Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-08, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 8. februar 2008síða 16

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 28 - 8. februar 2008 SAMBAND eirikur liNDeNSkov eirikur@SoSiAluriN.fo tlf 341800 viðmerkingar Sosialurin Hjartaliga vælkomin til Føroya Al Gore Fyrrverandi amerikanski varaforsetin, Al Gore kemur til Føroya og verður høvuðsrøðari á veður- lagssstevnu í Norðurlandahúsinum í apríl. Og tað er enn einaferð Vinnuhúsið, sum við hesum initiativi hevur sett Føroyar á altjóða pallin. Eftir at Bill Clinton í fjør vitjaði, hevur Vinnuhúsið í ár fingið varaforseta hansara og seinni Oscar- vinnaran, Al Gore henda vegin í ár. Tann 8. og 9. apríl skipar Vinnuhúsið fyri stórari umhvørvisráðstevnu. Fleiri kend og áhugaverd nøvn innan granskingarøkið verða tá millum fyrilestrarhaldararnar, men eingin teirra man tó røkka Al Gore í so máta. Gore var varaforseti árini, sum Bill Clinton var amerikanskur forseti, og hann var forsetavalevni, tá Bill Clinton eftir 8 ár fór úr Hvítu Húsunum. Og síðani hevur hann støðugt framt eitt stórt arbeiði fyri umhvørvið. Millum annað varð hann virðisløntur fyri filmsverk, sum hann gjørdi um veðurlagsbroyting. Vit kunnu bert geva Vinnuhúsinum og Bitlandi og teirra góðu fólkum alt tað rós, sum hugsast kann fyri at hava megnað enn eina stóra uppgávu. Fyrst fingu tey fyrrverandi amerikanska forsetan Bill Clinton til Føroya, og nú hava tey eisini fingið fyrrverandi amerikanska varaforsetan og forsetavalevnið Al Gore henda vegin. Er Bill Clinton eitt tað mesta kenda navnið í heiminum, so liggur Al Gore ikki langt aftanfyri. Fyri okkum føroyingar er tað eisini nakað heilt serligt, at Al Gore kemur hendavegin, tí vit eru partur av teimum veðurlagsbroytingum, sum so nógv verður tosað um. Okkara fremsti granskari á økinum og við altjóða formati, Bogi Hansen hevur gjørt eitt stórt arbeiði á nettupp hesum øki. Fyri tað fekk hann norðurlenska viðurkenning í fjør. Vit síggja tí fram ímóti at síggja hesar báðar frægu veðurlags- og umhvørvismenn, Al Gore og Boga Hansen taka lógvatak saman – fyrst og fremst til frama fyri veðurlagssøkini men so sanniliga eisini til frama fyri Føroyum. Bogi Hansen hevur meira enn nakar roynt at fáa føroyingar at taka undir við Kyoto og geva sítt íkast. Nú fær hann bráddliga hjálp frá Al Gore, og vónandi kann Al Gore eisini fáa íblástur til sítt víðari arbeiði frá okkara fræga granskara og annars øllum Føroyum. Gott í tykkum í Vinnuhúsinum og Bitlandi fyri at hava sett hesa vitjan á skránna, sum so eisini kann vera við til at seta Føroyar á heimskortið. Men hon krevur so eisini av okkum, at vit taka í egnan barm og taka hóttanina frá veðurlagsbroytingum í størri álvara. Miðlahúsið við blað, radio og portali fer at gera sítt til, at henda vitjan verður væl og virðiliga dekkað. Hjartaliga vælkomin til Føroya Al Gore. Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Redaktiónsleiðari: Kári Mikkelsen karim@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Marknaðarleiðari: Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo Joan Abrahamsen joan@sosialurin.fo Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Dorit Hansen dorit@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Niels Petersen niels@sosialurin.fo Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Mánadagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Týsdagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Mikudagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Hósdagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað leiðsl­ an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Kykmyndir: Alvin Ellebye Andersen alvin@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e­post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e­post: aki@sosialurin.fo e­post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 og boða frá, leygardag tó frá kl. 11.00­13.00 Uppseting/prent: Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.