Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-08, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 8. februar 2008síða 17

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 28 - 8. februar 2008 17 Tøkk Hjartaliga takka vit fyri sýnda samkenslu, tá ið kæra mamma, vermamma, omma og langomma okkara Borghild Signy Eliasen Fuglafjørður andaðist og varð jarðað. Tøkk til tykkum, sum vóru um hana ta seinastu tíðina. Tøkk til tykkum øll, ið hjálptu til við jarðarferðina. Tøkk fyri blómur, kransar og heilsanir. Tøkk øll tit mongu, sum fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað. Familjunnar vegna Arnfríð, Marita, Mona Birita og Ólavur Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, sum sýndu samkenslu, tá kæra kona, mamma, vermamma og omma okkara Elinborg Feilberg so brádliga doyði og varð jarðað. Takk til familju, vinir og kenningar, sum vitjaðu og vóru um okkum við kærleika og umsorgan. Takk fyri góð og troystarrík orð. Takk til prest, kirkjutænarar, berarar, sangarar og gravarar. Takk til tykkum, sum bakaðu og góvu til ervið. Eisini ein stór tøkk til tykkum, sum hjálptu til við ervinum. Takk fyri blómur, kransar, heilsanir, uppringingar og øll tit mongu, sum fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað. Familjunnar vegna Debes, Maria, Jóhanna og Hákun Tøkk Hjartans tøkk fyri sýnda samkenslu, tá mín kæri maður, pápi, verpápi og abbi Jaspur Jespersen Tvøroyri doyði og varð jarðaður. Tøkk til heimarøktina, kommunulæknar og starvsfólkið á Suðuroyar Sjúkrahúsi, prest, kirkjutænara, sangarar og gravara. Takk fyri blómur, kransar og peningagávur til kirkjuna. Tøkk til tykkum, sum gjørdu til ervið. Tøkk til tykkum mongu, sum fylgdu honum til tað seinasta hvíldarstað her á fold. Vælsigna nýggjár til tykkum øll. Familjunnar vegna Poula, Andreas, Magnus, Valborg, Fríðgerð og Helgi Eitt felag hjá Nordisk Film heitir á allar føroyingar um at lata teimum filmbrot, ið fólk liggja inni við. Enda­ málið er at lýsa tey seinastu 100 árini av Føroya søgu ­ í filmi. Eitt gott og áhugavert tiltak. Men hvar eru vit føroyingar og tey, sum skulu varða av okkara mentan og søgu, okkara fornminnum og okkara samleika? Hví sita vit í Føroyum “altíð” og bíða, til onnur taka sær um reiggj at brúka okkara tilfeingi? Vit hava sæð tað í ílegugranskingini, og nú síggja vit okkara mentan­ ararv og søgu fara til fremmant land at tulka og arbeiða við. Filmmiðilin er ein spennandi og týdningar­ mikil miðil, bæði til undirhald og lærdóm, og vit føroyingar hava síðan byrjan verið eins hugtikin og onnur av hesum fantast­ iska møguleika: at lata okkum føra inn í ævintýr og kunnandi frásagnir. Styrkirnar, ið filmmiðilin hevur, eru fram um aðrar miðlar at hugfanga og evna okkara tilvitan, og tí er tað eisini ein miðil, vit skulu fyrihalda okkum kritiskt til og læra okkum at brúka. Føroyar hava eins og onnur lond eina ótømandi keldu av tilfari, tað veri seg innan mentan og samtíð, ið kann nýtast í filmi. Vit hava listafólk, ungdómar og fróðarfólk, ið øll uttan iva rúma hópin av tilfeingi til filmmiðilin, men í Føroyum eru stórt sæð ongar umstøður ella møguleikar at gera nakað við hetta tilfeingi. Hví føroyska samfelagið og politiska skipan okkara ongantíð hevur stuðlað undir ella sæð tørvin og møguleikan í at uppala, at eggja til og at seta í verk møguleikan at brúka filmmiðilin, er ilt at siga. Eg loyvi mær at gita meg til tríggjar orsakir. Ein er fíggjarlig, tí hesin miðil ber orð fyri at vera kostnaðartungur. Sum tað næsta er hetta ein miðil, ið ikki hevur verið mettur sum “stovureinur” sæð í mun til okkara mentan, eins og føroyski dansurin og onnur mentan ikki hevur verið mett sum hóskandi, og sum tað triðja kann talan vera um undirskot av tjóðarkenslu ella samleikafatan. Her kunnu vit nevna dømi um, at vit í sera lítlan mun í skúla og mentan hava brúkt orku uppá at arbeiða við okkara egnu søgu og samtíð, at vit í sera lítlan mun hava brúkt pening og orku uppá at skráseta og verja okkara fornminni og mentanararv, og sum heild ­ eisini í dag ­ brúka lítla orku uppá at skapa kunning og innlit í okkara egna samfelag. Í Føroyum hava vit tørv á einum Filmskúla. Hesin filmskúli kann gerast partur av Listaskúlanum, ið verður bygdur í næstu framtíð. Vit skulu leggja orku í at fáa henda miðil á føtur so skjótt, sum til ber, saktans í samstarvi við