Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-08, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 8. februar 2008síða 17

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 28 • 8. februar 2008 Vikuskifti 17 - Vit hava ógvuliga dugnaligt og rakst fólk umborð á Brimli. Eg havi stórt álit á mínum monnum, og eg veit, hvat teir kunnu. Tað hevur velduga stóran týdning í slíkum arbeiði, at tú kanst líta á tínar menn, bæði í vanligari sigling, og tá ið serligar uppgávur eru, sum skulu loysast, sigur skiparin á Brimli Kvívíkingurin Jákup Müller hevur verið skipari á Brimli, síðan skipið kom til Føroya sum nýbygningur hin 10. mars í 2001. Tað var eisini Jákup, sum var skipari á ferðini heim úr Noregi, har skipið er bygt. Øll árini síðan hevur hann staðið á brúnni á okkara stoltleika innan vaktarhald, bjarging og hjálpararbeiði á havinum. Longu í fyrru helvt av áttati­ árunum fór Jákup at sigla við Tjaldrinum. Hann byrjaði sum 2. stýrimaður, men tá ið Elmar Højgaard fór í starv sum leiðari á Vaktar­og Bjargingartænastuni 1. januar 1997, gjørdist Jákup fastur skipari við Tjaldrinum. Okkurt skifti var Jákup onkran avloysaratúr við Ólavi Halga. 12 mans eru umborð á Brimli í senn, og er einki óvanligt á skránni, eru teir umborð í 14 dagar og síðan í landi í 14 dagar. Hin skiparin er Jan Kristoffersen, og tað var hann, sum hevði eftirlitið við byggingini av Brimli fyri Vaktar­og Bjargingartænastuna. Tilsamans fýra skiparar eru knýttir at Tjaldrinum og Brimli. Jákup Müller byrjaði at sigla sum blaðungur, og í dag er hann 66 ára gamal. ­ Sum tænastumaður kann eg sigla, til eg eri sjeyti, men alt veldst um heilsuna. Havi eg heilsuna og førleikan, er ikki óvist, at eg ikki hangi í nøkur ár aftrat, sigur hann. Øll hesi mongu ár í síni tæn­ astu fyri vaktarhaldi, bjarging og ymiskum hjálpararbeiði siga okkum, at kvívíkingurin hevur trivist í sínum starvi. ­ Jú, mær hevur dámað væl. Vit hava ógvuliga dugnaligt og rakst fólk umborð. Eg havi stórt álit á mínum monnum, og eg veit, hvat teir kunnu – og eg veit eisini, hvat eg kann bjóða teimum. Tað hevur velduga stóran týdning í slíkum arbeiði, at tú kanst líta á tínar menn, bæði í vanligari sigling, og tá ið serligar uppgávur eru, sum skulu loysast. Men kennist tað ikki sum ein stór ábyrgd at standa á brúnni á Brimli? ­ Jú, sjálvandi er tað ein stór ábyrgd, men hetta er ikki nakað, tú gongur og hugsar um alla tíðina. Tú veksur við tíni uppgávu og ábyrgd, og sum tíðin gongur, fellir ábyrgdin náttúrlig í tínum starvi. Sum heild hevur tað gingið væl hjá okkum at loyst tær uppgávur, sum vit hava staðið yvirfyri, og tíbetur hava vit ikki verið úti fyri nøkrum serligum óhappum. Hann vísir á, at tað er munur á at byrja í einum nýggjum og ábyrgdarfullum starvi og so við tíðini at hava livað seg inn í, hvat slíkt merkir. ­ Eg havi ikki havt fortreð av mínari ábyrgd sum skipari, um man so kann siga, leggur hann aftrat. Nú vit skiftu orð við Jákup Müller, sum býr í Saltangará, var hann komin í land seinasta leygardag, og hann fer umborð aftur á Brimil um júst eina viku. Jákup er giftur Elisabeth, sum er ættað úr Lamba. Tey eiga trý vasksin børn, tvær gentur