­frí. 8­16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag­fríggjadag klokkan 1330 Eg vil fegin gera eina rætt­ ing til sendingina Leivs­ sjóð, sum Sjónvarp Føroya sendi tann 3. februar 2008. Í eini samrøðu í sending­ ini varð sagt, at bert ein maður smíðar kistur í Føroyum. Hetta er als ikki rætt. Eg haldi, at tað er sera kappingaravlagandi fyri hinar í vinnuni, at ein maður sleppur at úttala seg soleiðis alment. Verfaðir mín, Hans Jacobsen í Havn, hevur síðani 1974 smíðað og selt kistur. Eisini eru aðrir, sum innflyta og selja kistur, eitt nú í Suðuroy, Vágum og i Klaksvík. Eg haldi tað vera sera harmiligt og óheppið, at slík tíðindi og marknaðar­ førsla við ósannindum verður send kring alt landið, og at einstaklingar sleppa at "branda" seg á slíkan hátt. Havi havt samband við Kringvarpið, og mín fatan er, at teir ætla sær als ikki at rætta feilin. Tí havi eg skrivað hesa rættleiðing til Leivssjóð. Rætting til Leivssjóð ANjA jAcoBSEN Ellisformaðurin á tingi hevur millum Kyndils­ messu og føstuinngang verið darlingur hjá miðlunum. Hjá okkum eldru í tjóðveldinum hevur Heini O. Heinesen serliga tign og eyðkenni. Hesin hansara samleiki tykist mær í hesum døgum gruggaður av pressuni, hvørs stavnhald ikki er ilt at hóma. Ivaleyst er hann ikki altíð rætt endurgivin, og so fer kavabólturin á rull. Ikki kann tigast við afturvirkandi megi. Fá eru eftir í tinginum, sum hava arbeitt saman við Heina har. Hann hevur altíð verið fólksins rødd á tingi, og tað hevur verið lurtað eftir honum, og soleiðis verður eisini í komandi valskeiði. Vit fáa ikki alltíð tað vit vóna og ynskja, og í politikki kann alt henda, og ofta er ilt at meta um aftaná, hví tað hendi, sum hendi. Alt hevur sína tíð. Mong minnast støðuna, tá ímynd floksins Erlendur Patursson doyði í 1986, og flokkurin hevði ilt við at fóta sær. Tingfólkini smæddust als ikki burtur, men ongin hevði ta savn­ andi megi, sum Erlendur hevði. Tá var tað gott at eiga Heina, sum kendi flokkin frá fyrsta degi, og sum sjálvur var partur av floksins søgu. Heini hevði gott minni, og hann var ongatíð sjálvsøkin. Hann talaði floksins søk av heil­ um huga og hjarta, og hann samstarvaði væl við aðrar flokkar á tingi. Hann segði sína meining uttan at fáa fíggindar, tí øll vistu, at hann droymdi ikki um at spæla nøkrum neisir. Á valinum i 1988 fekk flokkurin 2 tingkonur. Onkur floksfelagi gramdi seg um kvinnudominansin í flokkinum men ikki Heini. Hann sá tað sum eina styrki, og hann stuðl­ aði okkum væl. Og so kom valið í 1990, har Tjóðveldis­ flokkurin bert fekk 4 ting­ fólk. Tøkk og prís var Heini ein av teimum. Hann gjørdist formaður á tingi. Nógv fólk minnast 90­ini og hava ring minni, og nøkur eru, ið kenna sviðan enn. Hetta var truplasta tíð í polisisku søgu okkara. Nógv vreiða var vend móti politikkarunum, men ikki móti Heina. Hetta er ikki bara nakað eg sigi. Hann fekk eisini eitt rimmar fólkatingsval, átti atkvøður nærum í hvørjari bygd. Heini í Kunoy var vorðin vónin hjá mongum. Í 1998 brast fyri nev, og nýggja tíðin var byrjað fyri fólk og føðiland eins og fyri tjóðveldisflokkin, sum Heini hevði myndað á tingi hesi truplu ár. Hann var uttan fyri tingið seinasta valskeið, men stillaði uppaftur hesaferð og norðoyating­ maðurin var afturvunnin til Tjóðveldi. Á henda hátt eyðnaðist honum at grøða eitt sár, sum nívdi. Tá flokkurin í næstum fer at hátíðarhalda 60 ára føðingardagin fara helst fleiri at senda Heina eina tøkk fyri, at hann ikki bert einaferð megnaði at vera brúgvabyggjari, tá á stóð. At vera tjóðveldisfólk er ikki bara at velja fjórahvørt ár, ­ tað er eisini ein lívsstílur. Ongatíð áður hevur Tjó­ veldi havt so stóra umboð­ an á tingi og í landsstyri. Tjóðveldi er størsti flokkur og fyri fyrstu ferð í søguni hjá einum flokki yvirhøvur í Føroyum er helmingurin av landsstsýrisfólkum og tingfólkum kvinnur. Tey eru ung, og tey eru vælút­ búgvin og so hava tey har­ umframt tað sum hvørki kann lærast ella keypast – nevniliga drúgvu royndir­ nar og innlitið hjá Norð­ oyatingmanninum. Eingin veit, hvussu langa tíð fólk eiga í politikki, men tey, ið eru har, hava sjálvi ábyrgd av, hvussu tey handfara tíðina og tilfeing­ ið tey fáa. Í hesum høpi og samstarvi er eisini nakað, ið eitur at duga at finna javnvág millum tað harða og tað bleyta. Brúgvabyggjari í 90-unum Stillari hjá Tjóðveldi KARIN KjøLBRo