fríggjadagur 8. februar 2008síða 14
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 28 - 8. februar 2008
Stutt Sagt
Lowassa
fer frá
Forsætisráðharrin í Tan
sania, Edward Lowassa,
bað í gjár um at verða
loystur úr embætinum
sum stjórnarleiðari. Orsøk
in er, at forsætisráðharrin
er lagdur undir at hava
endurnýggjað ein sáttmála
við amerikanska elfelagið
Richmond, hóast felagið
als ikki hevur hildið skyld
urnar í tí gamla sáttmála
num. Tey atfinningarsomu
vísa á, at Richmond var
ikki ført fyri at veita ta
neyðugu elmegina, tá
Tansania kom í neyð av
turki fyri tveimum árum
síðani, hóast felagið hevði
lovað at útvega landinum
elmegi. Kortini endur
nýggjaði stjórnin sáttt
málan við felagið, men nú
kostar tað so Lowassa
sessin sum stjórnarleiðari,
skrivar AFP.
Í rættin fyri
mótmæli
Tvey fólk, sum vórðu tik
in í sambandi við eitt mót
mælistiltak uttan fyri ja
ponsku sendistovuna í
London fyri einum mánað
síðani, komu í gjár fyri
rættin. Tey bæði, ein 50
ára gamal maður og ein
14 ára gomul genta, mót
mæltu japonsku hvalaveið
ini í Suðurhøvum við at
leinkja seg í girðingina
við japonsku sendistovuna.
Dómur fellur væntandi
um eina viku. Í rættinum
kom fram, at japonsku
hvalabátarnir hava tikið
veiðina uppaftur, nú skip
hjá Greenpeace og Sea
Shepherd eru farin inn at
bunkra.
Stríð um
gamlan film
Tað hevur elvt til øsing í
Niðurlondum, at ein sjón
varpsstøð ætlar sær at
senda pornofilmin ”Deep
Throat”, sum varð gjørdur
fyrst í sjeytiárunum, og
sum av mongum verður
roknaður sum tann fyrsti
av sínum slagi. Menta
málaráðharrin vil ikki
áleggja sjónvarpinum at
taka filmin av skránni.
Jan Peder Balkemende,
forsætisráðharri,
ætlaði
sær at gera tað, men tað
hevði verið í stríð við
galdandi fjølmiðlalóg, so
hann hevur slept sínari
ætlan.
SAMBAND
árNi joeNSeN
fArtekSt@MAil.Dk
-Tað skal ikki vera nakað dulsmál, at eg hati at tapa,
men tað er best fyri landið og flokkin, at eg gevist nú
(Mitt Romney)
útlond
Ill kvinna
leyp á flog
skipararnar
við knívi
Tað eydnaðist
tveimum nýsælendsk
um flogskiparum at
seta flogfarið í øllum
góðum, hóast ein
kvinna hevði stungið
báðar við knívi
Flogfarið var í innanríkis
rutu frá Blenheim til
Christchurch í Ný Sæ
landi, tá ein kvinna, sum
var millum ferðafólkini,
leyp á teir báðar flog
skipararnar við knívi,
samstundis
sum
hon
hótti við at spreingja flog
farið í luftina ella rætt
ari sagt luftini.
Tað eydnaðist teirri 33
ára
gomlu
kvinnuni
stinga annan flogskipar
an í aðra hondina, og síð
ani stakk hon hin flog
skiparan í annað beinið.
Undir álopinum rópti
hon, at hon hevði lagt
eina bumbu í flogfarið.
Tað eydnaðist at fáa
bilbukt við kvinnuna,
sum bleiv tikin, so skjótt
flogfarið hevði sett seg.
Løgreglan sendi fólk og
hundar umborð á flog
farið at leita eftir bumb
uni, men har var eingin
bumba.
Sum skilst er álops
kvinnan
upprunaliga
ættað úr Somalia.
Natascha Kampuch,
sum var gísli í átta
ár, er so misnøgd
við arbeiðið hjá
eysturríksku
løgregluni, at hon
umhugsar at stevna
Sveik eysturríkska løgregl
an, og var hon viðvirkandi
til, at Natascha Kampusch
var gísli í einum kjallararúmi
í Wien í samfull átta ár?
Tann
spurningin
reisir
Natascha sjálv nú, og hon
umhugsar tí at biðja sín
verja leggja sak ímóti
eysturríkska statinum.
Eg eri bæði skelkað og
ill, sigur Natascha Kam
pusch, sum fyllir 20 í næst
um. Fyri hálvum øðrum ári
síðani fór navn hennara
sum eldur um allan heimin,
tá tað eydnaðist henni at
flýggja frá Wolfgang Prik
lopil, sum burturflutti hana
í 1998. Tá hon var flýdd,
beindi hann fyri sær.
Natascha Kampusch og
verji hennara hava illgruna
um, at eysturríkska løgregl
an gjørdi fleiri mistøk, tá
hon kannaði málið, men at
innanríkisráðið legði lok á
alt fyri at forða fyri einari
politiskari gølu upp undir
tjóðartingsvalið á heysti í
2006. Eitt innanhýsisskjal,
sum ein tingmaður hjá Teim
um Grønu hevur lagt fram,
bendir á, at løgreglan longu
í 1998 fekk eina ábending
um, at tað kundi vera Wolf
gang Priklopil, sum hevði
burturflutt Nataschu Kam
pusch. Men løgreglan slepti
málinum.
Vísir tað seg, at løgregl
an kundi havt funnið gent
una beinanvegin við at
kanna málið til fulnar, fara
vit at leggja sak, sigur verjin
hjá Nataschu Kampusch,
Gerold Granger, við blaðið
Der Standard.
Eysturríkski innanríkis
ráðharrin, Günther Platter,
sum tók við aftan á valið í
2006, hevur sagt, at málið
skal kannast út í æsir. Hann
er eisini sinnaður at biðja
óvildugar serfrøðingar taka
sær av kanningunum.
Søgan um amerikonsku hjúnini
Thomas og Tamithu Garner er næstan
ótrúlig. Í bítandi kulda sótu tey
innikavað í bilinum á einum vegi í
statinum Utah í samfull 10 samdøgur
og bíðaðu eftir, at onkur skuldi koma
fram á tey. Tann 10. dagin gjørdu tey
av at fara at leita eftir hjálp, og tann
12. dagin kom ein maður fram á tey.
Tá høvdu Thomas og Tamitha Garner
mist alla vón um bjarging, og tey
høvdu eisini skrivað testamentið.
Sótu innikavað í bilinum
í 10 samdøgur
Natascha Kampusch ætlar
at stevna løgregluni
Natascha Kampusch kundi kanska verið
funnin beinanvegin. Ístaðin fyri var hon
gísli í átta ár (Mynd: Polfoto)