og ein drong. Sum blaðungur og júst liðugur við barnaskúlan fór kvívíkingurin á sumri í 1956 sum messudrongur til Grønlands við norskum línubáti. ­ Eg fylti 15 ár, meðan vit vóru í Grønlandi á saltfiski. Aðrir føroyingar vóru við sama báti, men eg var einsamallur kvívíkingur. Sum messudrongur fekk eg fasta løn, 400 krónur um mánaðin. Tað var ikki nøkur stór fortjenasta hesar báðar mánaðirnar, sum túrurin vardi. Hinir menninir fingu fiskipart. Jákup var bara henda eina túrin í hesum umfari, men longu summarið eftir fór hann aftur til Grønlands á saltfiskaveiði sum messudrongur, hesaferð við einum øðrum norskum línubáti. ­ Eg var við tveir saltfiskatúrar, og á seinna túrinum hetta summarið gjørdist kokkurin sjúkur, so eg noyddist sum 16 ára gamal at taka yvir. Eg minnist, at vit høvdu eina bók umborð um matgerð, men uppskriftirnar bygdu á 12 persónar. Vit vóru 24 mans við, so eg faldaði bara ymisku nøgdirnar, sum brúkast skuldu í matgerðini, við tvey. Um veturin fóru teir á silda­ veiði, og tá var Jákup eisini við norska bátinum. ­ Um veturin 1958/1959 var eg við línubátinum Minnie hjá Napoleon á Glyvrum. Vit fiskaðu ísfisk og seldu í Aberdeen. Seinni var eg við Selberg, sum hoyrdi heima í Sørvági. Vit vóru eisini í Grønlandi á saltfiski, og minnist eg rætt, fiskaðu vit bæði við línu og snellu. Um heystið vóru vit á sild. Í 1960 vóru Jákup og vinmaður og bygdamaður hansara Ellintur við trolaranum Kalsevni, sum Kimbil í Havn átti. ­ Um heystið í 1960 fóru vit báðir til Noregs at sigla sum matrósar við farmaskipi. Men Jákup Müller hevur eisini gingið í skúla, og tað var skúlatíðin, sum førdi hann upp á skipsbrúgv. ­ Eg fór upp á skúla um heystið í 1963, tók stýrimansprógv í 1965, sigldi síðan úti í eitt hálvt ár og tók síðan skipsføraraprógv í 1966. Eftir at hava tikið skipsførara­ prógv, fór Jákup út at sigla, og árini sum yvirmaður umborð á donskum gasstangaskipum gjørdust mong í tali. ­ Eg sigldi fyri sama reiðarí í heili 16 ár, harav fleiri ár sum skipari. Danska felagið eitur í dag Lauritsen Kosan. Jákup sigur, at hann kendi seg rímiliga tryggan umborð á hesum gasstangabátum, tí hesi skip høvdu ”lukkaða” skipan, sum hann tekur til. ­ Í byrjanini visti tú ikki so nógv um slíkan flutning, men vit vóru á skeiðum og fingu hollan kunnleika um skip og flutning. Í hesi sigling upplivdi Jákup at missa ein mann, sum doyði av spreinging av einum óhappi umborð. ­ Hetta var í 1973. Vit lógu í Køge, tá ið ein motorur, sum var luftkøldur og koyrdi við diesel, fór at koyra upp á gass. Tá høvdu vit eina spreinging, sum kostaði einum dana lívið. Jákup sigur, at teir annars ikki vóru fyri nøkrum óhappi øll hesi árini, hann sigldi við gasstangaskipum. ­ Áðrenn eg kom heimaftur til Føroya tíðliga í áttatiárunum og fekk kjans við Tjaldrinum, sigldi eg í eini tvey ár hjá Mærsk sum yvirstýrimaður, sigur fryntligi kvívíkingurin í Saltangará. umborð At liva við ábyrgd á brúnni Umborð Vilmund Jacobsen blaðmaður vilmund@sosialurin.fo Í 16 ár sigldi Jákup Muller við donskum gasstangabátum, og tá upplivdi hann sum skipari at missa ein mann av eini spreinging, sum kostaði einum dana lívið Mynd: Vilmund Jacobsen