og hegniður maður. Hann hevur havt áhugaverd størv, bæði á landi og sjógvi, og nú hann eldist, er hann serstakliga góður at ráðføra seg við um mangt og hvat. Hann dugir sera væl at greiða frá, og hittinorðaður er hann eisini. Alfred og Andrea búgva í heimi sínum á Heiðavegi í Saltangará. Har er gott og fjálgt at støkka inn á gólv­ ið. Alfred er væl fyri og vitj­ ar mangan í Bátafelagnum á Glyvrum. Vit vilja við hesum ynskja Alfred hjartaliga tillukku við føðingardegnum og ynskja honum og konuni Guds signing. Vinir Alfred Poulsen 80 ár Hvussu eitur tú? Aster Leo Thorsen. Hvar ert tú í starvsvenjing? P/f Wenzel Ford. Hvat hevur tú gjørt hesar dagarnar? Skrúva lyktir og motorar, skift dekk og olju, instrulera leidningar o.a. Hvussu dámar tær og hvat er tað besta tú hevur gjørt? Eg dámi ógvuliga væl og alt hevur verið stuttligt. Er hettar nakað tú hevði vilja gjørt í framtíðini? Ja, tað er tað. Hvar ætlar tú tær næstu ferð? Sama stað. Prát við praktikantar úr Vágs skúla Vit hava hitt næm­ ingar úr 9. Flokki í Vágs skúla og spurdu tey nakrar spurningar Praktikantar Olivia B. Tausen og Selma Poulsen Prát við Atla A. Thomassen Hvussu eitur tú? Atli A. Thomassen. Hvar ert tú í starvsvenjing? Umborð á Smyrli. Hvat hevur tú gjørt hesar dagarnar? Surra, (tað er at festa stórar lastir saman so tær ikki koppa), vaska úti á dekkinum o.a. Hvussu dámar tær og hvat er tað besta tú hevur gjørt? Mær dámar væl, men eg veit ikki heilt hvat hevur verið tað besta. Er hettar nakað tú hevði vilja gjørt í framtíðini? Nei, ikki heilt. Hvar ætlar tú tær næstu ferð? Tað finna vit útav. Aster Leo Thorsen