fríggjadagur 8. februar 2008síða 15
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 28 - 8. februar 2008
15
útlond
Grønlendska lands
stýrið hevur gjørt
av at kanna øll sivil
flogfør, sum lenda
í Grønlandi, men
hvørki grønlendingar
ella danir sleppa at
kanna flogførini,
sum seta seg á hern
aðarflogvøllinum í
Thule
FlogeFtirlit
Árni Joensen:
arni@sosialurin.fo
Tað er verjuavtalan, sum
USA og Danmark gjørdu í
1951, sum ger, at hvørki
danskir ella grønlendskir
myndugleikar
sleppa
at
kanna tey amerikonsku flog
førini, sum seta seg í Thule.
Eftir avtaluni hava ameri
konsk flogfør óavmarkaðan
rætt til at flúgva í loft
rúminum yvir Grønlandi og
at seta seg á landi.
Lars
Emil
Johansen,
fólkatingsmaður, sigur við
Information, at hetta er
heilt burturvið, og at grøn
lendingar eiga at sleppa at
stýra sínum uttanríkispoli
tikki sjálvir. Hann vísir á, at
soleiðis sum støðan er,
kunnu
amerikanararnir
ekkaleysir brúka flogvøllin
í Thule til at flyta fangar,
kjarnorkuvápn ella til okk
urt annað ólógligt endamál.
John Blågreen, sum starv
ast á støðini í Thule sum
samskiftismaður
ímillum
amerikonsku støðina og
donsku verjuna, sigur við
Information,
at
danskir
myndugleikar kunnu ikki
kanna eitt amerikanskt hern
aðarflogfar, sum lendir í
Thule, uttan at teir ameri
konsku
myndugleikarnir
geva neyðugt loyvi til kann
ingina. Tað sama sigur
Niels Ole Markussen hjá
donsku verjuleiðsluni við
blaðið.
Lars Emil Johansen er
sera misnøgdur við, at
amerikanararnir hava alt
eftirlitið
við
støðini
í
Thule.
Sum eitt hjáland
Vit ána ikki, hvat hendir á
Thule Air Base, tí danir
gera avtalur við amerikan
arar uttan at spyrja okkum
eftir. Tað kann tí væl vera,
at teir hava kjarnorkuvápn
ella fangar umborð á flog
førunum, uttan at vit fáa tað
at vita, sigur fólkatingsmað
urin, sum eisini er fyrrver
andi
landsstýrismaður.
Hann sigur seg eisini ivast
í, at tann danska stjórnin
raðfestir grønlendsk áhuga
mál serliga frammarlaga, tá
hon ger avtalur við ameri
kanararnar.
Tað er helst meiri um
ráðandi hjá stjórnini at
røkta tað góða sambandið
við USA, sum Danmark jú
er í kríggi saman við í Irak,
sigur Lars Emil Johansen.
Lars Emil Johansen held
ur, at grønlendingar fáa ikki
betri eftirlit við støðini í
Thule, fyrr enn Grønland
sleppur at stýra sínum uttan
ríkispolitikki sjálvt. Hetta
er eisini eitt krav, sum fleiri
grønlendskir
politikarar
hava reist í sambandi við
orðaskiftið um fangaflutn
ing hjá CIA.
Tá tað snýr seg um uttan
ríkispolitikkin, er Grønland
framvegis eitt hjáland, sigur
Lars Emil Johansen við
Information.
Sleppa ikki at kanna flogfør
sum millumlenda í Thule
Vrakið av norska
veitingarskipinum
verður eftir øllum
at døma liggjandi á
botni millum Føroyar
og Hetland
Frálandavinna
Árni Joensen
arni@sosialurin.fo
Tann 12. apríl í fjør holvdist
norska hjálparskipið Bour
bon Dolphin, tá tað var í
ferð við at flyta akkerini hjá
boripallinum
Transocean
Rather á einari oljuleið
ímillum Føroyar og Het
land. Átta fólk doyðu.
Vrakið av Bourbon Dolph
in liggur á 1100 metra dýpi.
Líka síðani vanlukkuna hev
ur verið tosað um at taka
vrakið uppaftur. Eitt nú
vildu høvdu norsku mynd
ugleikarnir áhuga í at bjarga
vrakinum fyri at fáa staðfest
endaliga, hví vanlukkan
hendi. Ein serlig kanningar
nevnd varð eisini sett at
kanna tilburðin.
Men nú bendir alt á, at
vrakið verður liggjandi á
botni. Bourbon Offshore,
sum átti skipið, hevur havt
samband við fólk, sum hava
serkunnleika til slíkar bjarg
ingar, og niðurstøðan er, at
ein tílík bjarging verður
tekniskt sera krevjandi og
harafturat so dýr, at reiðaríið
maktar ikki at lyfta uppgáv
una.
Tað hevur borið til at
bjarga skipsvraki av 600
metra dýpi fyrr, men í hes
um førinum er dýpið næstan
tvær ferðir so stórt. Trond
Myklebust, stjóri í Bounbon
Offshore, sigur við Aften
bladet, at skipið verður ikki
tikið uppaftur uttan so, at
tann
serliga
kanningar
nevndin krevur tað fyri at
fáa greiði á, hví vanlukkan
hendi.
Men so verður tað helst
staturin, sum má gjalda, sig
ur Trond Myklebust.
Nevndin, sum kannar van
lukkuna, skuldi eftir ætlan
ini koma við sínari frágreið
ing tann 1. februar, men
freistin er longd til tann 1.
apríl.
Ov dýrt at taka Bourbon Dolphin uppaftur
Bourbon Dolphin fleyt leingi við
kjølinum uppeftir, eftir at skipið
var holvt (Mynd: Reuters)
Lars Emil Johansen
Hvørki danir ella grønlendingar sleppa at
kanna flogfør, sum seta seg í Thule