fríggjadagur 8. februar 2008síða 16
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 28 • 8. februar 2008
Vikuskifti
16
Sjónleikarar velja síðu
Sjónleikarar í Hollywood
royna at veita stuðul til
tey forsetavalevnini, sum
teimum dámar best. Ein
long røð av sjónleikarum
stuðla demokratisku
valevnunum, meðan
nakað færri viðurkenna
sín stuðul til
republikanararnar.
Millum tey, sum stuðla
republikanarunum, eru
Arnold Schwarzenegger,
Sylvester Stallone,
Chuck Norris, Jon Voigt
og Adam Sandler.
Millum tey, sum stuðla demokratunum, eru Barbra Streisand, Elizabeth Taylor, Tom
Hanks, Paul Newman, George Clooney, Julia Roberts, Robert De Niro og Jodie
Foster.
Í stuttum
Lagt til rættis: Eyðun Klakstein
Stjórin á plátufelagnum RecArt, sum gevur nýggju fløguna hjá The Dreams
út í Danmark heldur, at The Dreams er eitt gott umboð fyri føroyskan
rocktónleik.
- Eg havi fylgt við føroyskum rocktónleiki í fleiri ár, og eg haldi meg hava
hoyrt eitt serligt slag av rocktónleiki í Føroyum, sum The Dreams nú hava
tikið eitt stig víðari. Teir eru eitt umboð fyri tann aggressiva – og eitt sindur
illa – slagið av føroyskum rocki, sigur Jens Ove Friis.
- Eg havi áður nevnt, at føroyskir tónleikabólkar kundu brúkt okkurt
serføroyskt í sínum tónleiki, men tað er ikki tað, sum The Dreams gera. Men
teir ljóða sum eitt føroyskt rockorkestur hóast tað, sigur hann.
Rættur føroyskur rockur
Gjørdi ilt verri
Umboðsmaðurin hjá Britney
Spears verður nú lagdur undir
at hava gjørt støðuna hjá
songkvinnuni so ringa, sum
hon er, nú Spears er innløgd
á sálarsjúkrahúsi og er gjørd
ómyndug. Sam Lufti skal
sambært mammu Britney
Spears hava givið Britney
tablettir, rúsevni, hann hevur
tikið løðaran til fartelefonirnar
frá henni og hevur hótt hana.
Nú hevur rætturin biðið Sam
Lofti halda seg í minsta lagi
228 metrar burtur frá Britney
Spears.
Meira Led Zeppelin
Rockbólkurin Led Zeppelin gjørdi í fjør comeback við eini
serligari konsert í London, og tað er líkt til, at rockbólkurin
verður aftur at hoyra á palli í næstum. Led Zeppelin verður eftir
øllum at døma við á eini stuttari konsertferð saman Matallica,
Pearl Jam og Kanye West. Konsertferðir í USA varðar í tríggjar
dagar og kallast Bonnaroo Arts and Music Festival. Harafturat
er møguleiki fyri, at Led Zeppelin fer á eina longri konsertferð
móti endanum av hesum árinum.
Spice Girls gevast – aftur
Ensku Spice Girls, sum í fjør gjørdu comeback og fóru á konsertferð, hava nú boðað frá, at tey fara ikki at
spæla allar konsertirnar, sum standa á skránni. Orsøkin er, at ein av songkvinnunum í bólkinum, Mel C, vil
ikki verða við á eini longri konsertferð, og tí hevur bólkurin valt at steðga konsertferðini fyri tíð. Konsertir í
Suðurafrika, Argentina, Kina og Australia eru avlýstar.