fríggjadagur 8. februar 2008síða 15
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Nr. 28 • 8. februar 2008
Vikuskifti
Kielerfriðin í 1814, tá Norra
glapp Danmark av hondum.
Tað vil so vera, at tað er undir
trýsti og kreppu, at tørvurin at
savnast um traditiónina sprettur
av álvara. So er spurningurin
hvat tað er fyri trýst ella kreppu,
nýggja samgongan heldur okkum
vera í. Samgonguskjalið kemur
undir evninum mentan inn á
fleiri áhugaverd mál sum t.d.
menning av musikkskúlaskipanini,
endurnýggjan av sendineti
kringvarpsins, bygging av
tjóðleikahúsi, skipan av týðara
grunni og ikki minst staðfest
ing av, at ein ávísur partur
av útreiðslunum til almenna
og kommunala bygging skal
markast til list. Frálíkt hug
skot! Í eini progressivari og
modernaðari menning av
føroyskum mentanarlívi í
okkara globaliseraða heimi
eru hetta skilagóð lutmál, sum
tó ikki samsvara serliga væl
við tann heimsavnoktandi og
klaustrofobiskt defensiva tónan,
ið valdar nakrar reglur longur
uppi í samgonguskjalinum:
“Tjóðarsamleikin er tað, sum
knýtir føroyska fólkið saman.
Orsøkin til at vit byggja land er, at
vit hava ein serstakan samleika.
Men hann er undir trýsti uttan
eftir. Tí verða munandi átøk gjørd
til tess at stimbra og menna
tjóðarsamleikan”. Um hesar
orðingar hava nakað at siga, fara
vit skjótt at síggja dømi uppá
hvussu innantómur og stirðnaður
tjóðskaparromantikkur tekur seg
út, tá hann er tvungin ella úrslit
av sensuri.
Realistiska nýbrotið
Aftaná nokkso nógv ljósareyð
sólsetur kennast myndirnar
hjá Købke vælgerandi í teirra
neyva hóvsemi. Tað sæst á
mátanum, sum Lundby hevur
málað bláa himmalin í stóru
myndini, at hann hevur roynt
at vera so trúgvur móti sínum
myndevni sum møguligt. Allíka
væl er stórur munur millum
hansara idealistisku hugsjónir
við søguligum og sagnarligum
tilsipingum og so endamálið hjá
naturalistisku listafólkunum, sum
avmarkaði seg fult og heilt til
ítøkiliga veruleikan. Naturalistiski
og seinni impressionistiski
íblásturin kom úr Fraklandi og
franska árinið merkist týðiligt
í myndunum á framsýningini,
sum eru frá umleið 1870. Hesa
tíðina gjørdist Paris listarligur
miðdepil í Europa, sum eisini
tey norðurlendsku listafólkini
vitjaðu, t.d. Theodor Philipsen
(18401920), hvørs ljós og litríku
myndir eisini kunnu upplivast á
framsýningini.
Hugans landslag
Nýbrotið var startskotið til
eina tíð, tá rák og mótrák tóku
at avloysa hvørt annað við
lutfalsliga stuttum millumbilum.
Danski yrkjarin Sophus Claussen
skrivaði í 1894 eina kjaklynta
yrking til Georg Brandes, sum
snýr seg um júst hetta: “De satte
Forsken op mod Drømmespind,
vor Nutid sætter nye Drømme
ind. Hvad forskel? Det er samme
Fægteskole: Hæve Problemerne
til ny Debat, guddomsbesjæle,
hvad der var forladt, og siden
hen... paa Vaabenlykken stole.”.
Yrkjarar og myndlistafólk í
1890´unum vóru ikki longur
nøgd við at avmarka seg til tað
ítøkiliga, tey vildu heldur dyrka
dreymar og hugflog og hetta er
kanska tann allarmest hugtakandi
parturin av framsýningini. Her
eru myndir hjá Edvardi Munch,
Akseli GallenKallela, Vilhelm
Hammershøi og her hongur
hypnotiserandi myndin “Skýggið”
frá 1896 hjá svenska Prins
Eugen (18651947), sum gjørd
ist listamaður, tó at kongliga
bakgrund hansara als ikki legði
upp til slíkt lívsstarv. Skýggið
sær út at vera ein veruleikakent
snapshot úr svensku náttúruni
ein vanligan, frískan og ljósan
dag. Men hon rúnarbindur
áskoðaran, fær hon ein kjans.
Hetta er ikki nakað ávíst stað í
Svøríki, ið verður lýst, myndevnið
stavar úr hugaheimi málarans.
Litirnir eru ov lýsandi til at vera
veruleikalíkir og málihátturin
er slættur, eins og allir formar
tykjast einfaldaðir so mikið, at alt
einstaklingaárin hvørvur, meðan
tað umboðandi, symbolistiska
árinið vaksur. Gøtan, sum gongur
úr forgrundini á myndini og aftur
um sýn gerst symbol fyri okkara
lívsleið, sum vit ikki kenna fyrr
enn hon er gingin. Træið og
skýggið verða mótsett hvørjum
øðrum, sum saman við gøtuni
og sermerkta máliháttinum fáa
ein at hugsa um longsil eftir tí,
sum er hinumegin deyðan ella
himmalin. Á sama hátt sum í
eldru myndum William Heinesens
(19001991), tykist náttúran
onkursvegna íbygd og full av
mystiskum varhuga. Í hesum
sambandi er vert at nevna ein
annan áhugaverdan listamann, ið
er við á framsýningini í Statens
Museum for Kunst og tað er
íslendski vegarin, listamaðurin
þórarinn B. þorláksson (1867
1924), sum í 1900 hevði ta fyrstu
íslendsku listaframsýningina í
Reykjavík og sum ivaleyst hevur
verið ein stór inspiratión hjá
Williami Heinesen.
Høvuðsverk
Tað er lætt at skilja, at núverandi
framsýningin í Statens Museum
for Kunst er væl umtókt. Hetta
hongur saman við góðskuni bæði
á listini og á listaformidlingini.
Hetta eru høvuðsverk í norður
lendskari listasøgu, ið eisini
verða viðgjørd við hóskandi
tign. Kanska hevur tað eisini
týdning, at vøkur landslagslist,
gullrammur og søguligt tilvit
hóska væl til traditiónsfegna
rákið í løtuni. Óansæð kann tað
viðmælast øllum, sum kunnu, at
fara at hyggja at framsýningini,
sum letur aftur 24.februar 2008.
Um hugurin er betur til nýggjari
landslagslist, so er møguleikin
beint nú at uppliva bæði føroyska
og íslendska úrmælingalist í
ávikavíst Listahøllini í Skipasmið
juni í Havn (Bárður Jákupsson)
og Listaskálanum (Jóhannes S.
Kjarval).
Smáar myndir hjá Kristin í Geil hanga í mongum føroyskum heimum. Myndin Tindhólmur er frá 1920 og hongur í
Listaskálanum
Niels Kruse luttók í Várframsýningini í Charlottenborg so tíðliga sum í 1924.
Henda myndin: Bátur undir segli er frá 1930
J.C.Dahl: Vetrarlandslag við steinaldargrøv, 1838
Tann ovurstóra myndin "Ein donsk strond" frá 1842 hjá J.Th. Lundby