filmskúlar í okkara granna­ londum. Stundin er komin, at vit, eins og øll onnur framkomin lond, kunnu bjóða ungdóminum møgu­ leikan at brúka henda fantastiska hugfangandi miðilin, eins og vit kunnu brúka hann í okkara tjóðarbygging. løgtingskvinna Olga BiskOpstø Føroya Pedagogfelag fegnast um at nýggja sam­ gongan nú raðfestir, at fara undir eina nýggja sosiallóg­ gáva og at rættartrygdin hjá menningartarnaðum, sálarsjúkum, brekaðum, brúkarum, sjúklingum, gomlum, børnum og ungum verður styrkt. Eisini fegnast vit um, at farast skal undir ein sosial­ politiskan reform, har ið Almannaskipanirnar skulu háttast soleiðis, at fólk mest møguliga kunnu verða virkin í samfelagnum og at ein nýggj føroysk forsorgarlóg, sum eisini fremur rættartrygd og gjøgnumskygni, verður smíðað. Somuleiðis er ætlanin at eitt vælferðarráð verður skipað – hetta halda vit er hóskandi til eitt nútíð­ arsamfelag. Tað hevur altíð týdning, at hesar skipanir verða eftirmettir og tillag­ aðar nútíðarsamfelagnum. Sum heild eru vit nøgd við ætlanirnar um at bøta umstøðurnar á sernáms­ frøðiliga økinum. Hóast felagið metir tað verða gott at dagstovnaøkið verður lagt undir Menta­ málaráðið at umsita, fyri at kunna skapa eitt betri heildartilboð til børn í og undir skúlaaldri, er tað undrunarvert, at tað ikki eru niðurfelt í samgongu­ skjalið um ætlanir eru at taka fleiri pedagoglesandi inn í skúlan beinanvegin, soleiðis at børn undir skúlaaldri fáa eitt fakligt tilboð, serliga tá hugsað verður um, at tað í Føroy­ um í dag resta umleið 500 pedagogar fyri at treytirnar í verandi dagstovnalóg verða uppfyltar. Tankarnar um at raðfesta útbúgving hongur ikki saman, tá tað ikki verður nevnt í samgonguskjali­ num, at fleiri námsfrøðing­ ar/pedagogar skulu útbúgv­ ast, serliga tá hugsað verður um hvussu stóran tørv samfelagið hevur á náms­ frøðingum og hvussu stórur áhugin er í Føroyum fyri at ogna sær hesa útbúgving, og tískil undrar tað okkum almikið, at hetta ikki er fest í samgonguskjalið. Felagið vil minna á, at góðir dagstovnar eisini eru ein fortreyt fyri at børnini fáa eitt gott menningar­og útbúgvingarstøði. Ein stórur trupulleiki í samfelagnum – sum eisini var væl lýst undir valstríð­ num – eru júst kvinnurnar, ið fara av landinum at nema sær útbúgving og ikki koma aftur til Føroyar aftaná lokna útbúgving. Felagið bjóðar seg fram sum samstarvspartur í hesum arbeiði. Viðmerkingar til samgonguskjalið Vegna Føroya Pedagogfelag Jarvin F. Hansen Vit lata okkara tilfeingi av hondum Tað er "grúviligt" at hoyra, bæði í sjónvarpi og útvarpi, hvussu teir neyð niður­ spyrja um Sandoyartunn­ ilin. Verður ein politikari spurdur, so er tað Sand­ oyartunnilin. Løgmaður hevur svarað, at allar lógir skulu haldast, og álíkavæl kemur Útvarpið ídag, trett­ anda við, at onki er avgjørt um tunnilin. Álvaratos ­ er tað ikki enn siva inn hjá tykkum journalistum í Útvarp Føroya!!!.­ At 23 framskygdar sálir stemm­ aðu fyri einari løgtingslóg, ið sigur, at Sandoyartunnil­ in skal byrja 1. november 2009. Tey sum ikki atkvøddu ella atkvøddu ímóti – tað fer væl, at vera teirra afturhaldni – at tey ikki tora at trúgva upp á framtíðina í Føroyum. Tað tykist mær løgi, at vit skulu blíva roknaði út í pengum pr. høvd – hvat vit kosta. Taka vit eina oyggj í landinum; Kallsoyggin. Har eru fýra tunlar og frálík ferjulega, og har búgva einans 120 fólk. – Men tað skal so avgjørt vera teimum væl unt! Hvussu langt síðani er tað ikki, síðani oyggjar í vakra landi okkara blivu saman bundnar við Borðoynna. Bæði Viðoyggin og Kun­ oyggin, og allir tunlarnir har norðri, og hvussu nógvir tunlar hava ikki bundið landið saman runt um í Føroyum, ja enntá farnir framvið okkum og suður til Suðuroyar, meðan vit liggja við vandafullum vegum og ikki hava fingið inn í eyga. ­ Men tað haldi eg, ongin er í iva um, at vit hava øll her í oynni goldið okkara ríkiliga part, men tað gera vit fegin, tí vit vilja øllum landsmonnum okkara alt tað besta. ­ Tí vil eg siga við fjølmiðlarnar, at tað er ikki neyðugt við meira tosi um Sandoyartunnilin. Nú er at finna eina skilagóða fígging. Løgtingslógin sigur greitt, at hann skal byrja 1. november 2009 og harvið verður tað. Annars vil eg ynskja nýggja Løg­ tinginum og Landsstýri­ num alt tað besta og eina hepna hond at stýra landi okkara. Ov lítil tign í journalistunum um Sandoyartunnilin sólvit simOnsen