Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-02-08, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 8. februar 2008síða 14

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 28 • 8. februar 2008 Vikuskifti 14 Undirheitið “Nordisk landskabs­ maleri” fær teg fyrst at undrast á, at eingin føroyingur er við á framsýningini, men so skilst, at hetta er myndlist frá 1840 til 1910, tvs. áðrenn vit fingu nakað føroyskt yrkislistafólk. Allíkavæl hevði tað avgjørt ikki verið við síðuna av, at havt onkra føroyska mynd frá 1920´unum hjá t.d. Niels Kruse ella Kristin í Geil við, tí teir fáast við júst sama tjóðskaparromantik sum fleiri av hinum norðurlendingunum, ið eru umboðaðir á framsýningini (úr Danmark, Noregi, Finnlandi, Svøríki og Íslandi). Framsýningin inniheldur yvir 100 listaverk, sum hanga í tveimum stórum salum. Landslagsmyndirnar hanga í tíðarrøð og eru býttar upp í fimm evni, sum fylgja listasøguligu menningini í norðurlendskum landslagsmálaríi frá romantiska tíðarskeiðinum fram til byrjandi modernismu. Ljósareyðar sólsetursmyndir Sum tann sera áhugaverda og framúr vakra bókin, ið er útgivin í sambandi við framsýningina staðfestir, er ein landslagslýsing ikki bert ein spegling av avvarðandi myndevni, men ein tulking, sum í stóran mun er ávirkað av síni samtíð á sama hátt sum vit áskoðarar altíð eru ávirkaðir av okkara egnu samtíð. Hetta er helst orsøkin til mína reaktión, tá eg sá eldra partin av framsýningini, sum er undirdýktur av gullrammum og ljósareyðum sólsetursmyndum við dekorativum dádýrum, sum at síggja til tykist eitt sindur forlorin ella kitsch­kendur. Eisini hanga myndirnar í fleiri løgum á vegginum á sama hátt sum fyrr í tíðini og hesin salongmátin at hanga myndir økir ikki lítið um gamalsliga huglagið. Men ikki gongur long tíð áðrenn einstøku listaverkini stíga fram úr heildini og tá varnast tú, at hetta ikki er forlorin eftirgerð, men framúr væl úr hondum greiddar myndir, ið siga søgur, sum fyrihalda seg til teirra samtíð, tá landslagið varð fatað sum eitt slag av andaligum og tjóðskaparligum symboli. J.C.Dahl Landslagið hevur sum so verið umboðað í listini heilt afturi í fornøldini, men gjørdist ikki sjálvstøðugt myndevnið fyrr enn í 19. øld, tá tað hevði sína lutfalsliga stuttu stórleikatíð. Føroysk myndlist er í so máta eitt ordans undantak. Norski málarin Johan Christian Dahl (1788­1857) hevur fimm verk við á framsýningini, harímillum tað stórsligna “Danskt vetrarlandslag við steinaldargrøv” frá 1838, sum myndevnisliga og huglagsliga er ein eyðkend, romantisk mynd, ið lýsir eitt vakurt vetrarkvøld við dramatiskum reyðum, orange og violettum ljósi. Áhugin fyri kenda týska listamanninum Caspar David Friedrich (1774­1850) er týðuligur, eisini í hesi myndini hjá J.C.Dahl, hóast hon ikki er eins beinleiðis religiøs ella merkt av mystisismu og myndirnar hjá Friedrich. Náttúran í myndini hjá J.C.Dahl er órørd og merkt av ró og harmoni, samstundis sum eikitrø og steinaldargrøv sipa til eina hetjuliga og hendingaríka fortíð. Kompositiónin er á sama hátt merkt av ró við javnvigandi vatnrøttum og loddrøttum linjum, samstundis sum trø og fuglar forma dynamiskar skáklinjur á veg inn í myndina, sum eyðkent fyri romantikkin ikki hevur nakað ávíst hvørvingspunkt, men í staðin eina támuta dýpd, ið sýnist óendalig. Lundby og Kruse Fyri danska málaran, Johan Thomas Lundby (1818­1848) var eingin ivi um endamálið við myndlistini: “Hvad jeg som Maler har sat som mit Livsmaal er: at male det kjære Danmark, mere med al den Simpelhed og Beskedenhed, som er saa characteristisk for det...”. Monumentala myndin “Ein donsk strond” (188,5 x 255,5 cm) frá 1842­43 tykist tó alt annað enn lítillátin bæði tá hugsað verður um stødd og myndevni. Hóast myndevnið er nógv meira lýst í æsir í hesi myndini enn í eini mynd sum “Bátur undir segli” frá 1930 hjá Niels Kruse, so snúgva hesar báðar myndirnar seg innihaldsliga um tað sama, um tjóðskaparligan alsk til ta stórbæru, heimligu náttúruna og til strevandi og eyðmjúka fólkið, har býr. Tað stórfingna verður í báðum myndunum framborið gjøgnum støddarmunin millum ta veldugu náttúruna og tey elasmáu menniskjuni. Tjóðskaparroman­ tikkur fyrr og nú Romantiska tíðarskeiðið var langt og fjølbroytt, men tjóð­ skaparromantikkin sigst vera ein reaktión uppá fleiri ríkisligar kreppur í byrjanini av 19.øld, m.a. ríkishúsagangin í 1813 og Aftur í landslagið Framsýningin “Verden som landskab” í Statens Museum for Kunst í Keypmannahavn, sum skuldi enda síðst í januar, er longd ein mánaða vegna framúr góða móttøku millum bæði áskoðarar og ummælarar. Vit hava verið inni á gólvinum í stóra danska listasavninum fyri at fregnast hvussu tað ber til, at nakað so gamaldags sum ein landslagsframsýning kann gerast so vælumtókt í 2008 List Kinna Poulsen Prins Eugen: Skýggið, 1896